mikudagur 20. apríl 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
6
Sosialurin
Eydna Skaale
Hann veit nógv um rørslu og
kost. Kanska meiri enn nakar
annar her á landi, og hann
er eisini eftirspurdur hjá
heimsins fremstu fótbólts
feløgum.
Magni Mohr tosar beint
fram og við stórum stavum,
tá hann verður spurdur um
føroyskar kostvanar.
Imponerandi vánaligt
– Í Føroyum eru nógv ting, ið
vit als ikki hugsa um. Kost
urin er bara eitt av teimum
tingunum. Men vit hava
veruliga eina sera vánaliga
tilgongd til kostin. Til dømis
hava vit eina sjúkliga køku
mentan, og vit eta alt ov nógv
kjøt. Faktiskt óneyðuga nógv,
heldur Magni.
Eisini ungdómurin verður
eisini drigin við í teir vánaligu
vanarnar.
– Allar ítróttarhallir við
virðing fyri sær sjálvari hava
eitt kafeteria við góðgæti og
junk-food, og tú fært ongan
ordiligan mat. Støðan er
tann sama, um tú fert út á
arbeiðspláss, tí tað eru fram
vegis nógv, sum hava elendig
ar kantinur.
Magni Mohr staðfestir, at
føroyingar eru aftarlaga á
nógvum økjum, og kosturin
er avgjørt eitt av økjunum,
sum haltar.
– Nú sigli eg ofta til
Suðuroyar við Smyrli, sum
man hevur reypað so nógv
um, tí tað skal vera eitt so
fantastiskt skip. So haldi
eg tað vera ótrúligt, at man
ikki kann finna útav at selja
ordiligan mat til tey, sum
sigla. Tað haldi eg snøgt sagt
er imponerandi.
Óegnað til mannaføði
Magni sigur seg hugsa nógv
um, hvat hann sjálvur etur.
Og serliga hvat børnini eta.
– Eg vil ikki siga, at tað er
nakað fanatiskt yvirhøvur.
Tað er heldur soleiðis, at vit
royna at skapa eina mentan,
har tað er nattúrligt at eta
rætt og sunt, vísir Magni á.
Hann heldur, at maturin,
sum føroysk børn fáa, ofta er
sera lágt raðfestur.
– Hyggja vit at matstov
unum, so hava tær flestu
barnamatskráir. Men tað er
fyri tað mesta matur, sum
ikki er egnaður sum manna
føði.
– Um tú fert út at eta við
familjuni, kanst tú bíleggja
bæði góðan og heilsugóðan
mat til tín sjálvs, men til
børnini kanst tú bíleggja
til dømis pitsa við osti og
skinku, og tað er skinka, sum
hevur sera lágan kvalitet. Ella
chips og pylsur. Ella okkurt
annað av vánaligari góðsku.
– Tað er undrunarvert,
at matstovur yvirhøvur fáa
loyvi til at selja sovorði til
børn.
Gerið nýggjar vanar
Men tað hoyrist ofta, at tað
er torført at fáa børnini at
eta heilsugóðan mat. Tey
eru mangan kræsin og vilja
heldur hava tann ósunna
matin.
– Ja, tað eru kanska tí,
at man ikki sjálvur tímir at
eta heilsugott. Um tú etur
ordiligan mat, so halda børn
ini, at tað er vanligt at eta
gott. Tey skulu læra at hugsa
um kvalitetin av matinum.
Men um tey fáa valið millum
eina góða, sunna máltíð og so
vánaligu barnamatskránna,
so velja tey flestu heldur
hana. So situr man har og
etur ein góðan døgverða
sjálvur og gevur børnunum
lortin. Og tí eigur handan
matskráin slett ikki at vera
har. Børnini skulu eisini
hava heilsugóðan kost. Har
haldi eg, at matstovureigarar
áttu at hugsað seg eitt sindur
betri um. Serliga tá tað er
kostár.
Kostvanar – Vit hava eina sjúkliga køkumentan í Føroyum, og eg haldi tað vera ótrúligt, at man ikki kann
finna útav at selja ordiligan mat á matstovum, í kantinum og umborð á ferjum. Sumt, sum tú kanst keypa, er
ikki egnað sum mannaføði, og tað átti ikki at verið loyvt at selt tað. Tað sigur Magni Mohr, ítróttargranskari
Sjúklig køku- og kostmentan
Eisini toppótróttarfólkini
eru rakt av líkagleðini við
víkjandi kostinum, sum
valdar í føroyska samfel
agnum.
– Tað er prógvað, at
um tú kappast á longum
ella miðjallongum teinum,
íðkar bóltspæl ella annað,
har tú skal vera í gongd
í meiri enn ein tíma, so
kanst tú gerast 20-25%
betri, bara við at eta rætt.
So stóran týdning hevur
kosturin.
Magni greiðir frá, at
máltíðirnar beint eftir
venjingarnar, eru serliga
áhugaverdar.
– Tað henda nøkur
fysiologisk ting í kropp
inum, tá tú hevur vant,
tí kroppurin skal byggja
seg sjálvan uppaftur. Tær
prosessirnar
kanst
tú
skunda undir, um tú etir
rættan mat á rættari tíð,
soleiðis, at tú bæði fært
meiri burturúr venjingini
og verður skjótari klárur
at venja aftur. Hetta vita
ítróttarfólk úti í heimi,
men í Føroyum tykjast tey
einki leggja í tað.
Magni vísir á, at mál
tíðin, sum tú etur beint
áðrenn kapping, er tann
minst áhugaverda av øll
um.
– Í Føroyum tykjast
ítróttarfólk bara hugsa
um júst hana. Men hon
ávirkar einki.
Um vit ætla okkum
upp á hægstu tindar, so
spælir kosturin ein stóran
leiklut. Tí hevur tað týdn
ing, at tey, sum gera
matin, verða uppdragin
av nýggjum í mun til kost
vanar.
eydna@sosialurin.fo
25% betri, um
tú etur rætt
Magni Mohr loyvir sær at
ivast í, um tað fer at hava
nakra stóra ávirkan at hava
eitt kostár.
– Eg veit ikki um kostárið
er loysnin, eg haldi tað vera
betri at hava fokus á øllum
tingunum allatíðina. Men
kosturin er nakað, sum
liggur djúpt í fólki. Tað er
kanska nakað, tey eru upp
drigin við, og nakað, tey
seta í samband við okkurt
positivt frá fortíðini. So tí
er tað ofta ringt at broyta
matvanarnar, og tað er
øgiliga stór mótstøða ímóti
at gera kostbroytingar.
Tað tykist vera lættari
hjá fólki at fara at venja.
– Øgiliga nógv fólk fara
at venja, tí tey hava trupul
leikar við vektini. Men um
vekttap er endamálið við
venjingini, sum tað er hjá
nógvum, so er tað nógv
meiri effektivt at umleggja
kostin,
leggur
Magni
áherðslu á.
– Men tað, sum ofta
hendir, tá man fer at venja,
er, at man fær tað sálarliga
yvirskotið, sum krevst fyri
at umleggja kostin. Tá er
lættari at lata vera við at
eta tey tingini, sum man
veit man ikki skal eta.
eydna@sosialurin.fo
Umleggið kostin
fyri at lætna
Køkumentan
– Vit hava eina sjúkliga
køkumentan í Føroyum,
sigur Magni Mohr
Tilvildarlig mynd
Magni Mohr,
ítróttargranskari
Mynd: Álvur Haraldsen
Allar ítróttarhallir við virðing
fyri sær sjálvari hava eitt kafeteria
við góðgæti og junk-food, og tú fært
ongan ordiligan mat