mikudagur 20. apríl 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
16
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Longu á NEATA-festivalinum,
sum í fjør var á Akureyri á
Norðurlandinum í Íslandi,
gjørdust íelsndingar berg
tiknir av føroyska íkast
inum.
Havgird er ein saman
renning av føroyskum og
íslendskum hugflogi, sum
íbirtist eina náttina á sumri
2008.
Águsta Skúladóttur var
í Føroyum í sambandi við
skeiðsdagar hjá MáF, eitt
árligt skeið, sum í 2008 varð
hildið í Klaksvík.
Hilmar Joensen var og
er framvegis formaur í MáF,
og tá einir tveir dagarvóru
eftir at skeiðið varð liðugt,
til Águsta slapp aftur til
Íslands, endaði hon í Nólsoy
hjá Gunnvør og Hilmari.
Og tað var í hesum døgum,
at talan fall á sjógvin og
hvussu nær bæði føroyingar
og íslendingar eru sjónum.
Upprunaloiga var ætlanin at
taka tríggjar ymiskar søgnir,
eina grønlendska, eina ís
lendska og eina føroyska, og
byggja leikin á tað, men tá av
tornaði var bert Inuitsøgnin
um beinagrindakonuna eftir,
meðan restin av leikinum
gjørdist nakað heilt annað.
Hetta, at byggja ein leik
upp frá botni og so at siga
ongantíð hava nakað fast
leikrit,
nevnist
deviced
theatre, og har eru tað leik
stjóri, leikarar og í hesum
førinum
eisini
leiktjøld-
og búnasniðgevin, Katrín
Thorvaldsdóttur,
sum
øll
hava givið leikinum sítt
íkast.
Týdningarmiklir
áskoðarar
Til fyrstu sýningina leygar
kvødlið var væl meiri av fólki
tikið inn, enn tey eitthundrað,
sum upprunaliga var pláss
til. Eini 130 atgongumerki
vóru seld, og tí mátti fyri
reikararnir vera kreativir við
plássinum.
Eisini sunnukvøldið var
útselt, so ein eyka sýning
mátti til mánakvøldið, fyri at
øll áhugað kundu fáa høvið
at síggja vitjandi nólsoying
arnar.
Og tað vóru ikki bara
sjónleikaáhugaði meðal ís
lendingurin, sum var og
hugdi eftir Havgird. Ikki
færri enn tríggir verandi
og fyrrverandi stjórar á
Tjóðpalli Íslands hava sæð
leikin um vikuskiftið. Og
allir tríggir vóru ovfarnir av
leikinum, sum í stóran mun
byggir á ljóð- og ljóseffektir
umframt vanligu leiklistina.
Sveinn Einarsson, ið var
stjóri á Tjóðpallinum frá 1972
til 1983, var ein av teimum
trimum, Stefán Baldursson
ein annar. Hann var stjóri á
Tjóðpallinum frá 1991 til 2005,
og er nú stjóri á nýggja snot
iliga operahúsinum, Harpan.
Eisini verandi Tjóðpalla
stjóri, Tinna Gunlaugsdóttir,
hevur sæð Havgird um viku
skiftið, og eins fyri øll trý er,
at tey vóru stórliga bergtikin
av nólsoyingunum.
Leygardvøldið var eis
ini
Jóhannes
Haukur
Jóhannesarson og hugdi.
Jóhannes er ein av allar best
umtóktu sjónleikarunum í
Íslandi, og skal eitt nú verða
við í fyrstu operuni, sum
verður framførd í nýggja
operahúsinum,
Harpan.
Talan er um kendu operuna
Gandafloytan við tónleiki
eftir Mozart.
Jóhannes
Hauku
Jóhanesarson, ið er hálvur
føroyingur, rósti leikinum
upp um skýggja á facebook-
profili sínum og mælti øllum
til at síggja henda merkis
verda leik.
Positivt
Í heila tikið hevur leikurin
bert fingið positivan kritikk
frá leikum sum lærdum. Ein
heimskendur
dukkuførari,
sum býr í Íslandi, hevði koyrt
í tveir tímar fyri at síggja
leikin, og fór avgjørt ikki
vónbrotin avstað aftur.
Serliga millum professio
nell hevur leikurin fingið
góða móttøku, og tí undraði
tað í veruleikanum ikki, tá
Havgird varð vald út at um
boða Føroyar til NEATA-
festivalin í Íslandi, sum var á
Akureyri í fjør. Eisini har fekk
leikurin sera góða móttøku,
og tí gjørdist eingin bilsin,
tá Havgird varð boðin við til
IATA-festivalin, sum verður í
Tromsø í døgunum 14. til 24.
juli í ár.
Ferðalagið
verður
eitt
sindur víðkað til Tromsø.
Leikararnir í Havgird eru
fimm í tali, umframt ljóð-og
ljósmenninar, Petur Hans
Poulsen og Súna Joensen,
sum eisini – rættiliga óvan
ligt – hava sínar leiklutir í
leikinum.
Hinir
leikararnir
eru
Hilmar
Joensen,
Nicolaj
Falck, Leo Poulsen, Barbara
Andreasen og einasti ikki-
nólsoyingurin,
Mariann
Hansen av Norðskála. Fram
leiðslustjóri
er
Gunnvør
Joensen.
Við í ferðalagnum til
Tromsø verða – umframt leik
stjórin og pall- og búnasnið
gevin, Ágústa Skúladóttir og
Katrín Torgeirsdóttir – eisini
íslendingarnir Erna Bjørg
Halltóra
Einarsdóttir
og
Guðmundur Erlingsson, sum
hevur verið høvuðsmaðurin
at fáa leikin aftur til Íslands.
vilmund@sosialurin.fo
Íslendingar ovfarnir
ov nólsoyingum
Sjónleikur Fullsett hús og eykasýning mátti til, tá leikhópurin
hjá Royndini í Nólsoy vitjaði á Hafnarfirði um vikuskifti. Serliga
tey professionellu lótu sera væl at leikinum, Havgird
Havgird
Tað tekur nógvar tímar at seta pallin upp og enn fleiri tímar at rigga øll ljósini til – tey spæla ein týðandi lut í leikinum
Tíðindaskriv
Kristel hevur mangan
verið mett at vera ein
av okkara bestu song
kvinnum, og nú verður
hon at hoyra við nýggja
lagnum »In the Lights«.
Kristel hevur verið mest
kend fyri at syngja
country, men á nýggja
lagnum, er stílurin heilt
øðvísi frá tí, vit ann
ars kenna hana fyri.
Yvir eitt longri tíðarskeið
hevur Kristel arbeitt við
at gera nýggjan tónleik,
ætlanin er at hetta skal
vera fyrsta lagið av fleiri,
sum fara at koma út.
Nýggja lagið »In the
Lights« sigst at vera
ein blanding av pop
og electro. Kristel hev
ur sjálv skriva orðini,
meðan
Torbjørn
A.
Lisberg
hevur
gjørt
lagið. Kristoffer Mørkøre
hevur staðið fyri fram
leiðslu.
Lagið
verður
at
hoyra í næstum í Kring
varpinum
og
Rás2.
Somuleiðis ber til at
hoyra lagið á myspace.
com/kristellisberg.
Sangur Eftir stuttan steðg
frá føroyska tónleikapallinum
er songkvinnan Kristel Lisberg
klár við nýggjum sangi
Kristel við
nýggjum
sangi
Kristel Lisberg