mánadagur 18. apríl 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
Sosialurin
Ítróttarblaðið
vunnu greitt
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Ragnar Eginsson, sum hevur
fingið seg royndan í donsku
kappingini seinastu tíðina, var
ruddiliga í finaluni. Mótstøðu
maðurin Petur Niclasen, sum
hevur verið venjari hjá Ragnari
Eginsson, hótti so at siga ongan
tíð. Ragnar Eginsson vann 4-0.
Settúrslitini vóru 11-5, 11-5, 11-7
og 11-6.
Henriette Nielsen vann greitt
á Rakul Mikkjalsdóttir í finaluni
í einmansleiki fyri kvinnur. Úrs
litið var 4-1. Tað er fyrstu ferð, at
hon er føroyameistari.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Aksel Poulsen vann sannførandi á
Niclasi Eysturoy í finaluni. Hann
vann bæði settini. Aksel Poulsen
tóktist hava tamarhald á dystinum
allatíðina, meðan Niclas framdi
nógv mistøk.
Tað merkist serliga væl, at báðir
høvdu spælt fleiri dystir framman
undan. Báðir tóku lut í finaluni í
tvímansleiki. Aksel var við yvirlutan
í hesum seinasta dystinum og vann
uppiborið.
Sigrun Smith vann føroya
meistaraheitið fyri aðruferð. Hon
vann seg eisini upp á føroyska
tindin í 2009. Hon vann á 15 ára
gomlu Rannvá Djurhuus Carlsson í
finaluni. Sigrun var við undirlutan
í fyrsta settinum, men so svaraði
hon aftur. Settúrslitini vóru 19-21,
21-13 og 21-16.
uni@sosialurin.fo
Aksel og Sigrun eru
føroyameistarar
BADMINTON Aksel Poulsen er føroyameistari triðja árið upp
í slag í einmansleiki. Sigrun Smith vann hjá kvinnunum
Ragnar og
Henriette
eru best
BORÐTENNIS Henriette Nielsen
vann sítt fyrsta føroyameistaraheitið
í einmansleiki fyri kvinnur, og
Ragnar Eginsson staðfesti, at hann
er føroya besti borðtennisspælari
Uni Holm Johannesen
Niclas Eysturoy var tvífaldur
gullvinnari á stóra finaludegnum
í høllini á Hálsi um vikuskiftið.
Hann var fremstur í tvímansleiki
hjá monnum og blandaðum tví
mansleiki. Hann og Hilmar Kass
vunnu á brøðurnum Benjamin
Gunnarstein og Nicolai Gunnar
stein í tvímansleiki hjá monnum.
Settúrslitini vóri 21-17 og 21-17.
Í blandaðum tvímansleiki
vunnu Niclas Eysturoy og Sigrun
Smith
á
Rannvá
Djurhuus
Carlsson og Aksel Poulsen.
Í tvímansleiki hjá kvinnum
vóru Guri Poulsen og Sigrun
Smith betur enn hinar. Tær
vunnu 2-0 á finaluni á møgg
unum Bjørg Djurhuus og Rannvá
Djurhuus Carlsson.
uni@sosialurin.fo
Tvær gull
til Niclas
BADMINTON Niclas Eysturoy var
fremst í bæði tvímansleiki hjá
monnum og blandaðum tvímansleiki
BORÐTENNIS:
Tvímansleik, kvinnur:
Rakul Mikkjalsdóttir og Henrietta Nielsen
Tvímansleik, menn:
Petur Niclasen og Pætur Albinus
Blandaður tvímansleikur:
Henrietta Nielsen og Ragnar Egilsson
Einstaklingar, kvinnur: Henrietta Nielsen
Einstaklingar, menn: Ragnar Egilsson
BADMINTON:
Tvímansleik, kvinnur:
Guri Poulsen og Sigrun Smith
Tvímansleik, menn:
Niclas Eysturoy og Hilmar Kass
Blandaður tvímansleikur:
Niclas Eysturoy og Guri Poulsen
Einstaklingar, kvinnur: Sigrun Smith
Einstaklingar, menn: Aksel Poulsen
JUDO:
Menn, undir 73 kilo: Hjalmar Johannesen
Menn, opin bólkur: Ragnar við Streym
NEMA FM 2011