Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 Sosialurin 27 Men sum hjá barndómsvinum flestu, so føra lívleiðirnar ymsar vegir, og Plúmm/Føstufressar hev­ur verið rár hending á palli seinnu árini. Og fríggjakvøldið var heilt greitt gleðin stór í Norður­landa­ húsinum at sleppa at hoyra teir saman aftur á einum og saman stað. Og teir skuffaðu ikki!! Og stutt­ligt at Finnur (Hansen) líka­sum gjørdi Plúmm mann­ing­ ina randaða, og var við Føstu­ fressunum. Sum Terji tók til; tá hann er við, so fæst ein pakki við so nógvum í. Holger Laumann, danski tón­ leikarin og Føroyavinurin, setti dám á fyrru fløguna, men hann andaðist fyri nøkrum árum síð­ani, men manningin á pall­ in­um fekk einu løtuna fjøldina at minnast mannin, tá ein saxo­ fonsolo av fløguni slapp inn ímill­um í einum lag, og mynd av Holger stóð yvir pallinum hesa stundina. Konsertin fríggjakvøldið var fyrst og fremst ein staðfesting. Terji er troubadoururin, front­ mað­urin, ið kennir seg heima á palle, og sum fær fjøldina við sær. Maðurin, sum á útlendskum óivað kann kallast “performari”. Hann er náttúrligi maðurin at standa fremst. Hann eigur løgini, ið vit hava tikið til okkum. Hann valdi tíðliga tónleikin, livir nú av tónleikinum, men hevur altíð - og ger tað enn - livað fyri tónleikin. Hann er komin eitt fet nærri stjørn­unum, teimum, ið bleiktra á innara himmalhválvinum, tá vit ótilvitað tríva í góðar sangir, ella skulu eyðmerkja føroyskan nú­tíðar­tónleik, ið hevur fest røtur í hugaheiminum hjá vanliga før­oyinginum, ungum sum eldri. Hetta er óivað nóg mikið til at staðfesta troubadourstatus. Tað var so stuttligt at fáa hesa uppliving enn einaferð; hetta at hoyra teir saman aftur - live!! Plúmm. Úrmælingar eru teir, ong­in ivi. Øll vistu tað fríggja­ kvøldið, øll vildu uppliva ella endur­upp­livað tað fríggjakvøldið og øll fingu tað staðfest. Magnus við akkordunum, sum flóta, og fylla so ómetaligt, at tað kennist, sum flýtur yvir, og tað rennur útav pallkantinum. Leivur, ið bæði dugir at dempa seg, tó við flottum kryddi, og so at “fýra av “ flottu og stundum krypisku soloirnar. Rógvi, ið er sum kletturin, ið trygt kann byggj­ast á, tó at listarligar snild­ir koma ímillum, uttan at skaka rútmu ella heild. Arnold, ið saman við Rógva er kjølfest rútma. Ein lenar seg trygt afturá, tí her er alt í tryggum hond­um, um­framt at bassurin ger snildir, spælir egnar leiðir, ið skapa aðrar grund­litir undir, tá hinir spæla sær, og so eigur bass­urin eisini her náttúr­ligt pláss sum solo­ljóðføri. Finnur, ið dugir so mangt, men sum tangent­ snill­ingur bæði leggur seg sum yndis­ligt tónlag undir, og sum kann taka eina solo, ið gevur anda­neyð. Hjá teimum tykist so lætt og ómakaleyst at skapa hesar stóru løturnar, ið festa seg, og fær okkum at leingjast efter fleiri slíkum. Her er talan um serflokk innan tónleikarar! Og vit, sum høvdu vónað, at onkur løta við Plúmm, og teirra tónleiki, onkuntíð aftur kom í Norðurlandahúsinum, fingu okkara 10-15 minuttir hetta kvøld, har Plúmm róði afturá og vísti kynst­ur síni. Takk fyri tað!! Hug­tak­andi var eisini løtan, tá Rúna á Heygum sang Hákunar­ drongur. Óføra røddin er minst líka góð enn. Gott Sum heild ein góð konsert. Sat ikki rætt fyri til at kunna góðsku­meta ljóð ella ljóðmynd. Róð hevur ver­ið fram undir, at Terji ikki “fekk allar teir høgu tónar­nar heilt við”. Kanska er okkurt í hesum. Fríggjakvøldið var kanska okkurt, serliga í byrj­ anini, ið kundi bent á, at hann ikki hoyrdi nóg væl, men føddi frontmaðurin staðfesti seg eftir mínum tykki hetta kvøld, og hetta stjól á ongan hátt heildar­ myndina. Tá allar perlurnar høvdu ljóm­ að, slapp eisini skaldið Anker Eli á pall at taka ímóti lógva­ brestunum, væl uppiborið. Tað er ikki hvønn dag at vit uppliva slíkt, ið gongur upp í hægri eind; tónleikur, orð og tónleikarar og framførsla!! dagfinn@sosialurin.fo