mikudagur 13. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Um dagarnar kom fram,
at ætlanin er broyta und
irvísingina
í
donskum
í
miðnámsskúlum
soleiðis,
at lærugreinin ikki longur
verður ein kravd lærugrein.
Orsøkin er, at hægri dansk
ir lærustovnar ikki longur
hava sum krav, at føroyingar
skulu hava danskt á a-stigi
frá miðnámsskúla.
Tá tað snýr seg um tað,
sum danskt er í Føroyum,
so hava vit tað við at fara
í baklás. Í øllum føri vilja
summi okkara fara aftur til
jólafundin í 1888, tá Jóannes
Bóndi læs yrkingina »Nú
er tann stundin«, har hann
yrkti um móðurmálið, sum
hevði tað so ringt og leið
undir donskum máli:
»Hoyr, latum okkum tó mót
útlendskum ganga,
tað sláa undir vanga;
útnyrðingur skal tað av
landinum føra
– sum sápubløðru!«
Men støðan er so nógv øðr
vísi í dag. Tað er ikki danskt
undirvísingin í skúlanum,
sum hóttir okkum málið.
Tvørturímóti hevur danskt
undirvísingin positivt og
konstruktivt árin á føroyska
málið, og danskt er, um vit
vilja tað ella ikki, brúgvin til
lærdu skúlarnar, sum enn
eru og framvegis vera fyrst
og fremst í Danmark.
Sjálvsagt skulu vit hava
dygga undirvísing í enskum,
men enskt skal ikki taka yv
ir, tí vit ikki vilja læra danskt.
Og at tosa um at læra nakað
so óítøkiligt, sum norður
lendskt í staðin fyri danskt er
í besta lagi heimføðislig und
anførsla. Sjálvandi skulu vit
læra danskt væl og virðiliga.
Hini norðurlendsku málini
kunnu vit so taka haganífrá.
Tað eru skilagóðir tónar sum eru at
hoyra av politiska vígvøllinum í løt
uni. Mánadagin váttaði Høgni Hoy
dal, at Tjóðveldi hevur fundast við
restina av samgonguni um at fáa
nøkur týdningarmikil mál framd,
heldur enn at sleppa landinum út
í stjórnarloysi.
Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldi
vil royna at gera nakrar langtíðar
semjur millum politiskar flokkar,
sum skulu kunna halda – eisini aft
an á eitt løgtingsval. Hetta skulu
vera avtalur, sum verða gjørdar so
bindandi, at flokkarnir mugu siga
tær upp við serligari uppsagnar
freist, um tey broyta hugsan.
Hóast slíkar avtalur – ella forlík,
sum tað verður kallað eitt nú í Dan
mark – eru púra vanligar í øðrum
londum, so er hetta nakað heilt nýtt
í føroyskum politikki. Hetta boð
ar frá góðum, tí um okkara kosnu
menn og kvinnur klára at broyta ar
beiðslagið á henda hátt, so er nógv
vunnið.
Vit hava sæð so nógvar semjur
og so nógv samgonguskjøl, sum ikki
eru verd tað pappír, tey eru skrivað
á. Vit kunnu bara taka øll vallyftini
undan seinasta løgtingsvali – tey
eru so langt frá dagsins politiska
veruleika, at vit í veruleikanum ikki
eiga at taka hesi fólkini fyri fult.
Sjálvt um tað bara skuldi mangl
að, so er tað djarvt at Tjóðveldinum
at melda soleiðis út. Tað er sera skil
agott og tekin um gott politiskt tev,
at ein flokkur sum Tjóðveldi kann
lyfta seg upp um vanliga smálig
heitspolitikkin, sum bara gongur
út upp á hjá einum andstøðuflokki
at fella tað til eina og hvørja tíð sit
andi stjórn. Tað tykist ikki vera ætl
anin hjá Tjóðveldinum.
Harafturat kann veljarin við
slíkum langtíðarsemjum síggja,
hvørja politiska leið hann skal velja,
og hvat tað merkir, um hann velur
hendan ella handan flokkin. Tosað
hevur verið um blokkpolitikk, hetta
hevur nakað við tað at gera. Tí verða
komandi dagarnir sera týdningar
miklir fyri politisku framtíðina. Og
tað er ikki tí, at tað av tilvild er ein
sambandsmaður sum er løgmaður,
ella tí at Javnaðarflokkurin er í
samgongu. Men tí, at tað sær út til,
at vit nú fara at síggja nøkur polit
isk avrik, sum fleiri flokkar í felag
kunnu standa saman um, og sum tí
fleiri fólk kunnu kenna sín ognarlut
í. Tað er tað, sum hevur manglað í
føroyskum politikki – altíð!
Um hetta verður loysnin, so hev
ur hetta nógv størri týdning, enn at
loysa stjórnarskipanarligu træt
una, sum hevur hildið føroyskum
politikki niðri í móruni í fleiri enn
hundrað ár.
Tað boðar frá góðum, at
flokkar gera bindandi avtalur
Tað er bara ein heimasíða
í Føroyum, sum ikki hevur
loyvi at hava lýsingar. Tað er
heimasíðan hjá Kringvarpi
Føroya.
Politikararnir
høvdu
eftir øllum at døma so ringa
samvitsku av, at Kring
varpið nýtir lógarkravdar
almennar pengar at kappast
ímóti privatu miðlunum,
at tá møguleikin var eisini
at lýsa á internetinum, so
slapp Kringvarpið ikki tað.
Men tað hevur kortini
ikki so nógv upp á seg.
Meðan Sjónvarp Føroya og
Útvarp Føroya í sínari tíð
lýstu størv leys í bløðnum,
eins
og
flestu
aðrir
almennir stovnar, so lýsir
Kringvarp Føroya síni leysu
størv – einans – á einastu
heimasíðu
í
landinum,
sum ikki hevur lov at hava
lýsingar.
Men tað ger jú einki, tí
einki hendir kortini. Man
hetta so vera ein byrjan upp
á at útvega Kringvaprinum
internetlýsingar? – og tá
tað hevur gingið eina tíð, so
tora politikararnir einki at
gera kortini. Enn hava vit
ikki sæð eitt landsstýrisfólk
í mentamálum, sum er ført
fyri at skapa Kringvarpinum
sømulig kor, so tey sleppa
undan kreativum loysnum
til tess at útvega stovninum
pengar.
Vit skulu hava eitt gott
alment kringvarp. Men tað
fáa vit bara við at gjalda tað,
sum tað kostar, og tað er
uppgávan hjá politikarum.
Alt annað er at blæsa og
hava mjøl í munninum.
Kreativt ella ólóg
ligt Kringvarp?
Blíðkar fyri hugaðum fólkum
Í blaðnum í dag sigur Petur Elias
Petersen, ÍSF forseti, at tað ikki er
beinleiðis ósamsvar í tí, at HB lýsir
við ølbryggjarínum Okkara á sín
um búnum hjá Vodafone-liðnum.
Altso harra forseti... Tað er
ÍSF, sum hevur fingið sær hatta
bæriliga stevnumið, ikki at eggja
ungum at drekka, og at úrmæling
ar í bestu deildunum skulu vera
góðar fyrimyndir. Hvussu kann
sjálvur ÍSF forsetin vera so fanta
sileysur?
Niðurstøðan má so bara vera,
at meðan fransk-hotdog-brigadan
hjá ÍSF berjist ímóti pylsum
og feitum chipsi í ítróttarhall
um, so heldur hægsta ítrótt
arleiðsla landsins tað vera
í fínasta ordan at lýsa við
rúsdrekka á fótbóltsvøllum.
Her lekur illa millum te
ori og praksis hjá ÍSF. Hetta
virkar for býtt. Vil ÍSF hava
fólk at taka undir við has
um frálíka heilsutiltakinum,
so gerið tað heilhjartað – ella
latið vera!
Sjálvandi skulu vit læra danskt
Trygd
argrunn
ur endur
skoðast
Georg hansen
kjak á síðu 13
SEV –
skynsemi
sigrari
Hans Dávid Dam
kjak á síðu 12
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Øl er øl harra ÍSF forseti...