Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað var ein vánaligur hondbólts­ dystur. Rætt og slætt. Tað hugsa klaksvíkskvinnur neyvan um í dag. Nú hava tær fyri­munin. Stjørnan kann vinna før­oya­meistaraheitið í vikuni á heimavøllinum í Klaksvík. Tað bygdu skrokkin til frálíka útgangsstøðið í gjár. Tað var við bit og slit, at tær vunnu. Eitt mál skilti liðini. Úrslitið var 22-21. Dysturin var vánaligur. Liðini framdu óvanliga nógv mistøk. Tað var lítið bit í álopsspælinum. Tað var týðiligt, at týdningurin av dystinum, at meistaraheitið stendur upp á spæl, merkti spælararnar. Tað eyðkendi dystin, at flestu spælararnir spældu illa. Jacklin í hopla Tað var serliga ein, sum skaraði burturúr í gjár. Jacklin Durhuus var stór­spælandi. Hon skeyt átta mál, og stríddust væl í verjupartinum. Umframt hana, spældi Durita Christophersen, Stjørnan, væl. Tað var lítið um hinar. Barbara Brauer, sum hevur verið millum tær bestu í hesum kappingarárinum, var mans­ vard beinanvegin, og Neistin hevði einki annað at dúva uppá, utt­an dirvið hjá Jacklin Durhuus. Munurin var lítil og eingin. Liðini togaðust um leiðsluna allatíðina – og Stjørnan var akkurát omaná tá avtornaði. Alt at vinna Neistin hevur alt at vinna hósdagin. Neistakvinnur skulu vinna fyri at halda lív í vónini at vinna før­oya­ meistaraheitið. Uppgávan hjá venj­ aranum, Birgir Hansen, er nú at syrgja fyri, at spælararnir eru ikki eins fjálturstugnir sum hesa­ferð. Tað ræður um at hava neyðuga tolið. Kanska tær lærdu av dyst­ inum hesaferð. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað var eingin slingur í valsinum. Neistin hevur verið oddalið alt kappingarárið og vann uppiborið í fyrsta finaludystinum. Ellivu mál skilti liðini. Tað er alt, sum bendir á, at Neistin endurvinnur føroya­ meistaraheitið skírisdag. Liðið hevur verið nógv best í hesum kappingarárinum. Klassar betri enn mótstøðuliðini. Avrikið hesa­ferð var so sannførandi, at tað verður lítið og einki væntað av kollfirðingum í seinna finalu­ dystinum. Vánaligur hálvleikur KÍF fekk fimm mál fyri steðgin. Tað er vánaligt, rætt og slætt. Kollfirðingar vóru púra av ongum. Orsøkin var fremst av øllum, at koll­firðingar rædd­ ust upp­gávuna. Spælið var óskipað. Verjuparturin var lítið nær­lagdur, og óneyðug mistøk darvaðu álopsspælinum. Saknur var serliga í Arnbirni Hansen og Gert Hansen, sum nú tørna út fyri fót­bólts­felagið EB/Streymi. Samstundis spældi Neistin væl. Tað var ikki lætt at verja fyri David Edvardsen, sum var stór­ spælandi. Danin slapp fleiri ferðir í góða skotstøðu, og hann tók oftast av møguleikanum. Hann fekk 10 mál. Heimaliðið fekk fótin fyri seg eftir hvíldina, men tá høvdu gestirnir væl og virðiliga tryggj­ að sær sigurin. Ivamálini, um tað hevur darvað spælið hjá neistamonn­ unum, at teir hava einki havt at spælt fyri í fleiri vikur, vóru kveistraði burtur beinanvegin. Tað var eingin finaluhýrur í Kolla­firði. Neistin bukaði koll­ firð­ingarnar. Stigatalvan í Atlantic Airways-kappingini sigur greitt, hvussu einaráðandi teir bláu hava verið. Tá øll liðini høvdu spælt sínar 24 dystir, var Neistin heili 13 stig framman fyri KÍF. Tá skal viðmerkjast, at odda­liðið spældi ikki við fullari megi seinastu dystirnar, og tapti fyri bæði H71 og StÍF. Seinasti møguleikin Skírisdag verður seinni finalu­ dysturin. Framvegis er einki avgjørt, er svarið, um tú spyr neistafólk. Skinnið verður ikki selt, áðrenn bjørnin er skotin. Tað skal hinvegin verða sera undar­ ligt, um Neistin ikki fær føroya­ meistarasteypið í hesari vikuni. Neistin hevur vunnið allar sínar seks dystir á kollfirðingar í hesum kappingarárinum. Fýra lands­kappingingardystir, steypa­finaluna og fyrru finaluna um før­oya­meistaraheitið. Jan Ottesen, venjari hjá KÍF, hevur tríggjar dagar at fáa sínar spælarar at skifta ham. Hann veit, hvør mótstøða bíðar teimum. Tað tykist sum ein ómøgulig uppgáva at loysa. KÍF - Neistin 24-35 (5-15) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen KÍF: Ási Dam 5, Rógvi Weihe 5, Agnar Joensen 3, Niklas Reginsson 3, Rúni Joensen 3, Andrias Nielsen 2, Teitur Joensen 1, Hans Eli Sigurdbjørnsson 1 og Tony Weihe 1. Neistin: David Edvardsen 10, Jugoslav Djumic 5, Finnur Hansson 5, Áki Mørk 4, Heini Hanusarson 4, Teitur Magnusson 3, Ingi Olsen 2, Heini Ragnarsson 1 og Kristian Dulavík 1. Neistin – Stjørnan 21-22 (12-13) Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen Neistin: Jacklin Durhuus 8, Barbara Brauer 5, Unnur Danielsen 2, Rakul Magnussen 2, Nicoleta Radu Hansen 2, Birita Wardum 1 og Lovisa Andreasen 1. Stjørnan: Valentina Suciu 6, Alina Anghel 4, Durita Ljósstein 4, Durita Christophersen 4, Bára Klakkstein 2, Judit Hansen 1 og Durita Mikkelsen 1. Kollfirðingar ræddust uppgávuna Hondbóltur Kollfirðingar vóru púra av ongum fyri steðgin, og tá var finaluhýrurin horvin. Tað var klassamunur í høllini í Kollafirði, og tað er alt sum bendir á, at Neistin fær gullmerkini hósdagin AVGREIÐSLU- SPURNINGUR Neistin vann greitt og uppiborið í Kollafirði og tók eitt fet nærri føroyameistaraheitinum Stjørnu-fyrimunur Við sigrinum í Havn, hava stjørnu-kvinnurnar nú fyrimunin Myndir: Álvur Haraldsen 1-0 til Stjørnuna Hondbóltur Stjørnan loysti uppgávuna í høllini á Hálsi í dag. Vinnur Neistin ikki í Klaksvík skírisdag, eru klaksvíkskvinnur føroyameistarar