Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 24 Sosialurin Inna Tørnroos A Annar páskadagur var fyrr í tíðini bæði triði og fjórði páskadagur, men varð til ein dag í 1800-árunum. Á Ápostlasøgan er tað stað í Bíbliuni, har Jesu deyði og uppreisn verða lýst. B Bloksbjerg eitur staðið, sum flogið var til Skíris­ hósdag. Tað vóru sjálvandi páskaheksirnar, ið fóru avstað á kustinum. D Dagurin, tá Jesus kemur ríðandi inn í Jerusalem, verður nevndur Pálma­ sunnudagur, tí fólkið heilsaði honum við pálmabløðum. E Egg – vit mála, rulla og eta tey á páskum. Fyrr var van­ligari, at vit ótu tey rull­aðu eggini, nú verða tey oftani liggjandi til fuglar og onnur djór. F Fjarður eru vælumtókt prýði at pynta við á páskum. G Greinar eru vælegnaðar at heingja páskapynt og páskar­eggini í. H Høsnarungar eru kanska tað, vit oftast pynta heimið við á pásk­ um. Klipp tær hendan út og líma hann saman – ella nýt hann sum skabilón til tín egna høsnarunga. I INRI – stóð á krossinum hjá Jesusi. Tað merkir »Jesus frá Nasaret, kongur jødanna«. Í Í haganum er vanligt, at tey fyrstu smálombini eru at síggja um páskirnar. J Jesu deyði og uppreisn er orsøk­in til, at vit halda páskir­nar. K Knekka egg, ella hvussu ein ger tað, var fyrr í tíðini eitt tek­in uppá hvønn samfelags­ flokk ein hoyrdi til. Tey niðarliga á samfelagsstiganum knekk­aðu eggið við at banka við eini skeið á tað, meðan tey fínari skóru toppin av við einum knívi. L Lambssteik er onki nýtt í Før­oyum, men fyri granna­ londini er sið­urin at eta lamb á pásk­um nýliga kom­in frá Miðalhavs­ londunum. M Mel Gibson hevur skriv­að og leik­stjórn­ að ein av kend­astu film­unum um pásk­ irnar »The Passion of the Christ«. Tað sigst, at Mel Gibson nýtti sína egnu hond sum »stand- in«, tá naglin skuldi gjøgnum hond­ ina. N Níggju tímar hekk Jesus á krossinum, áðrenn hann doyði. Frá A til Ø um Páskir Elskaðu páskirnar eru komnar aftur. Men hvat veitst tú um hesa høgtíð? Her eru nøkur svar uppá nakrar spurningar, sum tú kanska ongantíð hevur hugsða um at spurt!