Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 48

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 15. apríl 2011 12 VIKUSKIFTI til arbeiðis Kundarnir eru altíð nógvir við fráferð og ko­mu hjá flogførum á flogvøllinum vestu­ ri í Vágum. Og tá er ofta nógv at gera á Støðini, sum tey kalla kundadiskin hjá Atlantsflog á flogvøllinum. - Vit hjálpa og vegleiða fólki á ymsan hátt. Millum annað taka vit móti gjaldi fyri ferða­seðl­ar frá fólki, sum ynskja at gjalda kon­tant, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Í øðrum førum printa tey úr ferða­ skrá­ir og annað fyri fólk, ið ikki sjálvi hava teldu og printara heima. - Avgreiðslan umfatar bæði flogfør og tyrl­ur, og uppgávurnar eru bæði mangar og ymisk­ar. Eitt nú umsita vit ta frakt, sum fer við flog­før­un­um, og flogskipararnir koma altíð inn á Støðina at kunna seg um, hvussu nógv frakt er við, og um hon fæst í flogfarið, antin vegna tyngd ella vavi, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Tað eru eini 15 fólk knýtt at Støð­ ini, og øll eru tey konufólk. - Í løtuni hava vit fólk inni til upplæring, tí tað er altíð meira at gera um summarið, og tá eru vit eisini fleiri fólk til arbeiðis. Talan er um summar­størv, sum vara frá mai til einaferð út í september, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Sjálv byrjaði hon í starvinum fyri sjey árum síða­ni, og henni dámar stak væl á flogvøllinum. - Flogvinnan er ein sera spennandi vin­na, og eg hugsi ofta, at eg kundi ikki ímynda mær nakað annað arbeiði, sig­ur Jóna Petra Ebbadóttir. Fjølbroyttir dagar Tað krevst ein breið vitan hjá teim­ um, ið arbeiða á Støðini. - Tú skal helst kunna svara teimum spurn­ ing­um, sum viðskiftafólkini hava, og tað er eitt krav, at tú dugir enskt og danskt umframt før­oyskt. Sjálv eri eg hálvur íslendingur og dugi tí íslendskt eisini, og annars brúka vit eisini norður­lendskt mál, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Um sumrarnar hava tey seinastu ár­ ini havt fólk inni, sum duga franskt, og soleiðis verður eisini í ár. - Truplasta fólkaslagið at samskifta við, eru russar, tí teir duga sum oftast bara russiskt. Og so má samskiftið fara fram sum best við fakt­um og teknum, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. So talan er um nógvar og spennandi av­bjóð­ing­ar í einum fjølbroyttum gerandis­ degi, sum ongantíð er hin sami. - Arbeitt verður í vaktum, og talan er um fýra ymiskar. Cargo, ið tekur sær av frakt­ ini, arbeiðir frá 10 til 18, avgreiðslan er frá 7 til 15, og somu tíð er Støðin opin. Check-in er so opið tá flogførini koma og fara, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Nógvar uppgávur Tað eru altíð tvær til arbeiðis á Støðini. - Onnur tekur sær av avgreiðsluni og teim­um viðskiftafólkum, sum hava brúk fyri hjálp og vegleiðing, meðan hin tekur sær av samskiftinum við flogførini. Og har er nógv at halda stýr á, bæði í samband við check- in og frakt, og hvat pláss yvirhøvur er fyri í flog­fari­num, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Mjørkadagarnar eru teir mest spennandi. - Tá er sjálvandi ivi um, hvørt tað ber til hjá flogførunum at lenda, og tá fáa vit ofta tús­und spurningar, og sum oftast teir somu. Tá er uppgávan at tøla fólk, so tey ikki gerast frið­leys. Og annars syrgja fyri, at alt glíður, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Hon sigur, at tað kemur sjáldan fyri, at feilir eru í eitt nú ferðaseðlunum frá teirra síðu. - Ferðaseðlar verða seldir um næstan all­an heim, og tí er tað bert ein lítil part­ur, sum vit sjálvi selja. So tá feilur er í bílegg­ ing­um, er tað sjáldan, at vit fáa gjørt nak­ að við tað, tí bíleggingarnar eru gjørdar aðra­staðni, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Og av tí sama hava tey á Støðini ikki »óbehagi­lig­heitir« av illum kundum. - Nei, tað kemur ógvuliga sjáldan fyri, og skuldi tað hent, eru starvsfólk hjá Vága Flog­ havn skjót til, so vit kenna okkum ongantíð ó­trygg, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Vítt samskifti Vágafólk siga altíð, at tað ongantíð er mjørki í Vágum, men tað er so ein sann­leiki við modifikatiónum. - Tað verður bert roknað sum mjørki, tá neyð­ugt er at avlýsa flogferðir, men hendir tað, er tað uppgávan hjá okkum her á Støðini at finna út av, hvar pláss er at yvirnátta hjá ferða­fól­ku­num, sigur Jóna Petra Ebbadóttir. Í Føroyum hava tey fasta avtalu við eitt hotel, men er ikki lendandi í Vágum, skal Støðin finna út av, hvar pláss er fyri ferða­ fólk­unum, og so gera flogskipararnir av, hvar tað er skjótast og lagaligast at flúgva. - Tað kann verða alt frá Stavanger, Berg­en, Reykjavík ella Egilsstaðir og Kefla­vík, so tað eru spennandi løtur, sig­ur Jóna Petra Ebbadóttir. Men hóast tær verða upplærdar á Støðini til mangt og hvat, so er tað eitt, tær ikki verða lærd­ar, og tað er at tosa boð í anlegginum á flog­vølli­num. So hví ljóða tær allar so eins? - Eg haldi, at tað kemur bara av sær sjálv­um. Vit leggja okkum bara upp at tí, sum fólk vanliga hoyra í hátalarunum, sig­ur Jóna Petra Ebbadóttir. Aftan á sjey ár á Støðini eru sjálvandi løtur, ið hava brent seg í minni. Men eitt tað mest spenn­andi, ið Jóna Petra Ebbadóttir minnist aft­ur á, er tíðarskeiðið, tá felagið opereraði við sjey flogførum og trimum tyrlum. - Tað var ein sera spennandi tíð, serliga upp undir jól. Men tað, sum vit gleða okkum einamest til nú, er tá nýggja Airbus flog­ farið kemur til landið í mars mánað næsta ár, sigur Jóna Petra Ebbadóttir, sum um stutta tíð fer í barnsburðarfarloyvi. lagt til rættis: Leo Poulsen Kann ikki ímynda mær annað starv Jóna Petra Ebbadóttir arbeiðir á Støðini á flogvøllinum, og tað umfatar eisini check- in og Taxfree handilin. Á Støðini hitta tey sjálvandi nógv fólk, og avbjóðingarnar eru mangar – ikki minst málsliga, men Jóna Petra kundi ikki hugsa sær at arbeitt aðrastaðni Fakta Navn: Jóna Petra Ebbadóttir Starv: Traffik assistent Starvstíð: 7 ár Besta við starvinum: At møta nógvum fólki Ringasta við starvinum: Haldi ikki tað er nakað ringt Jóna Petra Ebbadóttir er skopuningur, men býr i Sørvági. Tað gera tey allarflestu, sum arbeiða á Støðini á flogvøllinum