mánadagur 18. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
mánadagsblaðið
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í síðstu viku segði Aksel V. Johanne
sen, fíggjarmálaráðharri, seg vilja
taka av ognarskattin á bilar, sum
Sjúrður Skaale kallar tað í einum av
sínum viðkomandi fyrispurningum
til landsstýrismannin. Rætt hevur
Sjúrður Skaale í tí, at sokallaði
vegskatturin einki annað er enn
ognarskattur á tey, sum eiga bilar,
og rætt hevur Aksel V. Johannesen
í tí, at rættari hevði verið at tikið av
hendan ognarskattin og lagt gjaldið
oman á brennievnið. Tá verða tað
tey, sum brúka og slíta vegirnar, sum
gjalda, sum landsstýrismaðurin so
væl sigur. Og hvat er meira nátúr
ligt, enn tað?
Sjúrður Skaale førir fram, at tað
er sera ymist, hvussu nógv rindast
skal fyri vektgjald, alt eftir stødd,
slag av bili, og, ikki minst, hvat fyri
slag av brennievni, ið nýtt verður.
Her kann so leggjast afturat, at
meðan Javnaðarflokkurin hevur
sitið við valdið, hevur landsstýrið
sjey- ella áttafaldað »ognarskattin«
á viðfestisvognar - sum als ikki
nýta brennievni - tí »gjaldið var alt
ov lágt«, vildu tey vera við. Harvið
hevur Javnaðarflokkurin so stað
fest, at hann gongur inn fyri høgum
ognarskatti á bæði bilar og viðfestis
vognar, sum valla slíta nógvar vegir.
Men soleiðis er tað so mangan.
Eitt gjald verður ásett til tess at
fíggja eitt ávíst virksemi, og so
verður skrúvan uttan enda brúkt,
til vit brádliga sita við einum stór
um gjaldi, sum ikki er annað enn
ognarskattur.
Miðskeiðis í áttatiárunum var
neyðugt hjá Løgtinginum at sam
tykkja
nakrar
inntøkurlógir,
tí
pengar vantaðu í landskassanum.
Tá varð eitt oljuavgjald uppfunnið.
Hetta skuldi bara vera fyribils – og
tað var so rættvíst, tí øll skuldu
gjalda tað sama, 75 oyru fyri liturin
í eina tíð, men gakk. Gjaldið stendur
við enn – og nú hava okkara politik
arar umdoypt tað til eitt »um
hvørvisgjald«, hóast endamálið bara
var at útvega landskassanum fleiri
pengar.
Men hetta er gongdin í føroysk
um politikki. Sjáldan er talan um
gjøgnumhugsaðar loysnir – ella
breiðar semjur millum flokkar, at
»soleiðis vilja vit gera«. Heldur verða
nakrar ad hoc loysnir funnar, og so
verður bara hildið fast við tær – og
skrúvan uttan enda misbrúkt.
Viðvíkjandi vegskattinum, so
kundi hann bara verið avtikin. Eing
in orsøk er til at hava ognarskatt, tá
vit ikki vilja hava ognarskatt, tá Løg
tingið heldur ikki torir at kalla tað
ognarskatt, og tá skipanin sambært
landsstýrismanninum er alt ov dýr.
Nú kundu politikarar gjørt sum við
oljuavgjaldinum á sinni, álagt eitt
umhvørvisgjald ella ein umhvørvis
skatt á bensin og diesel. Soleiðis var
tað tann, sum brúkti, sum betalti -
eisini útlendingar!
So her er eitt upplagt mál hjá
Aksel V. Johannesen at broyta.
Akstovan sleppur undan miklum
stríði, og brúkarin sleppur undan
ognarskatti. Tann, sum brúkar
vegirnar, rindar, og tann, sum brúkar
vegirnar meira - ella slítur teir meira
við tyngri akførum, rindar uppaftur
meira. Og landskassin fær tað sama
inn.
Skrúvan uttan enda verður
alt ov ofta misbrúk
Í seinastu viku fingu Hans
Ravnsfjall og tey vitjan av
einum bláum gullsmiði í
nýbygdu húsum teirra í
Ovaru Sørpum í Sandavági.
Sjáldsami gesturin kom inn
við klæðunum, sum tikin
vórðu av snorinum.
Summarfuglurin
var
umleið átta sentimetrar úr
høvdu í haga.
Mikudagin lendi sama
slag summarfuglur um
borð á bátinum hjá Lúkku
og Børn Paturssin, tá ið
tey vóru á veg úr Koltri til
Kirkjubøar, skrivar faroe
nature.net
Hetta slagið av gullsmiði
stavar
upprunaliga
úr
Afrika og Asia og er kent
fyri at ferðast til londini í
Suður- og millumeuropa.
Hann er funnin ynglandi
so langt norðaliga sum í
Danmark.
randi@sosialurin.fo
Bláur gullsmiður
á vitjan
Ognarskatt á brennievni
Uppgávurnar
hjá
einum
kommununuskrivara eru nú
so mikið stórar og fjølbroyttar,
at mett verður ikki, at heitið
kommunuskrivari er eitt nóg
sigandi starvsheitið longur.
Hereftir skulu teir verða
kommunustjórar.
Í hesum sambandi broyta
fleiri kommununur í hesum
døgum
starvsheitið
hjá
kommunuskrivarunum, so
at teir hereftir verða nevndir
kommunustjórar. Tað sama
gjørdi Tvøroyrar Býráð á
fundi týskvøldið.
Annars varð upplýst á
fundinum, at hóast starvs
heitið nú verður komm
unustjóri, eru løn og setanar-
viðurskiftini annars, púra
óbroytt.
Í einum løttum tóna var
eisini staðiliga víst á, at hetta
var ikki nakað, sum skrivarin
hjá Tvøroyrar Kommunu
hevði funnið uppá, tí hetta
var komið úr erva, sum tikið
varð til.
Fínt skal tað vera!
Mið
námsskúlin
meir fjøl
broyttur?
Bergtóra høgndóttir
kjak á síðu 9
Vit
runnu ikki
undan
ábyrgd
jacob vestergaard
kjak á síðu 28
Í Bretlandi verður nógv
gjørt burtur úr kongaliga
brúdleypinum, sum er fyri
framman. William prinsur
skal giftast við Kate Middle
ton.
Kongaligir
serfrøðingar
í Bretlandi rokna við, at
Kate kann blíva ein sera
væl umtókt prinsessa. Hon
kemur úr einum lítlum bý,
er uppvaksin í eini miðal
klassafamilju og hevur tvey
systkin.
Men
Kate
skal
eisini
gjalda ein høgan prís fyri at
liva sum prinsessa. Hon fer
at verða einsom og kann bert
hava heilt fáar vinir, sum hon
kann líta á.
- Hon fer inn í ein heim,
har hon ikki kann líta á
fólk, tí øll kunnu finna upp
á at selja søgur um hana,
sigur Jennie Bond, ser
frøðingur
í
bretska
kongshúsinum.
Roknað verður við,
at Kate fer at hava
systur sín tætt at
sær.
Kate verður
eisini støðugt sam
anlíkna við Diana
prinsessu, sum
var populerasti
persónur í bretska
kongshúsin
um í síni
tíð.
Prinsessan verður einslig
Mynd: Hans Ravnsfjall
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo