Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 8 Sosialurin Áki Bertholdsen – Vit skulu ikki steðga á at drepa grind fyri tað um út­ lendsk mótstøðufólk koma higar í summar í eini roynd at forða okkum. – Men vit skulu gera okk­ ara ítarsta fyri at útinna okk­ ara arbeiði í grind til lítar, so at onki verður at finnast tað. Tað heldur Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba. Á grindamannafundi á Segl­loftinum á Tvøroyri mána­kvøldið vórðu ymisk viður­skifti í sambandi við grinda­dráp ummrøddir. Líknandi fundur var á Oyrarbakka fyri tveimum viku­m síðani og í Sosialinum fríggjadagin 8. apríl høvdu vit drúgva umrøðu av dráps­ hátti, avlívingartíð og tí nýggja mønustingaranum. Á grindamannafundinum á Tvøroyri mánakvøldið vóru somu evni til viðgerðar. Men brádliga reisti ein grindamaður spurningin, sum illa slepst undan í hesum døgum: Hvat gera vit, skuldi tað hent, at Sea Shepherd kemur higar í summar. Sum vit plaga Tað er greitt, at uttan­ríkis­ ráðið og løgreglan hava eina ætlan, sum ikki er almanna- kunn­gjørd. Men tað eru mong, sum halda, at kring um í land­ in­um, ber eisini til at taka onnur stig fyri at tryggja seg best møguligt ímóti at verða órógvað av um­hvørvis­stríðs­ fólkum. Tað eru summi, sum halda, at vit rætt og slætt skulu taka tað mest víðgongda stigið av øllum og tað er at gevast at drepa grind í summar ímeðan umhvørvisfólkini eru her. Men hetta sjónarmiðið fær harða mótstøðu nógva staðni. Ein, sum avgjørt ikki tekur undir við hesum sjónarmiði, er Signar Olsen. – Gevast vit at drepa grind fyri tað at umhvørvis­ felagsskapir koma higar, er hetta tað sama sum at við­ganga, at vit gera nakað skeivt, staðfestir hann. Hann er sannførdur um, at vit skulu halda fram at drepa grind, akkurát, sum vit plaga. – Men vit eiga at leggja doyðin á, at raksturin og drápið eru so væl fyriskipað, sum yvirhøvur gjørligt, so at onki er at finnast at. – Vit skulu eisini leggja doyðin á at gera okkara ar­ beiðið til lítar. Tað merkir, at vit skulu verða siðiligir í drápinum og vit skulu ansa sera væl eftir, at vit ikki ganga frá einum hvali, fyrrenn vissa er fyri, at hann er avlívaður. – Ein hvalur, sum liggur og brestist eru tær bestu myndirnar, útlendsku mót­ støðu­fólkini kunnu fáa, sigur hann. Stinga høvdini saman Signar Olsen sigur, at í næst­ um verða allir grinda­for­ mann í Suðuroy kallaðir til fundar at tosa um hesi viður­ skiftini. Sjálvur heldur hann, at allir grindaformenninir í oynni eiga at verða í hvørjum einasta drápi, sama hvørja hvalvág, talan er um. – Er grind í Vági, eiga allir grindaformenn í Suðuroy at verða boðsendir í drápið. Teir skulu so ganga fremstir í drápinum at avlíva grindina, men so skulu teir sjálvandi hava aðrar menn afturat sær, sum eisini duga at avlíva hval. Signar Olsen sigur, at ganga vandir grindamenn á odda, er tað ein stór trygd fyri, at drápið gongur so skjótt og ordiligt fyri seg, sum gjørligt. Henn heldur, at nú á døg­ um er tað ein stór ábyrgd at vera grindaformaður. – Umheimurin hevur sett kikaran á okkum og fylgir við øllum, vit gera. Tí mugu vit leggja dentin á at bera okkum lýtaleyst at, so at tey onki fáa at finnast at, og grindaformenninir eiga at ganga á odda sum góðar fyrimyndir, leggur grinda­ formaðurin í Hvalba afturat. aki@sosialurin.fo Grindaformenn stinga høvdini saman UMHVØRVISFELAGSSKAPIR Koma umhvørvisfólk higar í summar at mótmæla grindadrápi, mugu vit fyri alt í verðini ikki lata okkum provokera, heldur Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba 3 TILTØK Á fundum, sum grinda­ menn hava havt sein­ astu tíðina, eru ymisk uppskot sett fram um, hvussu grindarakstur og grindadráp kunnu skipast betur. Samstundis hava upp­skot verið um, hvussu vit í mestan mun kunnu sleppa und­ an at verða órógvað av umhvørvisfólki - ella bara av spentum og for­vitnum áskoðarum. Signar Olsen sigur, at hann tekur undir við fleiri av hesum, til­ tøkum. Ein møguleiki, sum varð nevndur á grinda­ mannafundi í Havn, er, at har tað ber til, eigur vaktarskipið at koma á fjørðin, har grind verður hildin til. Ætlanin er ikki, at vaktarskipið skal taka nøkur stig, men tað er nóg mikið at tað vís­ir seg á fjørðinum fyri at taka hugin frá teimum, sum vilja okk­ um ilt í sambandi við grindadráp. Ein annar møguleiki er at krevja, at allir bát­ ar, sum eru við í Grinda­ drápi, skulu hava navn og havnar­merki. – Hava teir tað, ber í fyrstu atløgu til at forða fyri, at óviðkomandi bát­ar blanda seg upp í raksturin, heldur Sign­ ar Olsen. – Men í aðru atløgu verður eisini nógv lætt­ari og einfaldari at eyð­merkja bátar, sum ikki akta boð frá grinda­formonnum ella sýslumanni so at tað kann fáa avleiðingar fyri teir. Ein annar møguleiki er, at tá ið grind er, skal løgreglan spenna sín eyð­kenda hvíta og reyða snór runt um økið fyri at forða fyri, at óvið­kom­andi koma so nær, at tey órógva grinda­menn­inar. Signar Olsen sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, at forvitnir áskoðarar eru so nær, at grindmenn fáa ikki arbeitt. – Sum ein grinda­ mað­ur tók til á fundi í Havn: Viðhvørt slepst ikki framat grindini fyri konufólki við barna­vognum. – Hetta eru viður­ skifti, vit eiga at fáa í rættlag, staðfestir Sign­ar Olsen. Ganga á odda Grindaformenn eiga at ganga á odda, bæði í drápi og sum fyrimyndir, sigur Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba, sum er situr mitt í myndini, á grindfundi á Tvøroyri mánakvøldið Hent kunning Fiskmálaráðið hevur eina heimasíðu á enskum við nógvari kunning um grindadráp. Á síðuni ber til at finna svar upp á nógv av tí, útlendingar finnast at okkum fyri í sambandi við grindadráp. Heimasíðan er at finna á: www.whaling.fo Onki skal vera at finnast at Allir grindaformenn í allari oynni skulu boðsendast