fríggjadagur 15. apríl 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Nú verður munandi lætt
ari hjá kundunum hjá At
lantsflog at chekka inn til
fráferðir.
– Tað hevur higartil verið
soleiðis, at check-in skipanin
og bókhaldsskipanin ikki
hava koyrt saman, men
við nýgju skipanini kunnu
báðar skipaninar samskipast,
sigur Sólbjørg Magnussen,
dagligur leiðari á Støðini á
flogvøllinum.
Nýggja skipanin fer at
bøta munandi um tænast
una til kundarnar hjá At
lantsflog.
– Skipanin fer millum ann
að at bøta um, tá broytingar
skulu gerast í ferðaseðlunum,
tí meðan tað nú er soleiðis,
at vit mugu inn í bókhaldið
at gera hetta, kann tað við
nýggju
skipanini
gerast
við check-in, sigur Sólbjørg
Magnussen.
Nøkur av starvsfólkunum
hava longu verið á skeiði at
seta seg inn í nýggju skip
anina, og tá hon ætlandi fer
at virka fyrst í juni mánað,
eru øll upplærd at brúka
hana.
Nýggja skipanin fer í
roynd og veru at kollvelta
check-in
tænastuna
hjá
kundunum hjá Atlantsflog.
– Tá skipanin verður tikin
í nýtslu fyrst í juni, verða
sonevndar
kioskir
settar
upp, har fólk sjálvi kunnu
checka inn. Hesar kioskir
– ella automatisku check-
in maskinur – verða settar
upp í fyrsta lagi í Vágum,
Keypmannahavn, Billund og
Reykjavík, men skulu seinni
eisini setast upp á hinum
destinatiónunum hjá okkum
í Stavanger, Bergen, Ålborg
og Stansted, sigur Sólbjørg
Magnussen.
Web check-in
Í dag ber til hjá kundunum
hjá Atlantsflog sjálvir at av
greiða sítt check-in í Keyp
mannahavn og Billund, men
hetta verður gjørt í samstarvi
við danskar skipanir.
– Atlantsflog kemur sjálvt
at eiga nýggju skipanina, og
tær eru lættar at seta upp
allastaðni uttan í Stansted,
har verandi skipanir eru øðr
vísi, sigur Sólbjørg Magnus
sen.
Men
samstundis,
sum
nýggja skipanin verður sett
í verk, fer eisini at verða
møguligt hjá kundum hjá
Atlantsflog at checka inn á
internetinum.
– Tað fer tí at merkja eina
munandi betraða tænastu til
okkara viðskiftafólk, sigur
Sólbjørg Magnussen.
Frammanundan ber til
at keypa flogferðaseðlar á
internetinum.
– Nú verður eisini nógv
lættari at broyta ferðaseðlar,
tí tað fer at bera til at síggja,
hvar teir eru keyptir í check-
in skipanini, sigur Sólbjørg
Magnussen.
Egnar check-in kioskir á
destinatiónunum hjá Atlants
flog fara eisini at merkja, at
bíðirøðirnar til at checka
inn vera munandi stytri, tá
bert kundar hjá Atlantsflog
kunnu nýta tær.
Roknað verður sum nevnt
við, at nýggja skipanin verður
klár at taka í nýtslu fyrst
í juni, tá summarferðslan
rættiliga byrjar.
Atlantsflog
nýggja
check-in skipan
Í løtuni eru starvsfólkini á Støðini á flogvøllinum í ferð við at seta
seg inn í nýggja check-in skipan, sum ætlandi fer at virka fyrst
í juni, og sum verður munandi bati hjá viðskiftafólkinum
Leo Poulsen
Tað var í januar mán
að, at Williams Cate
ring yvirtók raksturin
av Cafeteria á Flogvøll
inum, og eigarin, Hav
grímur
Johannesen,
boðaði beinanvegin frá
ætlanum um at lyfta
cafeteria upp á eitt al
tjóða støði.
Ein stórur partur av
hesum ætlanum eru nú
førdar út í lívið.
Stór og tiltalandi barr
er sett upp í sambandi
við útflýggingarstaðið,
og sum Havgrímur Jo
hannesen boðaði frá í
januar er nú ein lounge
bygd har, sum spæli
plássið var. Loungin er
hækkað frá vanligu gólv
hæddini, og er møblerað
við designarastólum og
tilhoyrandi borðum.
Tænastustøðið skuldi
eisini hækkast soleiðis,
at cafeteria altíð er opið
við fráferðir og komur.
Sum nakað nýtt byrj
aði Cafeteria á Flog-
vøllinum – sum nú eitur
Williams Catering við
Baresso-búmerkinum –
at bjóða viðskiftafólki
enskan
morgunmat
fyri ein sera rímiligan
penga.
Fyri tey, sum ferðast
ofta um flogvøllin í Vág
um, er hetta uttan iva
eitt stórt fet á leiðini
móti betri tænastu.
Cafeteria
í nýggjum
hami
Ein hugnalig barr við altjóða dámi
er nú at finna á flogvøllinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Broytingar eru gjørdar á
Cafeteria á Flogvøllinum.
Eftir at Williams Catering
hevur yvirtikið cafeteria, er
ein full barr nú stillað upp
eins og ein lounge er komin
við behagiligum stólum
Sheila Joensen og hinar í check-in fáa væntandi minni at gera, tá nýggju check-
in skipanirnar við kiosk og web check-in fara at virka fyrst í juni
Mynd: Álvur Haraldsen