Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Ein yvirskrift um dag­ar­nar var, at »Helena ger einki við lýs­ing­ar­nar í Kring­varp­i­num«. Víst varð til fyr­i­ spurn­ing frá Sjúrði Skaale, sum hev­ ur spurt hana, hvat hon held­ur um, at Kring­varp Før­oya gerst meira á­gang­ andi á lýs­ing­ar­markn­að­i­num, og nær og hvussu hon fer at seta greið­ari mørk fyri, hvussu Kring­varp­ið kann fara fram í kapp­ing­ini móti priv­atu miðlunum. Lands­stýr­is­kvin­nan sigur, hetta má vera tekin um, at kapp­ing­in um lýs­ingarkrónurnar harðn­ar, og at all­ir miðlar seta øll segl til at tekkjast lýs­ arum. Hon stað­festir, at tað er eitt stríð hjá miðl­um at fáa fatur á lýsingunum á sperda markn­að­i­num, og at hetta stríð­ið hevur Kringvaprið eisini. Landsstýriskvinnan vísir til sam­ tykt­ina frá 2005 um, at lýsingarnar í Kring­varp­i­num skulu nið­ur­lag­ast yv­ir fimm ár. Hon vísir á, at hon fleiri ferð­ir hev­ur sagt, at so leingi sum fíggj­ar­liga tap­ið av hes­um ikki verð­ ur tryggj­að, so gong­ur líkn­ing­in ikki upp. Nú er tað so lætt at gera líkn­ing­ ar og so føra hand­ils­skap og pol­i­tikk út frá tí. Veru­l­eik­in er mang­an ein ann­ar hjá priv­at­um vinn­u­rek­andi, enn hjá al­menn­um stovns­leið­ar­um. Með­an priv­atu miðl­ar­nir eru farn­ir gjøgn­um eitt bú­skap­ar­ligt ódn­arveð­ ur, har grund­ar­lag­ið brád­liga varð skrætt und­an lýs­ing­ar­markn­að­i­num, so ar­beið­ir Kring­varp­ið á sama hátt. Kring­varp­ið er sum skatt­a­inn­k­revji tryggj­að. Tá lýs­ing­ar­inn­tøk­ur­nar ikki merkja so nógv fyri stovn­in, so fær nið­ur­gongd­in ikki somu av­leið­ ing­ar. Men við at út­nytta ó­jøvnu og ó­røttu kapp­ing­ar­støð­una, so kann Kring­varp­ið tryggj­að seg enn betur, meðan priv­atu miðl­ar­nir mugu líða. Alt hetta hendir, tí vit hava eitt pol­itiskt atgerðarloysi, har pol­i­ tikarar ikki hugsa um tað dem­o­krat­ iska undirskot, vit fáa, um bløð­ini hvørva. Í hesum døgum sit­ur ein fjøl­miðla­kommi­ss­ión og ar­b­eið­ir við máli­num, og vón­andi og vænt­andi spyrst okkurt gott burt­ur­úr tí. Vit kunnu spyrja, hví skal Kring­ varp­ið ikki spara teir peng­ar­nar, sum mistir verða á lýs­ing­ar­markn­að­i­ num? Hví skal ein b­ú­skap­ar­kreppa bara ganga út yvir privatu miðl­ar­nar, með­an Kring­arp­ið koyr­ir víð­ari sum ein heilag kúgv? Logikkurin átti at verið, at Kring­ var­p­ið skuldi spart, tí hví skulu tað bara vera privatu miðl­ar­nir, sum mugu siga fólkum úr starvi og fremja grund­leggjandi rat­ion­al­i­s­er­ing­ar, með­an Kringvarpið koyr­ir víðari og tramp­ar á til­ver­u­grund­ar­lag­ið hjá privatu miðlunum. Tað er ikki rætt, at til­veru­grund­ ar­lag­ið hjá Krin­g­varp­i­num skal verða treyt­að av lýs­ing­ar­inn­tøk­um. Kring­ varp­ið skal rek­ast við ó­heft­um al­ menn­um peng­um. Vilja politikararnir ikki játta pengarnar, so má stovnurin stutt og greitt spara. Tá tey privatu spara, so kann Kringvarpið eisini Leygardagurin 16. apríl verð­ur ein serstakur dagu­r fyri prentsmiðjuna ”Før­oya­ prent”. Klokkan 13 fer fyritøkan undir átakið “Føroyaprent plantar trø”. Ætlanin er at planta tey fyrstu 200 trøini við Viðarlundina í Kerjum við Hotel Føroyar, og samstundis gera eitt lítið hátíðarhald á staðnum. Borgarstjórin, Heðin Mort­ en­sen fer at planta tey fyrstu trøini. Fyritøkan ætlar tó meiri enn bert hesa plantingina. Øll, sum keypa prentlutir frá Føroyaprent, líka frá visitkortum og fald­ar­um til bløð og bøk­ur, verða nú eisini eig­arar av hesi viðar­lund­ini. Enda­ málið er, at virðingin, sum prent­smiðjan hev­ ur fyri trøum og náttúru, verður sjónligari. – Vit ivast ikki í, at eftir­ spurningurin eftir um­ hvørvisgóðkendum vør­ um fer at vaksa kom­andi árini. Fleiri og fleiri vilja nú hava umhvørvis­góð­ kend­ar og burðar­dyggar vør­ur, og ongin kann steðga hesum vaksandi krav­in­um, verður sagt úr Før­oya­prent. Føroyaprent er ein­asta svanamerkta fyri­tøka í land­inum, og hev­ur longu prógvað virði í norður­ lendsku svana­góð­kenn­ ing­ini. Í dag eru uml. 90% av øllum prentlutum frá Før­oyaprent svanamerktir, sum merkir, at alt pappír­ið, ið verður brúkt til prent­ lutir, kemur úr norður­ evropeiskum skógum, har størstu fyrilit verða tikin fyri um­hvørv­in­um. Hugsa fram í tíðina Kringvarp kann eisini spara Sunnukvøldið fer Rás2 und­ir eitt nýtt bingospæl, ið kallast DINERO. Hetta fyrsta spælið verður ókeypis hjá lurtarunum, og hava fólk longu fingið plátur sínar sendandi við postinum. Fyri sløkum ári síðani boðaði Rás2 frá, at ætlanin var at fara undir eitt nýtt bingo. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at klokkan 19:30 sunnukvøldið verður farið undir at draga fyrstu tølini. – Hóast krepputíðir í land­inum, hevur tað ging­ið ótrúliga væl at fáa fyri­tøkur at stuðla hesum spæl­ in­um við góðum vinn­ ing­um, stað­festir Birgir Waag Høgnesen, markn­ aðar­leiðari á Rás2. Orsøkin til hetta er, sam­bært Birgiri, at hesar fyri­tøkur vita, at Rás2 hevur ein breiðan lurtaraskara kring alt landið og í øllum aldr­ um. – Tær føla tí, at tær fáa nakað afturfyri at sponsorera einum bingospæli á rásini. Aðrastaðni á síð­uni verð­ ur nevnt hvørj­ir vinn­ing­ar­ nir eru hetta fyrsta kvøld­ið. Skip­anin er sam­stundis hon, at tey sum fáa fulla plátu í 3. spæl­in­um sunnu­kvøldið, eru við í luta­kastinum um høv­uðs­vinningin, ið er olja frá EFFO hvør virði er 50.000 krónur. Annars er faldari og pláta send út í hvørt húski í land­ inum fyrr í vikuni. Annars ber til at ogna sær fleiri plátur á sølustøðum kring alt landið. Spælið byrjar sunnu­ kvøld­ið, og verður spælt fram ímóti summarinum. Sið­loysi í sam­ komuni richard danielsen kjak á síðu 10 Takið bólk 5 upp til nýggja meting mortan johannesen kjak á síðu 10 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Spæl, undir­hald og vinningar Hetta fyrsta spælið sunnukvøldið er sum nevnt ókeypis hjá fólki. Hvørt húski í landinum hevur fingið eina plátu sendandi ókeypis, og so er klárt at spæla. Telduskráin til spælið er keypt úr Danmark og er royndarkoyrd framm­anundan. Undir spælinum fer Hilmar Jan Hansen at undirhalda, meðan funnið verður fram til tey ið vinna teir tríggjar vinningarnar fyri hetta fyrsta spælið: Gávukort frá Bowlinghøllini í Havn áljóðandi 1500 krónur; fartelefon frá Føroya Tele og ein flogferð frá Atlantsflogi. DINERO við stórum vinningum á Rás2