fríggjadagur 8. apríl 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 42 · 8. apríl 2011
11
VIKUSKIFTI
kkulig...
noydd, at aftur leggja seg á skurðborðið
at skera húðina burtur á búki, lørum og
ørmum. Hetta er ikki ókeypis at gera,
og vanliga rindar heilsuverkið ikki fyri
plastikkskurðviðgerðir av hesum slag.
Fleiri av teimum, sum vóru við í
svensku sjónvarpssendingini, søgdu
frá um eksem og ringan lukt frá
eykahúðini. Summi kundu ikki íðka
nakran ítrótt, tí húðin skavar.
– Umleið helvtin av teimum,
sum verða skurðviðgjørd, hava
brúk fyri, ella ynskja, plastikk
kirurgi. Hetta kann antin gerast
á almennum sjúkrahúsum, har
kapasiteturin ofta ikki er nøkt
andi, ella á privatum sjúkra
húsum, sigur Heðin Jacobsen
Tað, sum hevur verið nógv
frammi í miðlunum er, at
eftirviðgerðin av hesum sjúk
lingum er ikki nøktandi, og
tí fáa tey trupulleikar seinni
í lívinum. Eisini hesum vísir
Heðin Jacobsen aftur.
– Okkara toymi av
skurðlæknum hevur stórar
royndir og er eitt av teimum
toymunum, sum gera flestar
skurðviðgerðir. Í fjør gjørdu vit
um 3.000 skurðviðgerðir í Noregi,
Danmark og Svøríki. Serliga í
Noregi, har vit sjálvir taka okkum
av allari eftirviðgerð, hava vit
drúgvar royndir við teimum trupul
leikum, sum kunnu stinga seg upp eftir
skurðviðgerðina.
Føroyingar, ið fáa skurðviðgerð á
Aleris, verða kannaðir har og í Før
oyum.
– Blóðroyndir verða tiknar árliga,
hetta kann gerast í Føroyum. Síðan
verða svarini send okkum og vit geva
viðkomandi ráð og vegleiðing, hvat tey
skulu taka av ískoyti. Um aðrir trupul
leikar stinga seg upp, verður hetta
eisini viðgjørt. Umframt rutinukontroll
hava tey, sum eru skurðviðgjørd her,
møguleika at kontakta okkum nær sum
helst fyri at fáa ráð og viðgerð. Eisini
um talan er um kirurgiska eftirviðgerð,
har vit kunnu rætta uppá ting. Prísirnir
fyri hetta eru ymiskir alt eftir, hvussu
nógv sum skal gerast, sigur Heðin
Jacobsen.
Hann leggur tó aftrat, at gastriskt
bypass er ein heilsuoperation og ikki
kosmetikk. Tí eiga tey, sum umhugsa
at gera hesa viðgerð, eisini at hugsa um
at nýggjur lívsháttur er neyðugur, har
fysiskur aktivitetur og góðir matvanar
er týdningarmikið.
Heðin Jacobsen, er skurðlækni og
serfrøðingur innan gastriskt bypass.
Eykahúðin, sum verður eftir á
kroppinum eftir skurðviðgerðina,
kann ofta verða til ampa.
Mynd: Jens Kristian Vang