Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 14 - 22. januar 2004 Nr. 14 - 22. januar 2004 9 Bjarni Djurholm meinar at alivinnan og fíggjandi peningarstovnar eiga líka nógv at taka ábyrgd av egnum prioriteringum sum at útpeika politikarar sum Svarta Per ALIVINNA Búi Tyril Alivinnan hevur havt leysar teymar og alarar hava av egnum fríum fyritaksemi sett út laks; samstundis hava peningastovnar og aðrir kreditveitarar verið fult vitandi um villkorini í vinnuni og sum heild hevur eingin ikki viljað havt politiska uppíblanding. Tí er tað skeivt, nú ið hart leikar á, at renna undan egnari ábyrgd og kasta skuldina fyri skilið yvir á onnur. Hetta sigur okkara virk- andi vinnumálaráðharri, Bjarni Djurholm, í viðmerking til úttalilsini hjá stjóranum í Føroya Banka, Jørn Astrup- Hansen, sum stóðu at lesa í Sosialinum týsdagin. – Eg noteraði mær at hetta kom júst valdagin, segði Bjarni Djurholm, og duldi ikki fyri eitt sindur av skepsis. – Tað tykist løgið at bankastjórin stendur fram beint nú sjálvan valdagin, helt Bjarn Djurholm fyri. – Maðurin hevur jú rætt í nógvum av tí hann sigur sum so; hann sigur tó so ikki nógv um hvørja ábyrgd hann sjálvur hevur í hesum. Bankin hevur jú kent til fortreytirnar men hevur kortini valt at taka váða og fíggjarliga ábyrgd; hann hevur enntá havt egnan fiskadjóralækna knýttan at alivinnuni og má hava verið rættiliga væl vitandi um viðurskiftini. Eg haldi at hvørki hann ella onnur eiga at koma nú sum ketta burtur úr høvdatrog og geva politikarunum alla skuldina fyri kreppuna. Konsolidering Spurdur um hann ikki sjálvur sum vinnumála- ráðharri metir seg at eiga lut í ábyrgdini av kreppuni í alivinnuni, svarar Bjarni Djurholm játtandi, men leggur samstundis dent á at talan er um fleiri partar og at allir eiga sín part av hes- ari ábyrgd. – Politikarar og embætis- fólk eiga sín lut í ábyrgdini av øllum sum hevur við karmarnar at gera, lógar- verk og veteriner viður- skifti íroknað eftirlit og umsiting… Vit áttu kanska at strammað í fyri tveimum árum men sum eg ivist stórliga í um tað yvirhøvur var politiskt møguligt tá. Tiltøkini høvdu nevniliga verið drastisk, og høvdu inniborið slakt av so at siga øllum laksinum. Eg haldi ikki tað var realistiskt at fáa tílík tiltøk ígjøgnum. – Hetta málið er ikki so einfalt ella svart og hvítt sum tað nú verður gjørt til. Í veruleikanum hava for- treytirnar verið givnar og allir partar hava átt sin leik- lut. Tað sum hevur verið framt politiskt hevur verið gjørt í samráð við vinnuna, peningastovnar, tann veter- inera myndugleikan og lóg- arkøn fólk; allir partar eru impliceraðir og eiga tí eis- ini sína ábyrgd. Meðan vinnumálaráð- harrin harmast um støðuna í alivinnuni sigur hann seg samstundis hava góðar vón- ir um framtíðina. – Tað sum er hent er ein sorgarleikur, staðfesti Bjarni Djurholm. – Støðan er grátilig men potentialið í vinnuni er stórt og eg ivist ikki í at ali- vinnan fer at fóta sær aftur. Men vit koma at síggja eina konsolidering í næstum og eigararnir verða færri og størri. ILA sjúkan er í veru- leikanum um at verða bast og VESO-verkætlanin hjá Havbúnaðarfelagnum hjálpti í arbeiðinum at seta røtt tiltøk í verk ímóti sjúk- uni. Ja til pant og íløgur Hvat annars viðvíkur spurningum um pant í aliloyvum, útlendskan kapital og almennan stuðul, er Bjarni Djurholm rætti- liga greiður. – Í einari frágreiðing við- víkjandi umsiting av ali- loyvum sum varð skrivað av umboðum fyri vinnuna, fíggjarstovnar og Vinnu- málaráðið og latin okkum í november, varð mælt til nakað sum mótsvaraði at pant skuldi kunna takast í aliloyvum; ætlanin var eis- ini at sami bólkur skuldi skriva eina frágreiðing um kapitalviðurskiftini við atliti til útlendskar íløgur… – Persónliga haldi eg ikki at vit kunnu bjóða útlend- ingum at seta pening í vinn- una við avmarkingum í eigaraskapinum so sum lógin sigur í løtuni; skulu vit hava avmarkingar so eiga hesar at liggja í sjálv- um treytunum fyri aliloyv- ini. – Eg meini ikki at pen- ingaligur stuðul til vinnuna eigur at verða latin. Hin- vegin er tað tungt hjá vinn- uni at gjalda fyri alt eftirlit- ið sum hon sambært gald- andi krøv noyðist ígjøgn- um; her havi eg biðið um at fingið sett av tríggjar milli- ónir krónur um árið tey komandi fýra árini fyri at lata landskassan gjalda fyri tann tøkniliga og veterinera partin av einari koppseting í alivinnuni. Ætlanin er so at vinnan sjálv rindar fyri koppingarevni og tað kem- ur væntandi at kosta 25 oyru per smolt. Síðani hava vit játtað tvær milliónir krónur til Heilsufrøðiligau Starvsstovuna so hon út- vegar sær neyðug tól í sam- bandi við koppsetingar arbeiðið. Vinnumálaráðharrin: Alarar og bankar hava medábyrgd av kreppuni Sambandsflokkurin var langt frá tveimum valdømisvaldum í Vágoynni, og Jørgen Niclasen fekk eitt rimmarval. Sambandsflokkurin er kortini størst LØGTINGSVAL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Jørgen Niclasen feldi fyri einum ári síðani tár fyri opnum skíggja í løgtingin- um. Men týsdagin vóru tár- ini - um nakað - gleðistár. Ùrslitið gjørdist 318 per- sónligar atkvøður. Hetta eru 59 atkvøður fleiri enn við seinasta val. Fòlka- flokkurin stillaði bert trý valevni upp í Vágum, og tað var tískil rúmligt hjá teimum trimum valevnun- um. Samlaða úrtøkan hjá Fólkaflokkinum gjørdist 532 atkvøður, og hetta er ein framgongd áljóðandi trý prosent. Javnaðarflokkurin hevði eina lítlan framgongd í Vágum, men flokkurin var langt frá at røkka einum valdømisvaldum. Marjus suverenur Sambandsflokkurin lá í einari veljarakanning til at fáa tveir valdømisvaldar tingmenn í Vágoynni, men tað var langt frá tí týsdagin. À listanum hjá Sambands- flokkinum var tað Marjus Dam, ið gjørdist tryggur á fyrsta plássinum. Hann fær nógv flestar atkvøður hjá flokkinum í Vágoynni, men fekk kortini persónliga 37 atkvøður færri hesaferð í mun til valið í 2002. - Jørgen hálaði inn í Vágum Listastevna Føroya hevur biðið rock- bólkin Jethro Tull koma til Føroya at hava konsert. Í næsta mánaði fara umboð fyri Listastevnuna til London fyri at hitta bólkin og fáa seinastu snøklarnar í endaligu avtaluni upp á pláss TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Gongur alt sum ætlað, kemur kendi bretski rock- bólkurin Jethro Tull til Føroya at hava konsert í august mánaði. Á heimasíðuni hjá bólk- inum verður longu boðað frá, at teir ætla sær til Før- oya at hava konsert í summar. Tað er Listastevna Før- oya, sum hevur arbeitt við at fáa Jethro Tull til Føroya at spæla, og har verður nú váttað, hvør ætlanin er. – Jethro Tull skal hava konsert á Listastevnuni. Teir skulu spæla í Norður- landahúsinum mikudagin 11. august, sigur Oddvá Nattestad, samskipari. Gera endaliga avtalu Síðst í februar mánaði fara hon og Óla Jákup í Dímun, ljóðteknikkari, til London at gera endaliga avtalu við bólkin og fáa teir tøkniligu spurningarnar upp á pláss. Eisini skulu tey kunnu um umstøðurnar í Føroyum. Jethro Tull gav sína fyrstu plátu út í 1968, og gjøgnum 1970'ini vóru teir millum stóru rocknøvnini. Teir spældu øðrvísi rock- tónleik, sum tordi at blanda fleiri stílir saman, og so var tvørfloytan hjá høvuðs- manninum í bólkinum, Ian Anderson, eitt vørumerki hjá teimum. Til konsertina í Norður- landahúsinum er ætlanin, at gólvið skal slætt, og opið verður út í Klingruna, so at sum mest av fólki kann verða inni í salinum. Eingin av teimum kendu tónleikarun- um, sum stillaðu upp til løgtingsvalið, vórðu valdir inn, men maðurin, sum mælti til at geva tónleik- inum c-vitaminir, kom strúkandi inn á ting TÓNAR Á TINGI Eyðun Klakstein Jón Tyril, Rani Nolsøe, Terji Rasmussen og Niels Uni Dam eru kendir sum profilar í føroyskum tón- leikalívi. Teir eru kendir úr tónleikabólkum sum Click- haze, Frændur, Føstufressar og MC Hár og hava allir verið nógv frammi seinastu árini. Týsdagin bjóðaðu teir av í politikki, men eingin teirra stóð seg serliga væl. Tann, sum fekk frægastu persónligu undirtøkuna, var Jón Tyril, ið var nummar 6 á Tjóðveldislistanum í Eysturoynni við 55 atkvøð- um. Hann hevði tó ongan kjans ímóti teimum meira garvaðu monnunum í flokkum – Torbjørn Jacob- sen og Hans Tausen Olsen. Ikki í nánd av sessi Rani Nolsøe er komm- unupolitikari í Klaksvík, og hesaferð royndi hann seg til løgtingsvalið. Hann gjørd- ist nummar 4 á Tjóðveld- islistanum í Norðoyggjum við 42 atkvøðum, og heldur ikki hann kundi gera nakað við teir meira royndu politikararnar, Karsten Hansen og Heina O. Heine- sen, sum fingu nógv fleiri atkvøður. Terji Rasmussen stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Suðurstreymoy, og hann fekk 29 atkvøður og gjørd- ist nummar 5 á listanum. Sjálvstýrisflokkurin fekk bert ein tingmann, og hann kom í Eysturoynni Niels Uni Dam endaði sum nummar 9 á Tjóð- veldislistanum í Suður- streymoy við 29 atkvøðum. Í Suðurstreymoy fekk Tjóð- veldisflokkurin tríggjar tingmenn, men Niels Uni kom ikki upp á tal til teir sessirnar. C-vitaminir munaðu Ein annar maður, sum gjørdi vart við seg í kjakin- um um umstøðurnar hjá tónleikinum, hevði eitt óført val. John Johannessen, sum er kendur sum tíðindamað- ur í Sjónvarpinum, mælti til at geva føroyskum tónleiki c-vitaminir, og hóast virðis- lønt skald helt lítið um boðskapin hjá honum, kom John syngjandi á ting við 380 persónligum atkvøð- um. Merkistvert var tað, at hann var frammanfyri royndar politikarar sum Helenu Dam á Neystabø, Katrin Dahl Jacobsen og Elin Lindenskov. Johan í Kollafirði hevur verið skemtiligt íkast til valið hesaferð, men hann er eisini tónleikari, og skal tosast um tónleikaliga kapping, so var Johan í Kollafirði vinnarin, tí hann fekk 340 persónligar atkvøður í Suðurstreymoy. Rockhetjur úr 70'unum til Føroya at hava konsert Jethro Tull er rockbólkur úr Bretlandi, sum hevði sína stóru tíð í sjeytiárunum. Vørumerkið hjá bólkinum var tvørfloytan hjá sangaranum Ian Anderson Tónleikarar funnu ikki rætta lagið Jón Tyril var ein av kendu tónleikarunum, sum stillaðu upp á løgtingsvalinum, men hvørki hann ella hinir tónleikararnir komu í nánd av nøkrum løgtingssessi C M Y K 9 8