Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 14 Sosialurin Lagt til rættis: Árni Joensen Eftir íslendsku stýrisskip­ an­ini skal forsetin staðfesta lógar­samtyktirnar hjá Alting­ in­um, men stýrisskipanin gev­ur eisini forsetanum rætt til at sýta fyri at staðfesta lóg­irnar. Hendan rætt hevur Ólafur Ragnar Grímsson brúkt tvær ferðir í sambandi við Icesave-skuldina. Ístað­in fyri er málið farið til fólka­ atkvøðu og fallið har báðar ferðir. So er spurningurin, um tað var rætt av forsetanum at brúka sýtingarrættin í hesum føri. Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, segði mána­dagin, at eftir hennara tykki hevði forsetin vera sera djarv­ur í sínum avgerðum í sam­bandi við Icesave. – Í summum førum haldi eg, at hann hevur verið ov djarvur, og at hann leggur seg út í mál, sum hann ikki eigur at gera, segði forsæt­is­ ráðharrin. Hon legði afturat, at tað er neyðugt at gera eini nærri lýsing av sýtingarrætti forsetans og avgerð um fólka­atkvøðu, enn verandi stýris­skipan ger. Steingrímur bersøgin Í sambandi við ta seinnu Icesave-fólkaatkvøðuna hev­ ur Ólafur Ragnar Grímsson sagt, at tingmanningin, sum samtykti ta seinnu Icesave- semjuna, er tann sama, sum samtykti ta fyrru semjuna, sum fólkið vrakaði. Hesi orðini fullu ikki í góða jørð hjá Steingrími J. Sigfússyni, fíggjarmálaráðharra: – Verður hesin forsetin sitandi, noyðast vit at hava altingsval annaðhvørt ár ella kanska hvørt ár, segði fíggjarmálaráðharrin. Fyrrverandi danski utt­ an­ríkisráðharrin Uffe Elle­ mann-Jensen hevur eisini funnist at avgerðunum hjá íslendska forsetanum í sam­ bandi við Icesave-málið. Hann heldur, at forsetin hevur misskilt sína støðu. Seta spurnartekin við leiklut forsetans Leiðararnir í íslendsku stjórnarsamgonguni eru alt annað enn fegnir um tann leiklut, sum Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, hevur havt í sambandi við Icesave-málið Tær næstu vikurnar fer danska stjórnin at royna at fáa meiriluta í Fólka­ting­ inum fyri teirri sokallaðu 2020-ætlanini, sum Lars Løkke Rasmussen, for­sætis­ ráðharri, og Lars Barfoed, løgmálaráðharri, løgdu fram í gjár. Ætlanin hjá stjórnini skal tryggja javnvág í tí almenna húsarhaldinum í 2020, og fyri at røkka málinum skulu politikararnir finna 23 milli­ ardir krónur afturat teimum 24, sum teir funnu við End­ urreisingarpakkanum í fjør. Meginpartin, 18 milliardir krónur, ætlar stjórnin at fáa við at útseta eftirlønaraldurin og fólkapensjónsaldurin. Eft­ir uppskotinum hækk­ ar eftirlønaraldurin stig­ víst frá 2014 úr 60 í 62 ár, og frá 2019 hækkar fólka­pen­ sjónsaldurin stigvíst úr 65 í 67 ár. Samstundis verður skotið upp at strika eftirlønina, soleiðis at tey, sum høvdu fyrlt 45 seinasta ársskiftið, missa rættin til eftirløn. Broytingar í fyritíðarpen­ sjónsskipanini og SU skulu geva tríggjar milliardir krón­ ur, og tær báðar sein­astu milli­ardirnar ætlar stjórn­in at útvega við rationali­ser­ ingum og sparingum á verju­ økinum. At enda sigur stjórnin, at verður 2020-ætlanin fram til fulnar ella annað, sum gevur sama úrslit, kann tann almenna nýtslan veksa 0,8 prosent um árið frá 2014. Tey næstu 10 árini ætlar stjórnin at gera íløgur fyri meiri enn 200 milliardir krón­ ur í samferðsluna, heilsu­ verkið, eldraøkið og skúla­ verkið og at útvega 125.000 arbeiðspláss í teirri privatu vinnuni. Danmark skal javnviga í 2020 Danir gerast eldri og eldri, samstundis sum færri og færri koma á arbeiðsmarknaðin. Harafturat minka inntøkurnar av oljuni í Norðsjónum. Tí verður hall í tí almenna húsarhaldinum, so langt eygað røkkur Eiga at virka fiskin Tað er ikki bara í Før­ oy­um, at politikarar tosa um at virka ein størri part av fiskinum á egnum virkjum held­ ur enn at selja hann óvirkaðan av landinum. Tað ætlar landsstýrið í Grønlandi eisini, men sambært flokkinum Siumut gongur arbeiðið alt ov seint. Flokkurin vísir á, at í Qaasuitsup kommunu eru meiri enn 1.500 fólk arbeiðsleys. Samstundis er økið miðdepil fyri svart­kalvaveiði, men kortini vórðu 15.000 tons av óvirkaðum svartkalva send av landinum í 2009. Tí vil Siumut hava lands­ stýrið at seta meiri ferð á sínar ætlanir. Toskarok Hýrurin á útróðrar­ monn­unum í Lofoten hevur verið góður í sein­ astuni, tí menn hava ongantíð vitað um, at so nógvur toskur er komin inn á Vestfjørðin at gýta sum í ár. Í Norges Rå­fisklag vænta tey, at eini 200.000 tons av toski fara at koma upp á land hesa tíðina. Útróðrarmenninir eru tó ikki heilt nøgdir við prísin. Teir fáa einar 16 norskar krónur í meðal fyri kilo, men undrast á, at feskur fiskur kostar millum 70 og 80 krónur kilo í handlunum. Tann nógvi toskurin kemur ikki óvart á fiski­frøðingarnar. Tað er í fyrsta lagi skilagóð stovnsrøkt, sum gera tað, men heitari sjógvur ger kanska sítt, siga teir. Ísland kann gerast fordømi Embætismenn á ES- høv­uðsborgini í Brux­ elles stúra nú fyri, at úrslitið av Icesave- fólka­atkvøðunum í Ís­ landi kann ávirka hugs­ unarháttin hjá fólki í eitt nú Írlandi, Grikkalandi og Portugal, sum stríðast við stóra skuld. Leigh Phillips, sum er blaðmaður hjá EU Observer í Bruxelles, sigur við íslendska Morg­unblaðið, at em­ bætis­menninir bera ótta fyri, at tað, sum er hent í Íslandi, kann geva fólki í øðrum londum ta uppfatan, at tað ber til at sleppa undan at rinda skuldina hjá tí almenna. Tað vóru teir báðir floksformenninir, Lars Løkke Rasmussen og Lars Barfoed, sum løgdu 2020-ætlanina fram Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, fær ákoyringar fyri avgerðir sínar í sambandi við Icesave-málið