Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 12 Sosialurin Dávid Isfeld Hósvík Fylkist um framburð Føroya Tarnandi tvíbýtingin Føroyingar eru heims­ meistarar í tvíbýting og hava olympiskt potentiali í tvídrátti. Uttan mun til hvat evnið er, svitast tað ikki, at vit fara í tvinnar bólk­ar og tvíhalda um okk­ ara sannføringar. Hetta síggja ella hoyra vit hvønn dag: útjaðari mótvegis mið­ staðar­øki, samband mót­ vegis loys­ing, tað almenna mót­vegis privatu vinn­ una; og tvídráttur mill­um grannabygdir, granna­ komm­unur, grannaoyggjar; eisini er tvídráttur millum sjúkrahúsini, ímillum summ­ar skúlar, millum bóndir, sjófólkið og fólkið á landi, ja enntá innanhýsis í okk­ara politisku flokkum. Nú er nóg mikið. Um vit ikki skjótt byrja at draga somu línu og sama veg, so verður dýrt og trupult hjá okkum at minka um skuld og skapa framburð og trivn­að. Felags vinningur Øll vinna við at gera sítt. Vit skulu effektivisera tað almenna. Dømi: Skúlalærarar á øll­um økjum kunnu t.d. hava eina minni fasta løn, og í staðin fáa góðar sam­ sýningar fyri avrik sum t.d. umsetingar, fryml­ar til tulkingar og skriv­ing, og mangt annað undir­ vís­ingartilfar, sum kemur okk­ara næmingum til góð­ ar, samstundis sum tað mennir lærararnar. Tað eru ongar føroyskar bøkur fyri yrkis­læru­greinirnar á Tekniska skúla – um­seting tørvar eins og egið tilfar. Í Havnardali hav bónd­ir­ nir tikið lógvatøk saman og gjørt eitt stórt og nýmótans fjós, sum framleiðir 1/3 av mjólkini til MBM. Klandur millum bóndir tarnar teirra menning og møguleikar. Um vit fáa færri og størri kommunur, verða tær eisini nógv sterkari og betri. Tá er møguligt at skapa trivnað. Vegasamband skapar ikki trivnað; tað ger eitt livandi og fjøltátta umhvørvi í bygd og í bý – “maður er manns gaman”; gloym ikki tað. Effektivisering í fiski­ vinnuni fer at minka um flot­an, men so kann tann arbeiðsmegin nýtast á landi – góðsking til matna hevði gjørt fiskivinnuna á landi størri og nógv meira lønandi. Tað er eingin van­ lukka. Eitt land, har fólk verða viðfarin ymiskt, skap­ar eisini tvíbýting og mis­nøgd. Tí er upp á tíðina, at farið verður frá sjó­ mannafrádráttinum, yvir eina skiftistíð upp á eitt skilagott áramál, og soleiðis byrjar sjófólkið at gjalda skatt eins og øll onnur. Spurningurin um sam­ band og loysing fer ikki at broytast, men tað má koma í aðru rekkju. Nú skal høvuðsorkan nýtast til at gera Føroyar aftur til eitt gott land at liva í. Her er hóskandi at leggja afturat, at MVG á gerandis matvørum eig­ur at burturbeinast beinan­ vegin. Tá vit tosa um at fáa útisetar heim, so er tað bústaðarprísir og íbúðar­ møguleikar saman við mat­ prísunum, sum vigar mest. Hetta skal upp á pláss alt fyri eitt. Vit eru øll í sama báti Hetta eru ítøkilig dømi, hóast tey ikki eru neyvt út­greinað, sum kann vera við til at bera okkum fram ímóti einum ynskiligum sam­felag, har øll gera sítt. Her er ikki pláss fyri sjálv­ søkn og fyrilitarleysum lokalpolitikki. Hetta snýr seg ikki miðstaðar øki, smá­bygdir ella útjaðara í sjálvum sær, men um allar Føroyar og allar føroyingar – eisini teir, sum lesa ella arbeiða uttanlands. Kjak Jógvan Sundstein Tilfeingisgjald, Burðardygd, Marknaðarbúskapur Fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann Tað hevur altíð áhuga, tá ein floksformaður kemur við síni frágreiðing á einum flokslandsfundi. Ikki minst tá hesin floksformaðurin samstundis er stjórnarleiðari. Tí kundi eg hugsað mær at fingið nærri útgreinað nakrar útsagnir hjá løgmanni á seinasta landsfundi Sam­ bandsfloksins. Men áðrenn eg komi til sjálvar fyrispurningarnar vil eg gjarna endurgeva eitt sindur av tí, sum eg haldi meg minnast frá tíðini fyrst í nítiárunum, tá lógin um vinnu­ligan fiskiskap var til­ evnað og samtykt. Tá arbeiddi ein politiskur bólkur við uppskotinum. Eg haldi ikki, at eg minnist galið, at persónarnir vóru: John Petersen, Thomas Ara­bo, Henrik Old og Olaf Olsen. Lógin snúi seg um stýring av fiskivinnuni. Fyri at hetta kundi lata seg gera skuldi landsstýrið hava ávísar heimildir. Ein orðing mátti tí finnast, sum gav landsstýrinum hesar heimildir. Aftaná drúgva viðgerð funnu nevndu politik­arar eina orðing, sum ljóðaði nakað soleiðis, at fiska­tilfeingið var ogn Føroya Fólks. Umboðandi Føroya Fólk, kundi landsstýrið so­ statt seta ymiskar stýr­ings­ reglur í gildi. Orðingin var í sínum uppruna sostatt ætlað sum ein heimild hjá landsstýrinum at reka fiskivinnupolitikk og ikki, sum hon í nútímans dagliga politiska tjakinum verður brúkt og misbrúkt, at fordeila eitt ávíst tonsatal av fiskatilfeinginum til hvønn føroying. Aftur til fyrispurningin Nú er so nógv hent á politiska økinum seinastu dagarnar, men beinleiðis orsøkin til, at eg spyrji løgmann, er, at hann á landsfundi hjá Sam­bandsflokkinum pro­ klamerar, at nú skal til­feing­ isgjald setast í gildi. Hetta gjaldið skal samstundis tryggja okkum eina burðar­ dygga fiskivinnu og tryggja okkum, at vinnan fær markn­ aðarbúskaparligar karmar. Fyrispurningurin hjá mær er tí í fyrsta umfari: 1. Hvat tilfeingi snýr tað seg um ? 2. Hvat er definitiónin av tilfeingisrentu? 3. Hvat er definitiónin av tilfeingisgjaldi? 4. Um til­feing­is­gjald verð­ur gjøg­num­ført, er so høv­ uðs­ætl­anin at útvega inn­ tøkur til lands­kassan ella at betra um rentabilitetin hjá fiski­vinnuni? Kunnu hesi sameinast? 5. Hvørji lond, sum vit kunnu samanbera okkum við, hava tilfeingisgjald av týdn­ingi á fiskivinnuna, og hevur skipanin havt við sær ein “reform” av vinn­uni í viðkomandi landi? (t.d. burðar­dygd, fríari marknaðar­kreftir v.m.) 6. Nú haldi eg ikki, at løg­ maður sjálvur hevur um­ røtt so nógv skipanina við “tilfeingisbú”, men aðrir hava gjørt tað. Er ein slík uppboðssøla til gagns fyri virðisøkingina av føroysku fiskfram­ leiðsluni? Ella á annan hátt fyri føroyska fiski­ vinnumhvørvið sum heild? Hvussu skal hon ná­greiniliga skipast? Viðmerkingar Lat meg siga, fyri at eingin misfatan skal vera, at eg ynski alt tað besta fyri før­ oysku fiskivinnuna, og at hendan framhaldandi má mennast sum týdningarmesti grundvøllurin undir føroyska búskapinum. Tí haldi eg eisini, at fiskivinnulóggávan alla tíðina eigur at verða fylgd upp og dagførd. Lat meg eisini siga, at eg havi lisið arbeiðsskjal fyri Fiski­ mála­ráðið frá 24.02.2011 um “Tilfeingisgjøld á fiski­ vinnuna”. Tað er upplýsandi, men inniheldur ikki nakað uppskot um “reform”. Seinastu dagarnar havi eg nakrar ferðir hoyrt løgmann siga orðini: “Tað er ikki bara, bara.” Tað gevi eg honum rætt í. Tí eigur hann at ímynda sær heilt greitt, hvat hann vil, tá hann leggur upp til eina skipan við tilfeingisgjaldi og líknandi tiltøkum. Tí vænti eg eisini at fáa eina útgreinandi frágreiðing um mínar spurningar. So kunnu hansara ætlanir metast út frá svarinum. Zakarias Wang Fólkaatkvøða í Íslandi og her Nú hevur íslendska fólkið enn einaferð víst tingmonnum sín­um, hvar ið skápið skal standa, og at altingið ikki hevur alt vald. Eftir er hjá okkum at spyrja, hvussu tað ber til, at vit ikki enn hava fingið einar frælsar Føroyar, eins og vit á fólkaatkvøðuni í 1946 bóðu ting okkara at gera. Vit vita jú øll hvør orsøkin er: Í staðin fyri at vera fólk­ sins vilja lýðin, hevur løgting okkara sett eina korrupta skipan í verk, har útlendskur peningur verður oystur út yvir oddafiskarnar í landi okk­ara. Strámenninir fáa pen­ingin av tí, at teir ikki duga at stýra, og verri teir stýra, meir fáa teir.