Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Seinastu tíðina hava vit hoyrt um fleiri, sum hava mist pengar, tí at feløg eru farin av knóranum, og róð hevur verið framundir, at lóggávan skal gerast strangari til tess at steðga slíkum persónum, sum gera sær dælt av húsagangum, fyri síðani at byrja aftur, sum um einki var hent og soleiðis renna undan rokningum, sum onnur mugu gjalda fyri teir. Tað er væl skiljandi, at fólk vilja hava lógarbroytingar, so slíkt ikki kann bera til. Danski løgmálaráðharrin, Lars Barfoed, hevur nevnt møguleikan við eini konkurskarantenu fyri fólk, sum gera sær dælt av slíkum. Hetta er eitt sera áhugavert mál, sum er viðkomandi fyri fleiri vinnuvirki í Føroyum, og ikki minst fyri landskassan, sum eisini missir avgjøld av slíkum monnum – (tað eru sum oftast menn). Tí eiga reglarnar sjálvandi at verða herdar, ella vit skuldu havt ein almennan lista við vánaligum gjaldarum, so slík fólk ikki sluppu at virka ótálmað. Nú verður so nógv tosað um gjøgnumskygni í øllum liðum, ikki minst í almennari fyrisiting og í politikki. Og nú tað stundar til val, so hevði verið áhugavert at sæð, at politisku flokkarnir almannakunngjørdu øll valevni á slíkum lista. Fólk, sum skylda landskassanum pengar, og fólk, sum hava varðað av partafelag, sum er farið av knóranum og skyldar fólki pengar, eiga ikki at sleppa at stilla upp uttan víðari. Veljarin má hava trygd fyri, at løgmaður, landsstýrisfólk og løgtingsfólk ikki hava verið atvold til, at onnur hava mist pengar av teirra vanstýring, og tí eiga slík fólk ikki at sleppa at stilla upp. Politikkur snýr seg eisini um álit, og vit kunnu ikki geva skuldarreyvum – ella tilvitaðum konkursryttarum – álitið at stýra landinum, tað sigur seg sjálvt... Løgtingið avgjørdi í gjár, at løg­mað­ ur skal svara ein­um fyr­i­spurn­ingi frá Kára P. Høj­gaard, løg­tings­manni, sum vil hava at vita, um løg­mað­ur held­ur tað vera í ord­an, at Marn­er Jac­ob­sen og Bjarni Ol­sen, fyrr­ver­ andi stjór­ar í Eik Banka, fingu nakr­ ar mill­i­ón­ir sum »gylt lógva­tak«, tá teir fóru frá sum stjór­ar, beint áðr­enn teir høvdu stýrt bank­an á hús­a­gang. Søgan um Føroya Sparikassa, sum varð til Eik Banka, er ein syrg­ i­lig søga um, hvussu illa tað kann ganga, tá ein in­kom­pe­tent leiðsla og ein in­komp­e­tent nevnd sleppa at skalta og valta við virð­um hjá øðr­um – og seta alt yvir stýr, uttan at nak­ar steðgar ørskapinum. Tað var ein áhugaverd sending á P1 hjá DR í síðstu viku, tá teir tríggir banka­rudd­ar­ar­nir hjá Finansiel Sta­ bi­li­tet, Henn­ing Kruse Ped­er­sen, Jørn Astrup Hansen og Steen Hove søgdu sína hugs­an um, hví tað gekk so gal­ið hjá fleiri bankum í konga­rík­ i­num. Amagerbankin er eitt skrekk­sek­ sem­pul – ikki minst tá tað snýr seg um eina út av lagi ó­kom­pe­tenta banka­nevnd, sum gev­ur stjór­a­num parta­brøv í hundr­að mil­l­i­óna klassa­ num, og sum let­ur stjór­an sjálv­an sleppa at gera av, nær hann tekur sær »gylta lógva­takið«· Fyri vanlig fólk er tað jú beinleiðis hol í høvd­ið, at nevnd­in í Eik Banka ger av at gjalda stjór­u­ num fleiri milli­ónir í frá­far­ing­ar­løn, beint áðr­enn bank­in fer á heys­in. Tað luktar langan veg av in­kom­pe­ tansu – ella tí, sum nógv verri er. Tað er helst ein veruleiki, at júst in­komp­e­tansa er ein stór­ur trup­ ul­leiki í nógv­um løg­um í sam­fel­ag okk­ara. At skip­an­in við Eik Banka bara kundi end­að gal­ið, tað hava mynd­ug­leik­ar og bank­a­leiðsla vit­ að í fleiri ár. Í Dan­mark eru fleiri dømi, har tað gekk gal­ið, tí at nevnd og leiðsla høvdu alt vald­ið. Bara fyri Eik Banka hev­ur hetta kost­ að Fin­an­s­i­el Sta­b­i­li­tet milli­arda­ upp­hædd, eins og tað eis­ini hev­ur kost­að parta­eig­ar­u­num milli­ard­a­ upp­hædd­ir. Fleiri aðr­ir hús­a­gang­ir stand­ast av hes­um fall­itt­i, tí bankin sigur upp kredittir – eitt dømi er í­búð­ar­bygg­in­g­in undir Kongavarða á Argjum. Spennandi verður at frætta, hvat løg­mað­ur hev­ur at siga, tí hetta er ikki bara eitt mál um tveir privat­ per­són­ar, sum fáa eina feita løn, og um ein ting­mann, sum øv­und­ar teim­um. Tí vit hava onnur dømi um ó­kom­pe­tent­ar leiðsl­ur, sum stýra sera stór­um pen­ing­a­upp­hædd­um – og sum freist­ast at geva stórar løn­ir og stór­ar fr­á­faring­ar­løn­ir við vón um, at tað dryppar á deknin, sum kanska kýnir leiðsluni. Her tørvar okkum greiðar reglur, sum seta skilvísi og kompetansu í hásæti, og tí hvílir stór ábyrgd á løgmanni. Gylta lógvatakið stinkar av inkompetansu Leið 200, sum koyrir millum Eiði og Oyrarbakka, koyrir ikki sunnudagur Randi Jacobsen Flestu bygd­ar­leið­ir­nar koyra hvønn dag, og á­vís­ar halg­i­dag­ar koyra tær sum sunn­u­dag. Men við leið 200 er øðr­ vísi. Eing­in buss­koyr­ing er sunnu­dag mill­um Eiði og Oyr­ar­bakka. Hetta eru fólk í Eiðis komm­unu ónøgd við. Á heimsíðuni hjá Strand­ ferðsl­uni stend­ur, at skír­is­ dag verð­ur koyrt sum sunn­ u­dag. Hví tað skal standa, tá ið ikki verð­ur koyrt sunn­ u­dag, hava fólk ilt við at skilja. Tveir dreingir skuldu við bussi suð­ur til Havn­ar skír­is­dag. Ætlan teirra at fara við buss­i­num suð­ur á Oyr­ar­bakka og skifta har til leið 200. Men eingin bussur var at koyra teir suður á Oyrar­ bakka. Vánaligt, hildu teir. Eingin koyring halgidagar Tá nevndin er inkompetent Tá Pauli Ellefsen tók við sum løgmaður tann 5. januar í 1981 var landsynningurin so tráður, at flaggstongin í Tinganesi brotnaði, og flaggið fall í Tinghelluna. Flaggdagin í ár var veðrið ikki so ringt, men línan helt ikki Merkinum, sum fall í Tinghelluna. Um tað var tí, at lø­gm­að­ ur er sam­ bands­mað­ ur, sig­ur søg­an tó einki um... Merkið fall í Tinghelluna Onga skuldarreyv á ting og í landsstýri Brúk fyri blokk­ politiki Edmund Joensen kjak á síðu 12 Nýggja reyða gongan Bjarni Djurholm kjak á síðu 12 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Lýsingartorgið Vegna tekniskar trupulleikar dátagrunninum er Lýs­ ing­ar­tor­g­ið ikki við í blaðnum í dag. Arbeitt verður við málinum, og biðja vit lesarar og lýsarar umbera okkum Blaðstjórin