Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 8 Sosialurin Høvdu vit onki gjørt, hevði trygd­ar­grunn­ ur­in verið tómur um fýra ár. Tað staðfestir Auð­ unn Konráðssson, for­ mað­ur í Meginfelag Útróðr­ar­manna. Hann sigur, at inn­ tøk­an, verður fiski­ skap­ur­in óbroyttur, fer grunnurin at hava eina inntøku upp á 15 millión­ir um árið við tí inngjaldi, sum nú er. Men samstundis er hev­ur miðal útreiðslan til inntøkutrygdina ver­ið 26 milliónir um ár­ið hesi seinnu árini. Tað merkir, at gjør­ du vit onki, hevði grunn­ur­in v­erið tómur um fýra ár. - Politiska skipanin blak­aði okkum út. Sam­gong­an blakaði inn­tøku­trygd­ina frá sær, men vildu ikki lata nóg mikið av pengum fylg­ja við. - Vit staðfestu, at eitt stovnsfæ upp á 150 milliónir kravdist fyri at gunnurin skuldi koma fyri seg, men vit fin­gu bara 50 milliónir. Hann sigur, at semja var ikki um at hækka inn­gjald­ið, tí stórur part­ur av flotanum er so illa fyri. - Tí var neyðugt at sker­ja útgjaldið fyri ikki at tøma grunnin, sig­ur formaðurin í Megin­felag Útróðr­ar­ manna. - Hetta var neyðugt fyri at bjarga grunni­ num, so at hann ikki fór á húsagang, lon­gu áðrenn hann er byrj­ að­u­r av álvara, leggur hann afturat. Áki Bertholdsen At minstalønin hjá fiski­ monn­um og minsta­for­vin­n­ ing­urin hjá útróðrar­monn­ um nú verður skerd, er ein avleiðing av, at sam­gongan ikki longur vildi, at landið skuldi rinda inn­tøku­trygd­ ina longur. Av tí sama varð skipanin løgd undir partarnar á arbeiðs­marknaðinum at um­sita og rinda. Men bæði reiðarar, Fiski­ man­na­felagið og Megin­ felag Útróðrarmanna, eru samd um, at landið læt alt ov lítið av pengum fylgja við tá ið manningarfeløgini fin­gu skipanina at umsita og tí hava tey ongan møgu­ leika at fáa eina skipan á føt­ur, sum ber seg. Manningarfeløgini stað­ festu, at eitt alment inn­ skot upp á 150 milliónir var neyðugt fyri at skipanin kundi koma fyri seg. Men almenna innskotið varð bara ein triðing av tí. Sam­stund­is skulu ímillum eitt og tvey prosent av hvørjari avreiðing setast í grunnin. Í løtuni fer eitt prosent í grunnin og semja er ikki í stýri­num um at hækka inn­ gjald­ið. - Tað hava reiðarar sett seg ímóti, staðfestir Viberg Søren­sen, formaður í Reiðara­felagnum. Bjarging Men spurningurin er, hvussu Fiskimannafelagið og Meginfelag Útróðr­ar­ man­na kunnu góðtaka eina skipan, sum ger um­ støður­nar hjá teirra limum so nógv verri enn tær eru framman­undan. Auðunn Konráðsson, for­maður í Meginfelag Útróðr­ar­manna, staðfestir, at sum er, knípur tað hjá stór­um parti av flotanum at fáa endarnar at røkka sam­an, so tað er ikki rætta at leggja enn størri byrðar á hann. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sig­ur, at tað var neyðugt at sker­ ja inntøkutrygdina fyri at grunnurin ikki skal verða tóm­ur um stutta tíð. - Hetta er ikki stuttligt og ikki við okkara góða vilja. Teir eru allir tríggir samd­ir um, at grundin til, at sparingarnar eru settar í verk, er, at grunnurin hevur ikki nóg mikið av pengum og at verður inntøkutrygdin óbroytt, hevði hann verið tóm­ur. - Hetta er ein spurningur um at laga útgjaldið til inn­ gjaldið, siga teir. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Minstalønin hjá fiski­monn­ um minkar nú 200 krónur um dagin. Tað er avleiðingin, nú ein nýggj kunngerð um minstu­ løn er komin í gildi. Tann fyrsta apríl setti stýrið fyri nýstovnaði Trygd­ ar­grunn Fiskivinnununar nýgg­ja kunngerð í gildi, har bæði inntøkan hjá fiski­ monn­um og útróðr­ar­monn­ um verður skerd. Í summum førum er skerj­i­ng­in rættiliga stór. Bæði reiðarar og mann­ ing­ar­feløgini hava umboð í stýrinum, men avgerðin um at broyta minstalønina og minstaforvinningin til útróðr­ar­menn, varð tikin av ein­um einmæltum stýri. Sostatt hava bæði umboðini fyri Fiski­manna­ felagið og umboðið fyri útróðrarmenninar góðtikið broyt­ingina. Missa 200 krónur Eftir broytingini, sum kom í gildi 1. apríl, er alt, sum eitur dag­stud­ningur til fiskimenn av­tik­ið. Samstundis er ásett, at minstu­lønin er 700 krónur um dagin. Hevði skipanin hildið fram óbroytt, hevði minsta­ løn­in verðið 900,16 krónur tann fyrsta mai, staðfestir Han­ni Thomsen, virkandi stjóri í Trygdargrunni fiski­ vinnu­na. Sostatt missa fiskimenn góð­ar 200 krónur um dagin, tá ið ringast stendur til. Hann sigur eisini, at áð­ur fylgdi minstulønin við lønar­ broyt­ingunum hjá ar­beiðs­ fólki á landi. Tað merkir, at hvørja ferð arbeiðslønirnar á landi hækkaðu, hækkaði minstu­ løn­in eisini. Men tann skipanin er eisini avtikin, so nú er minstu­lønin ásett til 700 krón­ur, sama, hvussu lønar­ gongd­in er á landi. Nú er tað bara ein nýggj semja í stýrinum fyri Trygd­ ar­gunnin, sum kann broyta minstu­lønina. Hækka 130.000 krónur Sam­stundis eru umstøðurnar hjá útróðrarmonnum eisini versn­aðar og hjá summum útróðr­ar­monnum er talan um eina rættiliga stóra skerj­ ing. Minstiforvinningurin hjá útróðr­armonnum var beint oman­fyri 11.000 krónur um mánaðin og tað er nú hækk­ að upp í 12.000 krónur. Men treytirnar fyri at fáa minstuløn eru munandi herdar. Higartil hevur ein útróðr­ ar­bátur skula avreitt fyri 70.000 krónur fyri hvønn tilmeldað fólk hesar seinas­ tu seks mánaðirnar fyri at fólk­ið kann fáa minsta­for­ vinn­ing. Nú er markið hækkað, so at nú skal útróðrarbátur hava avreitt fyri heilar 200.000 krónur fyri hvørt til­meld­að fólk hetta seinasta hál­va árið. aki@sosialurin.fo Fiskimenn missa nú 200 kónur um dagin 4 ár INNTØKUTRYGD Minstalønin hjá fiskimonnum og útróðrarmonnunum er munandi skerd og tað hava bæði Fiskimannafelagið og Meginfelag Útróðrarmanna góðtikið Tvingað at skerja inntøkuna Gjørdu vit einki, hevði grunnurin verið tómur um fýra ár Inntøkuviðurskiftini hjá fiskimonnum og útróðrarmonnum, eru nú munandi versnað. Teir, sum verða raktir, eru teir, sum frammanundan eru nógv ringast fyri Fiskimenn skerdir