fríggjadagur 8. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. apríl 2011 · Nr. 42
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tá ÍSF tosar um kostár og
at fáa franskar hotdogs og
chips út úr ítróttarhallum
og av fótbóltsvallum, so man
tað í besta lagi vera talan um
reyp, ynskidreymar, skemt
ella sarkasmu.
Tí ítróttarfeløgini meina
als einki við tað. Í Havn hava
vit tvey stór professiónell fót
bóltsfeløg, sum brúka millión
ir at keypa fótbóltsspælarar
fyri. Men tá tey tosa um sunn
ar kostvanar, so er tað ein bý
ur í Kina.
Tí í staðin fyri at viðra
kostárið og vísa, at tey veru
liga meina nakað um sunnar
heilsuvanar og sunnan kost,
so skála tey beinleiðis við
og fyri fótbtóltinum. Tey
eggja sínum viðhaldsfólki at
drekka eina skál saman við
fótbóltinum. Tey hava opna
barr í felagshúsinum, og so
lýsa tey við rúsdrekka á bún
unum hjá bestu fótbóltsleik
arunum.
Altso halló B36 og HB!
Skulu fyrimyndirnar hjá lítl
um HB’arum og B36’arum
vera menn, sum renna runt á
vøllinum og drekka øl? Man
má spyrja, um nakar er heima
hjá oddafólkunum í hesum
stóru
ítróttarfeløgu
num. Meðan leikararnir
á vøllinum eru rennandi
rúsdrekkareklamur, við
haldsfólkið gongur við
góðum gearara rundan
um vøllin, og dunsturin
av øli og snapsi stendur
úr felagshølinum, har
hundraðtals børn hava
sína dagligu gongd.
Á heimasíðuni hjá
ÍSF stendur tað so pent,
sum ítrótta- og ungdóms
ráðgevin hjá ÍSF, Annika
H. Lindenskov, sigur:
» – Tað hevur ómeta
liga stóran týdning, at
fyrimyndirnar hjá teimum
ungu geva tey røttu sign
alini. Fáa vit úrvalsítrótta
fólk okkara – spælararnar
í teimum bestu deildunum
– at skilja fult út hvussu
týdningarmikið tað er, at
tey framtraðka sum fyri
myndir, er nógv vunnið.«
Tá ÍSF kortini einki
meinar
við
hatta
sunna, so droppa tað
og sigið sum føroyam
eistararnir vilja hava
okkum at siga: Skál fyri
ítróttinum og skít verður við
heilsuni!
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað liggur í skrivandi stund í kort
unum, at vit fara at fáa eina minni
lutastjórn, sum skal stýra landinum
fram til valið, sum kanska verður
í september. Miðflokkurin vísir
áhuga at blíva ein beinleiðis part
ur av landsstýrinum, meðan Poul
Michelsen í Framsókn sigst vera
áhugaður í at stuðla samgonguni
fram til valið.
Tað kann tykjast naivt, at ein
minnilutastjórn skal kunna fáa
stórmál ígjøgnum, sum ikki ber til
við eini breiðari samgongu: Nevnd
hava
verið
fiskivinnureformur,
kommunureformur, skúlareform
ur og pensjónsreformur.
Sum vit hava nevnt so ofta, so
hevur Fólkaflokkurin havt so gott
tak á hinum trimum stóru flokku
num, at tað hevur verið fiskivinn
upolitikkurin hjá Fólkaflokkinum,
sum hevur verið førdur í øllum
samgongum seinastu fimtan árini
– undir fýra ymsum løgmonnum.
Hesin pástandur er sjálvandi ein
politisk eygleiðing, sum nú fer at
vísa seg at vera sonn ella følsk. All
ir hinir flokkarnir hava tosað um at
broyta viðurskiftini – og allir tykja
st so ella so tosa við einari tungu.
Tí er lagaliga løtan júst nú, kunnu
vit siga. Nú kunnu teir flokkar, sum
finna saman uttan um Fólkaflokk
in gjøgnumføra henda fiskivinnure
formin, tað veri seg okkurt slag av
tilfeingisbú, tilfeingisgjaldi o. s. fr.
Í løtuni tykist eisini at forma
seg ein samgonga uttan um gomlu
fullveldissamgonguna. Fólkaflokk
urin verður settur uttan fyri alla
ávirkan, um nýval ikki verður nak
að skjótt. Hinvegin sær Tjóðveldi út
til at verða enn meira isolerað, enn
tey hava verið seinastu átta árini.
Um løgmaður klárar at telva seg
til eina samgongu við Miðflokki
num og við Framsókn sum stuð
ulsflokki, so kann hann prógva, at
hann kortini er ein sterkur leiðari,
sum klárar at fáa politiska ávirk
an.
Tað kemur væl við hjá Javnaðar
flokkinum, um nýggi formaðurin
klárar at vísa á nøkur úrslit síðstu
mánaðirnar fram til valið. Hann
hevur klárað seg væl við at vera
siðiligur og róligur. Miðflokkurin
kann bara spæla við samgongu
ætlanunum – og so tryggja seg við
at leggja fót fyri málum sum at
bryggja sterkt í Føroyum, hvar út
hurðin í Rúsini skal vera og tryggja
sær at fosturtøkulógin ikki verður
linkað. Mál, sum hinir klára at
svølgja. Reint sosialt er Miðflokkur
in ikki øðrvísi enn Javnaðarflokkur
in og Sambandsflokkurin.
Poul Michelsen fær tað burturúr,
at hann vinnur tíð fram til valið
– og hann fær hildið Fólkaflokki
num í skammilkróki so leingi sum
gjørligt.
Politikkur snýr seg – tá alt kemur
til alt – um vald, tí vald gevur ávirk
an – og skapar broytingar. Motivini
verða formað so hvørt eftir tørvi.
Politikkur snýr seg um
at halda seg til maktina
Bakkafrost hev
ur
havt
eitt
gott ár í fjør, og
Bakkafrost
er
veruliga ein risi
í føroyska bú
skapinum. Bakk
afrost er nógv tað størsta
felagið í Føroyum við ein
um marknaðarvirði upp
á 2,5 milliardir krónur og
400 starvsfólkum. Felagið
stendur fyri 20 prosentum
av samlaða føroyska út
flutningsvirðinum.
At tað eru knotur í
Bakka-monnunum og hava
teir væl og virðiliga prógv
að, og at felagið hevur
stórt virði og stórt yvirskot
merkist eisini hjá partaeig
arunum. Størstu føroysku
íleggjararnir eru Havsbrún
við sløkum 17 prosentum og
Hans og Regin Jacobsen við
umleið 9 prosentum hvør.
Av teimum 191 milliónu
num, sum felagið útlutar í
vinningsbýti, fær Havsbrún
32,5 milliónir krónur, og
feðgarnir báðir, Hans og
Regin Jacobsen góðar 17
milliónir hvør.
34 milliónir til
Bakka-feðgarnar
forma motivini eftir tørvi
Skál fyri ítróttinum – og
skít verður við heilsuni!
Bambi
Føroyar
Bjarni Djurholm
kjak á síðu 23
Polit
iskar ný
skipanir
Uni Arge
vikuskifti síða 24-25
KaJ Leo Johannesen er løg
maður. Aksel V. Johannesen
er varaløgmaður og fíggjar
málaráðharri. Og John Jo
hannessen er landsstýris
maður í heilsumálum.
Soleiðis eitur meirilut
in av teimum lands
stýrinum
í
løtuni
Johannesen.
Trý
av seks landsstýr
isfólkum eita Jo
hannesen, og teir
eru meirlutin, tí løgmaður
hevur avgerandi atkvøðuna,
skuldi staðið á jøvnum.
Johannesen-bandin stýrir