fríggjadagur 15. apríl 2011síða 56
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
20
VIKUSKIFTI
Natúrligur
tørvur at prýða
List í almenna rúminum
Hansina Iversen
Tá eg gekk í Kommunuskúlanum
í Havn, var eg bergtikin av stóra
málninginum hjá Williami Heinesen
av Sjúrði í bardaga við ormin, sum
prýður veggin eystureftir í auluni.
Aulan var prýdd við myndarøð úr
Sjúrðakvæðunum; men stóra lista
verkið eystureftir, var tað ið altíð sást, tí
har fyri framman var pallurin og orglið
úti í horninum til vinstru. Aulan hevði
ikki verið tann vakra og stórbæra høll
hon er, uttan listaverkini hjá Williami
Heinesen. Listaverkini eru tíbetur varð
veit og gera høllina til eitt einastand
andi rúm at vera í.
Tá nýggja Hotel Føroyar lat up
í 1983 uppi á Oyggjarvegnum, var
hotellið prýtt við dygdarlist av frems
tu listafólkum í Føroyum, m.o Tróndur
Patursson í forhøllini, Bárður Jákupsson
í matstovuni og Zacharias Heinesen í
veitsluhøllini.
Zacharias Heinesen hevði prýtt
skilaveggirnar í veitsluhøllini, sum
kundu breiðast út og leggjast saman
aftur, alt eftir hvussu stórt rúm veitslur
høvdu brúk fyri. Zacharias hevði gjørt
hesar veggir so serstaka vakrar, at
hendan annars sera ómerkiliga høll,
varð til eina tindrandi høll, við teim
um skipaðu brotunum í klárum litum,
málað á hvítu veggirnar. Tá hotellið í ní
tiárunum kom í hendurnar á nýggjum
eigarum, og bleiv Hotel Borg, rullaðu
tey deyða ljósareyða plastmáling
yvir lívligu veggirnar, fyri at tekkjast
stokkuta mótanum, sum ráddi tá. Høll
in misti sína tign. Syrgiligt!
Í dag eru tíbetur aftur nýggir eigarar,
ið duga at síggja virðið í serliga bygn
inginum og týdningin av at prýða hann
við skili. Men listaverkið hjá Zachariasi
Heinesen kann ikki gerast aftur.
At skula prýða ein bygning í býar-
og bygdarumhvørvinum, er ein stór
avbjóðing fyri eitt listafólk.
Tá prýðingin skal vera ein partur av
sjálvum bygninginum, er avbjóðingin
serliga stór.
Tá eg byrjaði arbeiðið, at prýða
gamla telefonhúsið á Tinghúsvegnum,
sum skuldi umbyggjast til umsiting
løgtingsins, var stórsta avbjóðingin, at
vera partur av stórari verkætlan, har
tíðarætlanin var stýrd av fleiri sam
støðupørtum. Bíðitíð, avlýsingar, seink
ingar og framskundan, vóru allatíðina
partur av arbeiðsgongdini og tað var
torført at finna út av, hvussu tíðin
kundi nýtast best. Alt ið einum bleiv
okkurt framskundað, og so var ikki
annað at gera enn at vera til reiðar við
tí, sum skuldi setast upp tá, og var tað
nú nóg gott? Í øllum hesum órógvandi
broytingunum á einum byggiplássi,
roynur listafólkið at finna eina javnvág.
Alt tað praktiska, at halda kostnað
arætlanina, at møguliga skula broyta
tilfarið, sum umleið broytir útrykkið,
sum eg so aftur skal taka støðu til. Til
farið skal kunna halda til veður og vind,
litir og formar skulu haldast óbroyttir í
krevjandi umstøðum.
Í uppgávuni hugsaði eg um prýðing
ina á sama hátt, sum eg vanliga arbeiði
við mínum málningum. Men kanska er
styrkin í verkinum júst tann, at farið
verður undir at skapa eitt listaverk,
og ikki eitt snið. Listaverkið er uttan
fyrilit og úti av dimensiónum í mun til
umhvørvið, meðan ein bygningur verð
ur hugsaður at standa í samljóði við
umhvørvið hann stendur í. So í veru
leikanum standa bygningurin og listin
í andstøðu, og skapa ein dynamikk, ið
er avgerandi fyri tílíkt samstarv og fyri
úrslitið.
Á ráðstevnuni, sum verður hildin í
Norðurlandahúsinum 29.apríl, verður
óiva kjak um týdningin av at prýða
bygningar og um tað yvirhøvur er
neyðugt, - og skulu vit brúka pening
til tað?
Sjálvandi haldi eg tað vera al
neyðugt, og at tað nú er tikið stig til
at taka hetta áhugaverda evni fram á
ráðstevnuni " Millum Kongaminnið og
kitsch", gleðir meg. Vit hava ein náttúr
ligan tørv á at prýða; men í almenna
rúminum er tað umráðandi, at hetta
verður umsitið væl.
Tað kann ikki vera nakar ivi um, at
tað mugu vera serkøn á listarliga øki
num, ið skulu gera tað. Tað krevst ein
vitan og eitt innlit í myndlist til at kun
na meta um, hvat er nóg gott.
Hugsið tykkum Gøtu kirkju - stílfull
byggilist og vill myndlist saman. Hevði
henda kirkjan verið eitt serligt verk, um
tað eina av hesum ikki var?
At skula prýða ein bygning í býar- og bygdarumhvørvinum, er
ein stór ávbjóðing fyri eitt listafólk. Tá prýðingin skal vera ein
partur av sjálvum bygninginum, er avbjóðingin serliga stór, skrivar
Hansina Iversen í hesi grein um list í almenna rúminum