mánadagur 11. apríl 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Nógvar gleðistøður hevur ein verið
vitni til í samband við fótbólt, men
gleðin hjá klaksvíkingum við at
leggja seg á odda 1-0 úti í Vika á
Argjum, aftaná 58 minuttirs spæl
var heilt serlig.
Áðrenn Bárður Heinesen stútaði
KÍ framum, høvdu bæði Jógvan
Isaksen og Kristoffur Jacobsen
rakt træverkið við góðum skot
royndum. KÍ hevði tá spælt trý
korter í yvirtalsstøðu. Hjalgrím
hevði brent eitt brotsspark, og
óeydnan hekk tung yvir bláklæddu
uppflytarunum úr Klaksvík. Men
aftaná 1-0 málið hjá KÍ bar alt til,
og neyvan hevur nakað skottelt á
Norðoyastevnu verið so nógv testað,
sum neyðars føðingardagsbarnið
í
B71-málinum,
Símun
Rógvi
Hansen, sum fylti 24 ár ígjár. Við
Hjalgrími Elttør, Jógvani Isaksen
og Kristoffuri Jacobsen hevur KÍ
eina veruliga skothóttan, sum óivað
fer at geva fleiri málverjum høvuð
brýggj í vodafonedeildini hetta
kappingarárið.
Óhepni íslendingurin
B71 hevði longu eitt veruligt handi
kapp, tá dysturin var byrjaður,
og tað var, at teir vóru noyddir at
spæla heimadystin á uttanveltaðum
vølli. Til næsta heimadystin skuldi
vøllurin í Traðardali tó verið lið
ugur, og tá kemur veruligi heima
vallarfyrimunurin aftur. Men tá
dysturin byrjaði var einki sum
bendi á, at sandoyingar fóru at fáa
eina skortfleingju.
Sandoyingar stóðu væl á vøll
inum, og vóru væl við, men tá eitt
lítið korter var farið koppaði alt
hjá B71. Eitt innlegg frá Kristoffuri
Jakobsen endar við, at Bárður J.
Heinesen gerst leysur í brotsteig
inum. Bárður fær ikki skot á –
bólturin endar hjá Hjalgrím Elttør,
sum fær eitt betri skot á bóltin,
men á mállinjuni bjargar íslendski
verjuspælarin, Annel Helgi Finn
bogason við arminum. Ransin
Djurhuus varð eirindaleystur. Hann
dømdi brotsspark, og vísti íslend
ingin av vøllinum.
Aftaná hesa hendingina gjørdist
talan um eina veruliga mótbrekku
hjá B71. Tá Bojan Zivic so varð vístur
av vølli, aftaná eina hevnissøku, tá
bert sjey minuttir vóru farnir, bar
ikki til hjá sandoyingum at standa
ímóti bláu flóðalduni av álopum,
sum streymaðu ímóti málinum hjá
Símuni Rógva Hansen, sum fyllir 25
ár ein týsdag næsta ár, og tí vænt
andi sleppur undan einari so keð
iligari føðingardagsgávu næsta ár.
Ovurfegin málverji
Gunnar á Steig, málverji hjá KÍ varð
ovurfegin um sigurin:
– Vit blivu við at skapa mál
møguleikar, so tað var bara ein
spurningur um tíð, áðrenn hol kom
á. Venjarin var væl nøgdur aftaná
fyrra hálvleik, hann bað okkum at
halda fram við trýstinum, so skuldu
málini nokk koma, segði ein fegin
Gunnar á Steig aftaná dystin. Um
støðina sum førdi til, at hann var
vístur av vølli, segði Annel Helgi
Finnbogason hjá B71:
– Hatta var rættiliga býtt. Eg
standi stillur, og bólturin var skotin
upp í armin á mær, segði ein týð
iliga vónbrotin Annel Helgi Finn
bogason, sum ætlar at koma sterkt
aftur, tá hann aftur fær møguleikan
í verjuni hjá B71 aftur.
heris@sosialurin.fo
Sandoyingar negldir
við 6-tumma seymi
Vodafonedeildin Hóast klaksvíkingar leingi vóru í yvirtalsstøðu, høvdu leikliga yvirvág,
og høvdu nógvar málmøguleikar, so gekk ein tími, áðrenn tað brast fyri nev hjá klaksvíkingum
B71
0
KÍ
6
Aftur stórtap
Ein og sandingar endaðu kappingarárið í fjør við stórtapi, byrja teir eisini nýggja kappingarárið við stórtapið, tá teir bláðu úr Klaksvík, løgdu seg á odda í landskappingini
Mynd: nordlysid.fo
SMS-boð um dystin:
»Nú selur Midstovubóndin á Sandi eplamorl«
»Símun Rógvi fekk 6 mál í födingardagsgávu
frá KÍ, og tvey reyd kort. Hann
fyllir 24 ár í dag.«
»B71 hevur broytt navn til „06 Argir“«
»KÍ fekk kjansin frá Ransin«
»KÍ er nummar 1, og HB liggur til nidurflyting.
Nordlýsid verdur nakad tungt
hósdagin«
»B71 munnu nokk verda „Argir“, tá teir fara
út á Argir at späla»