mikudagur 20. apríl 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Seks pør fara mikukvøldið,
skírisdag og langafríggjadag
spæla um tey trý plássini
á landsliðnum, sum skal til
Örebro at luttaka í norður
landameistarakappingini.
– Endamálið við at senda
eitt bridgelandslið til norður
landameistarakapping er at
geva okkara bestu spælarum
nýggjar avbjóðingar og al
tjóða royndir, sigur Øssur
Winthereig, formaður í Før
oya Bridgesambandi.
– Men endamálið er eisini
at vinna dystir. Bridge er ein
hugaítrót, har tveir góðir ella
fýra góðir spælarar kunnu
geva okkum altjóða úrslit,
sigur hann.
Smáar tjóðir
kunnu eisini
Danski bridgespælarin og
telvarin, Svend Novrup, sum
hevur átikið sær at vera
landslðsvenjari, kemur til
Føroya í hesi vikuni.
– Vit skulu ikki við fyri
at spæla hugnabrigde og
vóna at kortini onkuntíð
geva okkum góð úrslit. Vit
skulu spæla bridge og vísa,
at smáar tjóðir eisini kunnu
gera seg galdandi, sigur Svend
Novrup, landsliðsvenjari.
Úttøkukappingin er skipa,
sum NM-kappingin við 10
umførum við 16 spølum.
Spælt verður við skíggjum, so
spælarnir ikki síggja makk
aran. Kappingin verður gjørd
upp eftir prinsippunum í eini
liðkapping.
Trý pør á landsliðið
Vinnandi parið og nummar
tvey spæla seg beinleiðis á
landsliðið. Svend Novrup og
FBS velja triðja parið.
Spælararnir, sum er við
eru: Jóannes Mourtisen-Egil
Sondum, Rúni Mouritsen-
Bjarni Johansen, Árni M.
Dam-Símin Lassaberg, Heðin
Mouritsen-Rói
á
Rógvu
Joensen,
Dia
Jacobsen-
Eyðun Anthoniussen og Jens
Midjord-Jákup
Hjaltalin.
Seinasta parið er við sum
venjingarpar.
Útøkukappingin verður í
Bridgehúsinum og áskoðarar
eru vælkomnir framvið.
randi@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Í døgunum frá 4. til 10. juli
verður eitt stórt skeið í
binding og aðrari tilvirkan
av ull hildi á Gjáargarði
við Gjógv.
Higartil hava yvir 100
fólk úr Svøríki, Finnlandi,
Danmark og Noregi, og
haraftrat koma kvinnur
úr Japan og Korea við á
skeiðið.
Tey fara øll at gista
á Gjáargarði og á Hotel
Eiði.
Av ókndari orsøk eru
boðini um skeiðið ikki
komin nóg væl út í Føroy
um, siga fyrireikararnir.
Føroyingar eru væl
komnir við og kunnu
framvegis tekna seg hjá
arni@sirri.fo
Á skeiðinum verða 20
ymiskar verkstovur, har
undirvíst verður í nógvum
ymiskum tilvirkingum av
tógvi og ull. Eisini verður
greitt frá nýggjum mátum
at sniðgeva bindimynstur,
sum gevur íblástur at
arbeiða meira við.
12 kvinnur hava átikið
sær at undirvísa á verk
stovunum.
Seks
teirra
eru úr Føroyum, tvær úr
Danmark, ein úr Hollandi
og
ein
føroysk-svensk
kvinna.
Umfrramt
verkstov
urnar verða fleiri fyri
lestrar um ull og ullvirk
ing, binding o.a. og um
føroyska mentan.
randi@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Leygardagin rak ein deyður
stórhvalur inn í Leynum, og
hvalurin hevur helst verið
deyður leingi, tí hann var
klúgvandi rotin.
Mánadagin fóru fólk av
náttúrugripasavninum eftir
rotna hvalinum, sum ramur
roykur stóð frá.
Hvalurin varð lyftur upp
á ein kranabil og koyrdur til
Kaldbaks.
Har er beinagrindin løgd
at rota, og hon verður síðan
reinsað.
Møguleikin skuldi ver
ið góður fyri at sett beina
grindina saman aftur, sigur
Bjarni Mikkelsen, lívfrøð
ingur á Føroya Náttúrugripa
savni.
Hetta er fyrstu ferð, at
hesin hvalur er sæddur á
okkara leiðum. Hesin var ein
hálvvaksin hannhvalur, sigur
Bjarni Mikkelsen.
Mynd: Bjarni Dam
Hvalur Fyri fyrstu ferð er nevhvalurin við
navninum Cuvier skrásettur í Føroyum
Beinagrindin
skal reinsast
Binding 100 norðurlendskar
kvinnur hava teknað seg til
bindiskeiðið á Gjáargarði
í juli. Føroyingar kunnu
framvegis tekna seg
Norðurlendskt
bindskeið
við Gjógv
Úttøkukapping til bridgelandsliðið
Bridge Í næstu viku verður úttøkukapping til bridgelandsliðið, sum skal til NM í Örebro í
Svøríki síðst í mai. Spælt verður tilsamans í 24 tímar og skulu í alt spælast 160 spøl
Skíggi
Úttøkukapping til landsliðið
í bridge. Spælt verður við
skíggjum, so makkarnir
ikki síggja hvønn annan