Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 14 - 22. januar 2004 Nr. 14 - 22. januar 2004 7 Kanónval var ikki nóg mikið Jacob Vestergaard setti næstan í at- kvøðutalið hjá fólka- flokkinum í Suðuroy, men tað rann ikki til umboð á tingi LØGTINGSVALIÐ 2004 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hann hevði eitt kanónval, men slapp ikki inn á ting kortini. Enn einaferð má fólka- flokkurin ásanna, at hann er ov stuttur til at fáa ting- mann í Suðuroynni. Men munurin er ikki so stórur, tí nú er hann bara 65 atkvøður frá tjóðveldis- flokkinum í stríðnum um tann triðja mannin. Kortini er høvuðsval- evnið hjá fólkaflokkinum í Suðuroy, Jacob Vestergaard rættiliga vælnøgdur við valið. Eg hevði ikki væntað, at tað fór at eydnast hesuferð- ina, tí eg hevði væntað, at tjóðveldisflokkurin fór at halda stand. Sjálvur fekk Jacob Vestergaard heilar 282 atkvøður og tað er tað mesta nakað valevni hjá fólkaflokkinum í Suðuroy hevur fingið í yvir 50 ár, tí vit skulu heilt aftur til løgtingsvalið í 1950 fyri at finna eina fólkafloksmann í Suðuroy við fleiri atkvøð- um. Tað var, tá ið Martin Holm fekk 303 atkvøður. Tá ið Jacob Vestergaard varð settur í landsstýrið varð tað ein roynd at vinna fólkaflokkinum størri und- irtøku í Suðuroynni og tað eydnaðist sostatt, hóast tað ikki var nóg mikið til løg- tingsumboð hesuferð, tí flokkurin hevði framgongd upp á 2,3% og so stóra framgongd hwevði ongin annar flokkur í Suðuroy. – Tað eri eg ómetaliga takksamur fyri og eg haldi, at tað er eitt sera gott úrslit, tá ið hugsað verður um, at eg bara havi verið lands- stýrismaður í nakrar mánaðir. Men Jacob Vestergaard heldur eisini, at hetta vísur, at tað loysir seg hjá fólka- flokkinum at hava lands- stýrismann úr Suðuroynni, tí tað gevur sanniliga úrslit. Tí heldur hann, at hetta er rætta leiðin at ganga. Og hann dylir heldur ikki fyri, at hann er til dystin fús, skuldi flokkurin eina- ferð enn heitt á hann um at tikið við einum starvi sum landsstýrismaður. Hann vil ikki nevna nakr- ar ávísar samgongumøgu- leikar, men hann heldur, at møguleikarnir eru nógvir. –Vánaliga úrslitið hjá sambandsflokkinum er als ikki nøktandi og tað hevði ikki ver- ið ónatúrligt, at leiðslan í flokkinum tók støðuna til eftir- tektar, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður LØGTINGSVALIÐ 2004 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg eri heilt avgjørt ikki nøgdur við úrslitið av løgtingsvalinum. Johan Dahl, løgtings- maður sigur sambands- flokkurin hevði so vánaligt úrslit á løgtingsvalinum týsdagin, at tað kann als ikki góðtakast. – Hetta er ein sera álv- arslig støða, tí vit høvdu allar møguleikar fyri eini nógv størri undirtøku. Vit høvdu jú sitið í andstøðu og kring alt landið hava nógv fólk lagt eitt ómetaliga stórt arbeiði í valstríðið. Og hetta má takast upp í flokkinum sum tað álvars- mál tað er, sigur hann. Tá ið vit spyrja hann, hvat tað var, sum gekk gal- ið, dregur hann eitt sindur á. Men tað kann ikki skiljast øðrvísi á honum, at hann heldur, at tað er leiðslan í flokkinum, sum hevur svikið. – Tað hevur als ikki eydn- ast leiðsluni í flokkinum at fáa boðskap okkara út til fólkið. Tað mugu vit ásanna. Tá ið vit so spyrja hann um hann krevur, at Lisbeth Petersen skal frá sum for- maður, vil hann ikki siga tað. Men hann sigur, at ein og hvør skipari hevur ábyrgd- ina av skútuni og gongur tað ikki nóg væl, eigur skiparin at taka avleiðingarnar. – Soleiðis er tað umborð á skipið og soleiðis er tað á einum og hvørjum virki, at tað er leiðslan, sum hevur ábyrgdina og er úrslitið ikki nóg gott, eigur leiðslan at taka avleiðingarnar. Og soleiðis eigur tað eisini at vera í politikki. So kann ein og hvør leggja tað í tað, sum tey vilja. Hann sigur, at tað er ongin ivi um, at eftir eitt slíkt vanlukkuval, má flokkurin endurskoða síni viðurskifti. Afturvaldur Annars er Johan Dahl væl nøgdur við valið í Suður- oynni, har hann varð aftur- valdur. Men eisini í Suðuroynni hevði sambandsflokkurin stóra afturgongd. Eg hevði væntað nakað av afturgongd, tí fram- gongdin seinast var so øgi- liga stór, so tað var ikki væntandi, at tað fór at standa við. Tó hevði hann vónað, at flokkurin fór at halda støðuna. Tað gekk so ikki, so nú má flokkurin seta øll segl til fyri at vinna hetta innaftur til næsta val, sum vónandi ikki verður, fyrrenn um fýra ár. Men hann heldur eisini, at tað hevur kostað, at hann hevur verið so nógv norð- anfjørð, har hann hjálpt til við at endurreisa Kollafjord Pelagic. – Men hetta má eg so taka til eftirtektar og gera øðrvísi framyvir, leggur hann afturat. Annars takkar hann øllum, sum hava hjálpt til í valstríðnum og teimum, sum hava stuðlað flokkin- um og honum á valinum. Sjálvur heldur hann, at ein samgonga ímillum A- B-C hevði hóva honum best, men annars eru fleiri aðrir møguleikar til staðar. Annars heldur Johan Dahl, at vallógin má endurskoð- ast, tí tað kann ikki vera rætt, at tjóðveldisflokkurin skuldi fáa ein tingmann meiri enn sambandsflokk- urin, hóast hann fekk færri atkvøður. Jacob Vestergaard er sera væl nøgdur, hóast hann ikki varð valdur Tað hevði verið natúrligt at skiparin fór av brúnni Løgtingsvalið var ein vanlukka fyri sambandsflokkin og tað verður neyðugt at endurskoða viðurskiftini í flokkinum, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður Sverri Midjord tikin á bóli – Eg hevði ikki vænt- að at verða valdur, sigur Sverri Midjord. Bjóðar flokkurin honum landsstýri- sess, tekur hann ikki av LØGTINGSVALIÐ 2003 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta hevði eg ikki væntað. Nýggi tingmaðurin hjá javnaðarflokkinum í Suð- uroynni, Sverri Midjord, varð tikin á bóli av val- úrslitinum týskvøldið. Hann sigur, at hann hevði væntað at verða nummar trý, so at hann fekk ein møguleika at koma á ting, um so var, at flokkurin kom í samgongu. – At eg skuldi verða valdur beinleiðis, hevði eg ikki væntað, sigur hann, tí hann var ongantíð í sjón- varpinum. Men Sverri Midjord er tiltikin at reka á val og tað viðgongur hann eisini. – Eg reki hart og eg gangi hús úr húsi, viðgongur hann. Hann sigur eisini, at tað hevur altíð víst seg, at tvørafólk hava staðið manniliga saman um hann og tað gjørdu tey so eisini hesuferð. Sostatt gjørdu tey 70 ára gamla Sverra Midjord til aldursforseta í tinginum. Hann heldur, at javnaðar- flokkurin skal leggja stóran dent á fyri at sleppa í sam- gongu. – Veljarin hevur givið okkum álitisváttan til at fara í samgongu, og tað álitið skulu vit ikki svíkja. Besta samgonga, hann kundi hugsa sær, var ein stór samgonga ímillum fólkaflokkin, sambands- flokkin og javnaðarflokkin. Men hann heldur eisini, at samgongan sum var ímill- um fólkaflokkin, javnaðar- flokkin og tjóðveldis- flokkin, var ein sera góð samgonga. Og afturímóti nógvum øðrum, hevur Sverri Mid- jord ongar trupulleikar av fortíðini hjá Anfinni Kallsberg. – Tað er eitt mark fyri, hvussu leingi, vit skulu vevja í fortíðini og tað skerst ikki burtur, at norðoyingar góvu honum dygga álitisváttan. – Hann hevur fingið so dygga álitisváttan, at vit sleppa illa uttanum hann. Men letur tað seg ikki gera hjá honum at vera løg- maður ella landsstýrismað- ur, hevði eitt hóskandi starv hjá honum verið at verðið løgtingsformaður, tí tað er tignarligasta starv í land- inum. H ann sigur, eisini, at hann hevur ongar ætlanir um at koma í landsstýrið, so bjóðar flokkurin honum sess, tekur hann ikki av. – Eg vil heldur verða løgtingsmaður, har eg kann arbeiða ímillum vanliga veljaran við teimum mál- um, sum hava týdning fyri valdømi, og at verða lands- stýrismaður er nakað tekniskt fyri meg í mínum aldri, sigur Sverri Midjord. Jógvan Arge, Rói Eg- holm og Finnur Helmsdal vóru javnir á triðja plássi á tjóð- veldislistanum í Suðurstreymi við 197 atkvøðum hvør, og sjálvstýrislistin í Suðurstreymi telur bara tvær atkvøður færri enn sjálvstýris- listin í Eysturoynni. Fínteljingin í Suður- streymoyar valdømi í morgin kann vera lagnutung fyri ávís valevni VAL Kristian E. Andersen kristian@sosialurin.fo Tey trý valevnini á tjóð- veldislistanum í Suður- streymi, Jógvan Arge, Rói Egholm og Finnur Helms- dal endaðu allir javnir á einum triðja plássi við 197 atkvøðum hvør. Endaliga fínteljingin í Suðurstreym- oyar valdømi verður í høl- unum hjá Kommunuskipan Føroya í L. Debesargøtu 6 hósdagin kl. 16. Væntað verður, at hon verður liðug á midnátt, upplýsir Janus Isfeldt, formaður í løgtings- ins Valnevnd fyri Suður- streym. Um teir tríggir tjóðveldispolitikkararnir framvegis eru javnir aftaná fínteljingina, verður lutak- ast teirra millum, um hvør kemur inn á ting sum triði tinglimur Tjóðveldis- floksins í Suðurstreymi. Malan kann koma inn Fínteljingin kann eisini koma at kosta Kára P. Højgaard tingsessin, tí bert tvær atkvøður eru á muni millum sjálvstýrislistan í Eysturoynni og sjálvstýris- listan í Suðurstreymi. Um tað vísir seg aftaná fín- teljingina í teimum báðum valdømunum, at Suður- streymoyar valdømi dró tað longra stráið, verður tað Malan Johansen, toppskor- arin hjá Sjálvstýrisflokk- inum í Suðurstreymoyar valdømi við 212 atkvøðum, ið kemur sum eykavald inn á ting í staðin fyri Kára P. Højgaard. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa at vita, nær fín- teljingin í Eysturoyar vald- ømi verður, áðrenn blaðið fór til prentingar. Spennandi finteljing í Suðurstreymi Sverri Midjord er tiltikin góður rakstrarmaður í sambandi við væl og tað gav úrslit hesuferð. Her velur hann á valinum týsdagin Fínteljingin og møguliga eitt lutakast kemur at avgera, hvør av hesum kemur inn á ting Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6