mánadagur 11. apríl 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Á okkara leiðum hendir tað
sjáldan, at skotið verður við
byrsu millum hús.
Men
tíðliga
sunnu
morgunin hendi tað á Argj
um.
Ein maður fór at skjóta
móti úthurðini á eini íbúð,
har fyrrverandi kona hans
ara búði. Onkur skot fóru inn
ígjøgnum.
Kvinnan var inni. Hon sá
mannin gjøgnum hurðina,
rann inn á baðirúmið, ringdi
til 112, og so smeyg hon sær
út gjøgnum vindeygað og
leitaði sær skjól inni hjá ein
um granna.
Tá ið politiið kom, stóð
maðurin
framvegis
við
byrsuni, sum hann ikki vildi
leggja frá sær, fyrr enn politi
ið hevði skotið eitt ávaringar
skot.
Illa fyri
Út á seinnapartin sunnupart
in var maðurin avhoyrdur
í grundlógarhoyri, og hóast
hann lítið og einki mintist
frá tilburðinum, segði hann
beinleiðis og óbeinleiðis sína
syrgiligu søgu.
Hann hevði kent konuna
í 41 ár og fekk fleiri børn við
henni.
Fyri nøkrum árum síðan
búðu tey eitt skifti í Dan
mark, men so flutti hann
fyrst heim aftur, og á jólum
flutti hon eisini heim. Tey
royndu at vera saman, men
tað riggaði ikki, og 1. apríl
vórðu tey separerað.
Maðurin var sera illa fyri
í rættinum sunnudagin, og
verji hansara bað um, at
maðurin ikki varð spurdur
um hendingina, tí so var
hann noyddur at gita.
Drukk
Ákærin góðtók hetta og
spurdi tí um lívið hjá manni
num annars.
Tann skuldsetti segði, at
hann hevði drukkið illa. Í
seinastu viku var hann byrj
aður at drekka longu hós
kvøld, drakk fríggjakvøld og
byrjaði so aftur leygardagin
seinnapartin.
Hann
sat
einsamallur og drakk.
So í býin um kvøldið, og á
tveimum vertshúsum hevði
hann drukkið nógv brenni
vín.
Hvussu hann var komin
úr býnum út á Argir, visti
hann ikki, men hann gitti,
at hann hevði tikið ein hýru
vogn.
Hann hómaði okkurt um,
at hann hevði sent fyrrver
andi konu síni eitt sms.
- Eg bað um hjálp fyri at
fáa skil á tilveruna aftur,
segði tann skuldsetti.
Hon svaraði ikki.
Slapp til rýmingar
Hon hevur greitt politinum
frá, at løtu eftir at hon hevði
fingið sms-ið, bankaði á dyr
nar, hon fór upp og sá mann
in gjøgnum glashurðina.
Hon hoyrdi, at hann skeyt,
og hon vildi ikki lata upp, men
fór inn á baðirúmið, ringdi
teskandi 112 og segði, hvussu
vorðið var. So smeyg hon
sær út gjøgnum vindeygað
og leitaði sær skjól hjá einum
granna. Tá ið so politiið kom,
fór hon til politistarnar.
Har vóru sjey politistar.
Teir bóðu mannin sleppa
byrsuni, men tað gjørdi hann
ikki, fyrr enn politiið hevði
skotið eitt ávaringarskot.
Sjey politistar vóru á stað
num.
Einki agg
Í rættinum kom fram, at
maðurin hevði patrónbelti
uppi á sær, tá ið hann varð
handtikin. Byrsan var hansa
ra, váttaði hann, tá ið hann
fekk at síggja myndir av byr
suni.
Sjálvur mintist hann einki
uttan blá blunk, og at hann
varð lagdur í handjørn.
- Eg hevði onga orsøk til at
vera illur inn á hana. Tað var
heldur hon, sum skuldi verið
ill inn á meg, segði maðurin.
Hann hevði ætlað, at hon
skuldi fáa húsini og alt, sum
í teimum var.
Maðurin viðgekk, at hann
hevði verið ójavnt sintur, og
tað kom av drekkaríi.
- Tá man byrjar longu
hósdag, er man komin langt
út, segði maðurin, sum vísti
aftur, at hann eisini hevði
tikið tablettir.
Hóast hann hevði drukkið
illa, hevði hann alla tíðina
røkt sítt fasta arbeiði.
Sunnumorgunin var hann
rættiliga fullur. Promillan
varð máld til 2,21.
Sjálvmorðstankar
Hann segði, at hann fleiri
ferðir hevði umhugsað um
at tikið lívið av sær, men bara
av sær sjálvum fyri at sleppa
burtur.
Hvussu tað skuldi gerast,
svaraði hann ikki beinleiðis
uppá, men av tí at hann var
vanur við at skjóta, kundi tað
verið ein møguleiki.
Fyrrverandi konan hevur
greitt politinum frá, at hann
ofta hevur tosað um at taka
lívið av sær, men hann hevði
ongantíð hótt hana, og hon
hevði tí ongantíð verið bang
in fyri honum.
Dómarin gav ákæranum
viðhald í, at grundaður ill
gruni var um, at maðurin var
sekur í skuldsetingini.
Skal mentalkannast
Hann varð tí varðhalds
fongslaður fram til 6. mai.
Ákærin kravdi, at mental
kanning verður gjørd av
manninum. Verjin mótmælti,
at henda kanning verður
gjørd í Føroyum.
- Í Føroyum tekur ein slík
kanning at kalla ólógliga
langa tíð at gera, og so skal
hann sita í arrestini og gána
í eitt ár.
Akærin, verjin og dómarin
komu ásamt um at royna
at fáa kanningina gjørda í
Danmark. Henda kanning
skal gerast eisini fyri at fáa
staðfest, hvussu maðurin
Vildi hava hjálp
Maðurin, sum tíðliga sunnumorgunin læt átta skot av móti úthurðini, har fyrrverandi
kona hansara búði, mintist einki, tá ið hann var í grundlógarhoyri sunnudagin. Hann hevði
frammanundan sent henni eitt sms, tí hann bað um hjálp at fáa skil á tilveruna aftur
Í dag eru teknikarar
úr Danmark komnir til
Føroya at kanna staðið,
har skjótingin fór fram