fríggjadagur 15. apríl 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
10
VIKUSKIFTI
Lagt til rættis: Olav Schneider
Reinsa oyru,
vaksinera og
avlíva djór
Frensar verða geldir, hundar vaksineraðir, tenn og oyru
hjá smádjórum verða reinsað, og djór verða avlívað.
Olav Schneider hevur vitjað á Djóralæknastovuni
Á klinikkini hjá Lars og Signari í
Eysturbýnum í Havn fara fólk og
djór um dyrnar allan dagin. Teir báðir
djóralæknarnir hava nógv at gera. Teir
taka sær av øllum djórum frá dvørg
hamstarum til Newfound-lendarar,
sum viga 100 kg.
Hundar og frensar verða geldir.
Kettur, hamstarar, kaninir, hundar,
marsvín og onnur smádjór verða við
gjørd fyri ymsar sjúkur. Hundar verða
vaksineraðir, og kettur og hundar, sum
skulu av landinum, fáa eina røð av
vaksinatiónum og eitt serligt vaksina
tiónspass – tað krevja myndugleikarnir.
Brotnar mjadnar og brotin bein
verða sett saman aftur, og ormaviðgerð
verður givin.
Hjá øðrum smádjórum verða tenn
og oyru reinsað og neglirnar kliptar.
Fólk koma við djórum, sum skulu
kannast fyri okkurt álvarsligt t.d.
krabba. Djórini verða kannað í rønt
gen, skannara ella við ultraljóði, og
blóðroyndir verða tiknar. Onkur teirra
koma ikki út aftur úr klinikkini á lívi.
Ofta koma fólk tey tungu spor fyri
at fáa djór síni avlívað.
Lars og Signar ferðast um alt landið.
Sum oftast fara teir út til neyt og ross,
sum av góðum grundum ikki kunnu fá
ast á klinikkina. Teir kanna djórini, við
gera tey og geva heilivág. Í dag fækkast
neytafjósini, so tað eru mest tey stóru
fjósini, sum teir vitja. Teir fara sjáldan
út til seyð.
Ein stórur partur av arbeiðinum á klinikkini er telefonráðgeving. Sambandið við seyðabøndur og neytabøndur er fyri tað
mesta ígjøgnum telefonina. Næstan øll ráðgeving, sum hevur við seyð at gera, verður givin á henda hátt t.d. ráðgeving
viðvíkjandi heilivágsviðgerð, og tá seyðurin lembur. Nógv fólk annars, sum hava húsdjór, ringja fyri at fáa ráðgeving.
Teir kanna, um beinið á hundinum er brotið