mánadagur 11. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað sær út sum um, at Jørgen
Niclasen »gjørdi ein Jóannes«,
tá Fólkaflokkurin tók seg úr
samgonguni í síðstu viku.
»At gera ein Jóannes« er at
fara úr eini samgongu, tí man
roknar við nývali. Tað gjørdi
Javnaðarflokkurin í 1996 – iv
aleysur í, at Edmund Joensen
fór at skriva út nýval. Men tað
gjørdi hann ikki. Hann skip
aði nýggja samgongu saman
við Fólkaflokkinum, sum hev
ur sitið við valdið síðani.
Men
Javnaðarflokkurin
fór í eina oyðimarkargongd í
andstøðu í næstan átta ár.
Tjóðveldisflokkurin skuldi
eisini vera smartur í 2003, tá
tey mistu álitið á Anfinni
Kallsberg fyri bókhaldsfusk,
sum hann í eini bók var lagd
ur undir at hava gjørt fyri eini
25 árum síðani. Tað endaði við
nývali og at Tjóðveldisflokk
urin fór sína oyðimarkar
gongd, sum hann hevur verið
í síðani.
Kanska Fólkaflokkurin nú
stendur fyri tørni...?
So upplivdu vit tað, at ein sokallaður
umhvørvisfelagsskapur leggur okk
um føroyingar undir at velja Sátan
fram um Gud, tí vit drepa grind. Jú,
mangt skalt tú hoyra...
Til eitt vist kunnu vit skilja, at fólk
úti í stóru verð halda okkum vera bar
barar, tí vit drepa grind. Men hetta
man vera eitt gott dømi um, hvussu
lítið sokallað globaliserað fólk skilja
av tí heila. Almenna heimasíðan hjá
Sea Shepherd visti nú um dagar
nar at siga um grindadrápið í Vest
manna hósdagin. Har speireka tey
føroyingar, sum siga, at grindin er ein
gáva frá Gudi:
»Tann einasti gudur, sum kann
góðtaka slíka ræðslu er Satan, og
Føroyar tykjast tæna sínum ónda
gudi við sínum drápsliga hugburði og
við at verja eina barbariska mentan,
sum einki pláss eigur í 21. øld, sum ikki
hoyrir heima í siviliseraða heiminum,
og sum als einki pláss eigur í Evropa
samveldinum«, skrivar Sea Shepherd
millum annað á heimasíðuni.
Jú so víst er tað í nógv størstan
mun talan um glantrileik í umhvørv
isfelagsskapum so sum Sea Shep
herd. Tað gongur jú út upp á, at ávís
ir persónar skulu kunna uppihalda
einum lívsstíli, har teir kunnu spegla
sær í glamour og vinna pengar upp á
lættsintar umhvørvisfjepparar, sum
geva teimum gávur fyri at berjast
móti til dømis blóðdálkandi og ónd
um føroyingum.
At grindadrápið fer í søguna tyk
ist alt meira greitt. Ikki tí at vit skulu
bukka undir fyri trýsti frá umhvørv
isfelagsskapum, men tá almennu
heilsumyndugleikarnar mæla frá, at
fólk yvirhøvur eta grind, so hevur
politiski myndugleikin ein álvarsam
an trupulleika við at loyva fólki at
drepa og eta grind. Tað er so í øllum
førum at blæsa og hava mjøl í munni
num, og her verður politiska skipanin
skjótt noydd at taka støðu – heldur
enn at halda fyri eygu og oyru og
halda seg vita betur.
Nú fekk Kári á Rógvi, løgtings
maður, rættiliga oyrini í maskinuna,
tá hann speirak ein týskara við Aus
wich í sambandi við herferð móti
grindadrápi. Nei sjálvandi kunnu
dagsins týskarar ikki gera við, at for
fedrarnir vóru slíkir barbarar ímóti
mannaættini. Men tað átti ikki verið
so trupult at vent sjútsinum og gjørt
hesum fólkum greitt, at vit ikki halda,
at tað ikki sømir seg tjóðum, sum tína
mannalív, at finnast at okkum fyri
okkara grindadráp.
Støðan er jú heilt margháttlig, tá
mannatýnarar finnast at hvalatýnar
um – og so koma fleiri teirra úr somu
londum, sum hava dálkað okkum sjó
økið so illa, at grindin ikki er etandi.
Grindadrápið
fer
helst
í
søguna. Men tað verður ikki tí, at
»barbararnir« í Føroyum ikki koma
sær at drepa hesi fittu og klóku djór.
Grindadrápið fer helst í søguna, tí at
barbararnir á meginlandinum hava
dálkað okkum umhvørvið so illa, at
grind ikki er etandi.
Margháttligt, at mannatýn
arar finnast at hvalatýnarum
Leygarkvødið vóru nakrar
gentur av bygd farnar ein
túr til Havnar at hungna
sær. Tíðliga leygarkvøldið
vóru tær bodnar í ein føð
ingardag.
Tá ið tær komu í føð
ingardagin løgdu tær til
merkis, at hetta var ikki ein
vanligur føðingardagur við
lagkøku , bollum og kakao.
Har vóru tað rúsevnir sum,
settu dagskránna.
Tey flestu, sum vóru í
føðingardegnum vóru rús
að við rúsevnum. Hetta var
ikki nakað fyri bygdagent
urnar, sum vit hava tosað
við, so tær valdu heldur at
fara ein túr oman á Hvonn
at hugna sær.
– Her er tørvur á einum
meira aktivum narkopoliti,
halda genturnar.
Og tað undran mangan,
hví rúsevni florera í Føroy
um, tá ið øll kenna hvønn
annan.
So tit, sum síggja rúsevni
í veitslum og arðastaðni,
sigið løgregluni frá. Tað
nyttar ikki at vit fjala út
yvir hvønn annan. Um vit
øll í Føroyum standa sam
an um at útrudda rúsevni,
so var eingi trupulleiki at
gera slagorðið til álvara: Nei
til narko!
Hetta skylda vit børnum
okkara, sum eru í vanda
bólkinum fyri at koma út í
slíkt misbrúk.
Rýmdu undan
rúsevnum
DÁLKA OKKUM GRINDINA BURTUR
Gjørdi Jørgen ein Jóannes?
Vælferð
ella niður
laging
Eyðgunn samuelsen
kjak á síðu 10
Sund
stein spyr
Kaj Leo
Jógvan Sundstein
kjak á síðu 12
Í Sankta Frans skúla í Havn
høvdu tey herfyri evnisviku,
sum tey kallaðu eina ferð
gjøgnum føroyskt. Í hesum
sambandi vitjaðu næmingar
úr 3. og 4. flokki í Miðlahús
inum.
Tey vildu fegin síggja,
hvussu vit gera bløð, skriva
Portalin og gera útvarp í
Miðlahúsinum. Tey hava eis
ini havt rithøvundar á vitjan
í skúlanum, sum hava greitt
frá um tað at skriva søgur
og yrkingar og um sagnir og
ævintýr.
Tey hava eisini kannað
standmyndir ymsa staðni
í Havnin. Ja, tey vóru fegin
um hendan øðrvísi mátan at
hava undirvísing.
»Ein ferð gjøgnum føroyskt«