fríggjadagur 15. apríl 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Stríð hevur tikið seg upp
millum kommunurnar øðru
megin og Nærverkið og
Almannamálaráðið hinumeg
in um, hvør skal gjalda fyri
at hava náttarvakt á teimum
umleið 15 sambýlunum í
landinum.
Higartil hava kommun
urnar rinda fyri náttarvakt
irnar, tí tað hava tær hildið,
at tær eiga at gera.
Men nú er komið í ljós
mála, at tað er alt annað
enn vist, at kommunurnar
hava skyldu at rinda fyri
náttarvaktirnar.
Kommunurnar vísa á, at
landið hevur ikki heimild til
at krevja kommunurnar eftir
hesum gjaldinum.
Tað er eisini ivingarsamt
við heimildini og tí hevur
Rósa Samuelsen, landsstýris
kvinna í almannamálum, nú
lagt uppskot fyri Løgtingið
um at skera út í papp, at tað
eru kommunurnar, sum skulu
rinda fyri náttarvaktirnar.
At uppskot verður lagt
fyri løgtingið nú, taka komm
unurnar sum tekin um, at
Almannamálaráðið
viður
kennur, at heimildin hevur
ikki verið til áðrenn.
Av tí sama hava fleiri
kommunur nú boðað Nær
verkinum og Almannamála
ráðnum frá, at tær vilja ikki
longur rinda fyri náttar
vaktirnar.
Summar kommunur hava
eisini spurt Almannamála
ráðið um, hvørjari heimild,
peningurin verður kravdur
frá kommununum eftir.
Krevja peningin aftur
Ein kommuna, sum noktar at
rinda fyri náttarvaktirnar, er
Tvøroyrar Kommuna.
Á
fundi
týskvøldið
samtykti Tvøroyrar Býráð,
at kommunan skal gevast at
rinda.
Men kommunan kravdi
eisini, at fáa allan peningin
aftur, sum kommunan hevur
rindað av órøttum øll hesi
árini.
- Tað er ongin orsøk, at
kommunan
rindar
meiri
enn hon eigur at rinda eftir
lógini, og hava vit goldið ov
nógv, eiga vit at fáa peningin
aftur, er støðan hjá Tvøroyrar
Býráði.
Talan er um rættiliga
nógvan pening, tí Tvøroyar
Kommuna rindar ímillum
50.000 og 60.000 krónur um
mánaðin fyri náttarvaktirnar
til sambýlini.
Talan er sostatt um eina
upphædd upp á ímillum
600.000 krónur og 720.000
krónur
um
árið,
sum
Tvøroyrar Kommuna hevur
goldið fyri náttarvakt á
sambýlum hesi seinastu 12
árini ella so.
- Hava vit goldið allan
hendan peningin, uttan at
heimild er fyri at krevja
okkum eftir honum, skulu vit
hava tað aftur, varð staðfest
á býráðsfundinum á Tvøroyri
týskvøldið.
Tað skilst eisini á bæði
Kommunufelagnum
og
K o m m u n u s a m s k i p a n
Føroya, at fleiri kommunur
ætla ikki at lata hetta fara
afturvið borðinum, men vilja
hava peningin aftur, vísir
tað seg, at hann er goldin av
órøttum.
Verður tað neyðugt, eru
kommunurnar eisini sinn
aðar at fara í rættin fyri at
fáa eina endaliga avgerð
aki@sosialurin.fo
Nokta at gjalda lønina
hjá náttarvaktum
á sambýlum
ÓSEMJA UM NÁTTARVAKTIR Eitt endurgjaldskrav upp á tíggjutals
milliónir liggur nú sum ein bumba undir landskassanum
Stríð um løn
Kommunurnar hava hildið, at tær skulu rinda fyri náttarvakt á sambýlunum, men nú er komið undan kavi, at tað er slett ikki
vist og nú eru fleiri kommunur til reiðar at stevna landskassanum fyri at fáa eina endaliga avgerð
10
MILLIÓNIR
Tað er rættiliga nógv,
tað kostar at hava
náttarvakt á sambýl
unum kring landið.
Mett
verður,
at
talan er um eina út
reiðslu upp á einar 10
milliónir um árið. Men
nú er als ikki vist, at
kommunurnar
hava
skyldu at rinda hesa
upphædina.
Tað er eisini greitt,
at Rósa Samuelsen,
landsstýriskvinna,
eisini er ivingarsom
og tí hevur hon nú
lagt uppskot fyri Løg
tingið, har tað verður
skorið út í papp, at...
“Kommunurnar
afturrinda landskass
anum
útreiðslurnar
til náttarvakt á eldra
sambýlum”, sum tað
stendur í uppskotin
um.
Hon sigur, at enda
málið við uppskotin
um er at fáa samsvar
millum lógina og skip
anina,
sum
arbeitt
verður eftir og sum
byggir á eina siðvenju
frá seinnu helvt av
90’unum,
har
tær
kommunur, ið eiga og
reka
eldrasambýli,
rinda fyri náttarvakt
ina á sambýlunum eft
ir rokning.
Hendan siðvenjan
er síðani staðfest í
kunngerð,
men
nú
hevur so ivi tikið seg
upp um nøkur lógar
heimild er at seta hesa
kunngerðina í gildi.
Eisini Landsgrann
skoðarin hevur reist
spurningin um heim
ildina hjá Heilsumála
ráðnum
at
krevja
kommunurnar
eftir
gjaldi fyri náttarvakt
irnar og hevur spurt
um ætlanin er at gera
lógarbroyting á øki
num.
Hava vit goldið ov
nógv, eiga vit at fáa
peningin aftur
Kommunur ætla
ikki at lata hetta fara
afturvið borðinum