Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 20 Sosialurin Páska­ stevnur kring landið Eitt av føstu tiltøkunum í kirkj­ um og samkomum eru tær sonevndu páska­stev­nurnar. Her verður givið eitt yvirlit yvir nakrar teirra: Missiónshúsið í Porkeri Í døgunum frá 21. til 25. apríl verður páskastevna í Missi­óns­ húsinum í Porkeri. Passiónsvika í Lívdini Hoyvík: Hesa vikuna og heilt fram til páskadag verður høvið til eina autentiska og kreativa uppliving av lívi og læru Jesusar vikuna áðrenn deyða og uppreisn hansara. Á skránni hesar dagarnar eru hugleiðingar, upplestur, lov­sangur, framførslur, drama, myndlist og annað. Henda serliga passións­vikan heldur fram í kvøld kl. 20:30, tá evnið er Passión Jesusar fyri Guds fólki, tá hann grætur yvir Jerusalem. Páskadag verður evnið um passión Jesusar fyri tí æviga lívinum á skránni, har serligur dentur verður lagdur á uppreisnina. Meiri fæst at vita um skránna við at vitja heima­ síðuna hjá samkomuni www.livdin.fo. Páska­vøka við sálma­ sangi Glyvrar: Leygarkvøldið 23. apríl kl. 20 verður sonevnd PÁSKAVØKA í Glyvra kirkju við upplestri, sálmasangi og kórsangi. Sungnir verða sálmar, ið hoyra til páskaaftan, tá Kristus fór niður til heljar, eins og tað verður sagt í trúarjáttanini. Her kann nevnast mæta yrkingin eftir Grundtvig “Á kvøldi varð dukað á helvitis grind”, ið Hans Dalsgaard hevur týtt. Umframt skriftlesturin verður eitt brot lisið úr páska­ prædiku eftir grikska kirkju­ fað­irinum Johannes Chry­ sosto­mos, ið livdi frá 345 til 407 eftir føðing Krists. Kór Glyvra kirkju fer at seta dám á páskavøkuna. Kórið syngur undurfagra “Ave verum corp­ us” eftir Mozart. Vónarinnar hátíð Kjartan Stakksund av Eiði er fastur skribentur í blaðnum, til tær stóru høgtíðirnar Mynd: Jens Kristian Vang Jesu uppreisn v1    Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magda­lena og hin Maria út at hyggja eftir grøv­ini. v2  Og sí, tá varð land­ skjálvti mik­ il, tí at eingil H a r r a n s kom niður av himli og steig fram og velti stein­in frá og setti seg á hann. v3  Men út­sjón hansara var sum snar­ ljós, og klæði hans­ara hvít sum fonn.  v4    Men vaktar­ menninir skulvu av ræðslu fyri hon­um og vórðu sum deyð­ir. v5  Men eing­il­in tók til máls og segði við kvinn­ ur­nar: »Tit mega ikki ræð­ast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum kross­festa, tit leita. v6  Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og sígg­ið staðin, har sum Harrin lá! v7  Og skundið tykkum og farið og sigið læru­sveinum hansara: »Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann!« Sí, eg havi sagt tykkum tað.«  v8  Og tær fóru í skundi burt­ur frá grøvini við ótta og mikl­ari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta. v9  Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: »Heilar og sælar!« Men tær fóru til hansara og fevndu um føt­ ur hansara og tilbóðu hann. v10  Tá segði Jesus við tær: »Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið brøðr­ um mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg.« (Matteus 28,1-10) Nú páskirnar standa fyri durum, og vit skulu aftur hoyra tann sigursæla boð­ skapin, sum ber okkum boð um at lívið hevur sigrað á deyðanum, at deyðin ikki longur er eitt punktum, men at hann er byrjanin til eitt ævigt lív heima hjá Gudi. Hetta kann ein og hvør ogna sær við trúgv á Jesusar fullgjørda verk á Golgata. Tað er jú tað sum vit hava hoyrt um í føstuni, hvussu Jesus var viðfarin fyri okkara skuld, har hann til síðst var hongdur uppá krossin á Golgata, negldur gjøg­num hendur og føtur fyri at keypa okkum leys frá ævigari glatan. Hetta var prísurin sum Gud mátti gjalda fyri okkum, eitt dýrt loysigjald kunnu vit siga; men Gudi havi lov fyri at Jesus ikki var liggjandi í grøvini, - nei, hann sprongdi deyðans leinkjur; hann er sigurshetjan frá Golgata; hann steig út úr grøvini páska­morgun okkum til æviga rættvísi. Tí kunnu vit av røttum siga hvør við annan: Gleðiligar páskir í Jesu navni. Eg vil hervið enda við einum páskasálmi, sum eg havi yrkt til páskirnar 2011. (Lag: Lat hurðar upp, Bf 256/DK 144) 1. O, sæla páskamorgunstund tá helviti, tað skalv í grund; tí frelsarin upprisin var, hann allar heimsins syndir bar. 2. Eg Jesu-navnið prísa vil, at hann her legði lívið til; av kærleika til syndaran, tí eina Jesus frelsa kann. 3. Tann vón sum birtist mær í barm, sum stilla kann her sorg og harm; tí Jesus mær í hjarta býr, hans frelsa er mær sæl og dýr. 4. Gud havi lov, for Jesu blóð, av grøvini í dýrd upp stóð; hann sigur vann á Sátans makt, tí er alt honum undirlagt. 5. Mín longsil er nú heim til tín, eg fái frá tær brúðarlín; tú livir og eg liva skal, mín sál er frelst og frí og sæl. 6. Ímillum frelst og hørpuspæl, har syngja øll so glað og sæl; í himmiríki er vár búð, har fáa vit øll dýrdarskrúð. (Yrktur: 13. mars 2011) Páskasálmur Lagt til rættis: Snorri Brend.