Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 22. januar 2004 15 Formaðurin í javn- aðarflokkinum væntar ikki, at ríkisrættarligi spurningurin fer at vera tann stóri trupulleikin, nú nýggj samgonga skal skipast LØGTINGSVALIÐ 2004 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað eru nógvir nøguleikar at skipa nýggja samgongu eftir løgingsvalið týsdagin. Tað heldur Jóannes Eid- esgaard, formaður javn- aðarfloksins. Men so er hann eisini nokk so vísur í, at júst javnaðarflokkurin verður lykilin til eina nýggja samgongu. – Tingmannabýtið lagaði seg so, at tað er lítið sannlikt, at tað fer at bera til at skipa samgongu uttan- um javnaðarflokkin, bæði tá ið vit skulu hava eina breiða semju um ríkis- rættariligu støðuna ella um vinnumál og sosialmál. Men tað hóvar honum eisini væl. – Vit hava verið í and- støðu í átta ár og tað er leingi hjá javnaðarflokk- inum. Tì er ikki yvir at dylja at vit vilja fegin í samgongu aftur, sigur for- maður floksins. Hann sigur, at tað eru bæði møguleikar at skipa eina stóra samgongu við trimum av teimum stóru flokkunum. Ein slík sam- gonga fer at hava 21 ella 22 tinglimir. Tað ber eisini til at skipa eina smala samgongu við tveimum stórum flokkum og øðrum, ella báðum teimum lítlu flokkunum. Ein slík samgonga fær 17 ella 18 tinglimir og hevur sostatt onki at geva av, tí fyri at fáa meiriluta, krevj- ast 17 tinglimir. Men Jóannes Eidesgaard er eisini sannførdur um, at tað fer at vera ógvuliga trupult at arbeiða hjá eini smalari samgonga við 17 ella 18 tinglimum. – Ein stór samgonga hevði fingið tað munandi lættari, sigur hann. Hinvegin væntar formað- ur javnaðarfloksins ikki, at tann ríkisrættarligi spurn- ingurin verður størsti trupulleikin í royndunum at skipa samgongu. – Í ríkisrættarliga spurn- inginum hava allir flokkar flutt seg nógv inn ímóti miðjuni so eg vænti at tað verður rættiliga skjótt, at flokkarnir kunnu semjast um, hvussu farast skal fram á tí økinum. Hinvegin væntar hann, at tað stóra slagið fer at standa um, hvønn politikk ein nýggj samgonga skal føra á vinnuliga og á sosiala økinum. Men at tosa um løgmann og málsøki er alt ov tíðliga enn. Ikki tikið støðu til samráðingarleiðara Ein stórur spurningurin í hesum sambanhangi er, hvussu verður við Anfinni Kallsberg, skuldi tað hent, at fólkaflokkurin kemur í eina nýggja samgongu. Undan valinum hevði javnaðarflokkurin ta av- gjørdu støðu, at hann fór ikki í nýggja samgongu við Anfinni Kallsberg sum løgmanni ella landsstýris- manni, eftir tað, sum er komið fram um fortíð hansara. Í dag er Jóannes Eides- gaard ikki heilt so av- gjørdur. Hann sigur, at tað eru tvey nýggj andlit í ting- manningini hjá javnaðar- flokkinum (John Johanne- sen og Sverri Midjord) og tann spurningurin skal nú viðgerast í flokkinum. Men tað skilst kortini á honum, at tað er lítið sannlíkt, tingmanningin broytir støðu. – Skal Anfinn Kallsberg vera ein leiðandi politikari eftir valið, hevur ongin orsøk verið til at havt løgtingsval, tí tað var júst hansara støða í politikki, sum var orsøkin til valið, sigur Jóannes Eidesgaard. Annars heldur hann, at úrslitið av valinum kundi givið okkum orsøk til at endurskoða vallógina, tí hesuferð vísir tað seg, at tjóðveldisflokkurin, sum er triðstørstur í atkvøðum, fær átta tingmenn, men at bæði sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin, sum fingu fleiri atkvøður, fáa bara sjey tingmenn. – Hetta er eitt úrslit av, at tann flokkur, sum vinnur tey smáu valdømini, kann gerast yvirumboðaður og hetta er hent fyrr. Ì dag eru formenninir kallaðir saman til fundar og har skal ein floksformaður veljast til at standa fyri teimum fyrstu royndunum at skipa samgongu. Hann fær so tríggjar dagar at royna seg í. Eydnast tað ikki at fáa glið á, handar ein stafettina víðari til ein annan floksformann. Javnaðarflokkurin hevur ikki enn avgjørt, hvønn hann fer at vísa á til sam- ráðingarleiðara. Stóra afturgongd Annars var úrslitið av valinum hjá Jóannesi Eidesgaard sjálvum ikki serliga sannførandi, í hvussu so er ikki í heim- bygdini, Tvøroyri. Tilsamans fekk hann 403 atkvøður í øllum valdømin- um. Tað eru 100 færri enn seinast, tá ið hann fekk 503. Men á valinum í 1998 fekk hann heilar 709 atkvøður. Eisini á Tvøroyri hevði hann stóra afturgongd. Á seinasta løgtingsvali fekk hann 327 atkvøður á Tvøroyri, men hesuferð fekk hann bara 262 atkvøð- ur. Tað førdi so aftur til, at verteranurin, Sverri Mid- jord, yvirhálaði hann í heimbygdini. Men Jóannes heldur seg kennna orsøkina til hesa gongdina. – Ì fyrsta lagi er veru- leikin tann, at eg eri ikki so nógv at síggja á Tvøroyri longur, tí alt tað politiska arbeiði er í Havn, so tað er har, at eg eri fyri tað mesta. – Í øðrum lagi skerst ikki burtur, at nógvir veljarar halda, at eg havi verið sjálvskrivaður á ting av tí, at eg eri formaður floksins og tí hava tey heldur vilja sett krossin við onkran annan. – Og í triðja lagi skerst heldur ikki burtur, at í ár hevur sera hørð kapping verið ímillum Sverra Mid- jord á Tvøroyri og Henrik Old í Vági um annan tingsessin hjá javnaðar- flokkinum í Suðuroy og tað hevur uttan iva ført við sær, at tvørafólk í ein ávísan mun hava tikið seg saman um Sverra Midjord fyri at fáa tvey umboð av Tvør- oyri. Annars leggur Jóannes Eidesgaard dent á, at hann er væl nøgdur við valið í Suðuroynni sum heild, tí javnaðarflokkurin er so nógv størsti flokkur í oynni við heili 41,9% av atkvøð- unum. Tað er ein fram- gongd upp á 0,7% afturímóti valinum í 2002. Slagið kemur at standa um sosialmál og vinnumál Flokk- arnir til løgtings for- mannin Edmund Joensen, tingformaður, hevur boðað flokkunum frá, at teir skulu koma til hansara at peika á ein samráðingar- leiðara POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Løgtingsformaðurin hevur boðað flokkun- um frá, at hann vil hava teir at koma til sín í dag, hósdagin, til tingformansumfar. Her skulu flokkarnir peika á ein samráð- ingarleiðara, sum skal royna at skipa sam- gongu. Flokkarnir peika hvør í sínum á ein samráðingarleiðara. Tað er síðani tann, sum í tingmonnum hevur størstan stuðul, sum sleppur at royna at skipa samgongu. Hetta merkir, at flokkarnir sum so hava eins nógvar atkvøður sum tingmenn. Anfinn Kallsberg hevur lagt frá sær, og tískil er støðan ikki sum eftir seinasta val, har hann sat í løg- m a n s e m b æ t i n u m orsakað av fastlæstu støðuni. Edmund Joensen sigur tó, at ynskja flokkarnir at fáa meira tíð at umhugsa seg, so fáa teir tað. Ein hugsunnarsamur Jóannes Eidesgaad í barnaheimi sínum á Tvøroyri valkvøldið, har hann situr og fylgir við útslitinum. Hann vann valið í Suðuroynni, men í sjálvari heimbygdini, Tvøroyri, tapti hann fyri Sverra Midjord 15 14 Nr. 14 - 22. januar 2004 Støðan hjá Tjóð- veldisflokkin til Anfinn Kallsberg er óbroytt. Høgni Hoydal trýr upp á nógvar samgongu- møguleikar LØGTINGSVAL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Høgni Hoydal var sera feg- in um valúrslitið. – Eg hevði øgiliga ymsar vónir til hetta valið. Eg kenni meg lætnaðan, tí hesin hevði eg ikki roknað, hóast eg fekk onkrar ábend- ingar um, at tað fór at ganga betri, enn valkann- ingarnar høvdu spátt, sigur Høgni Hoydal. Hvat heldur tú um val- úrslitið? – Fyri fyrstu ferð hevur vallógin verið til okkara fyrimun. Hesaferð vóru marganalarnir á okkara síðu, sigur Høgni Hoydal, sum segði seg vera bilsna av tí stóra persónliga stuðl- inum, sum hann fekk. For- maður Tjóðveldisfloksins heldur, at góða úrslitið fyrst og fremst kemur av tí stóra innsatsinum, sum tjóð- veldisfólk hava gjørt kring landið. – Vit hava sitið við leiðsl- uni í seks ár, og tikið nógv- ar illa umtóktar avgerðir. Tí tulki eg tað sum ein stóran sigur, at vit megnaðu at halda stand, sigur Høgni Hoydal. Upp á fyrispurning um valllógin eigur at verða broytt, sigur Høgni Hoydal, at Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at hyggja nærri at hesum møguleikanum Hvørjir samgongu møgu- leikar sært tú útfrá úrslit- inum? – Her eru allir møgu- leikar opnir. Eg haldi, at vit hava nógvar møguleikar. Vit hava heldur ikki útihýst Fólkaflokkin, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur seg hava góð- an hug at gerast løgmaður, men hann leggur dent á, at tað týdningarmesta er, at Tjóðveldisflokkurin kann vera við at mynda poltikkin næstu árini. Og møguleikarnir fyri breiðum samgongum eru eisini til staðar. Avgerandi fyri um hetta ber til, metir Høgni Hoydal vera, um semjan kann finnnast um tey stóru málini, sjálv- stýris-, fíggjar-, sosial- og vinnnupolitikkin. Krevja tit, at Anfinn Kallsberg leggur frá sær? – Okkara støða er ikki broytt í mun áðrenn valið. Vit vilja ikki ganga við til Anfinn Kallsberg sum løg- mann ella landsstýrismann, um hann ikki gongur við tær treytir, sum vit settu honum, sigur Høgni Hoy- dal. Tvinnu kostirnir hjá An- finn Kallsberg er annað- hvørt at reinsa seg sjálvan í sambandi við skuldseting- arnar í málinum um Frost- virkið ella at biðja um umbering. Sostatt er støðan eins fastlæst, sum hon var und- an valinum. Hvønn peikar tín flokkur á samráðingarleiðara? - Tað vil eg ikki siga nakað um nú. Høgni Hoydal: Allir møgu- leikar opnir – Tað mest avgerandi fyri Fólkaflokkin er at fáa okkara politik framdan í verki. Og tað ger mann bara, um mann kemur í samgongu. Persóns- spurningar koma í aðru røð, sigur ein sera glaður, men troyttur, Anfinn Kallsberg aftaná løgtingsvalið Kristian E. Andersen kristian@sosialurin.fo Anfinn Kallsberg fekk eitt øgiligt valúrslit. Við 819 persónligum atkvøðum setti hann met í Norður- oyggjum, og við tveimum eykavaldum megnaði Fólkaflokkurin at varðveita tann eina tingmannin, sum teir sambært ávísum velj- arakanningum stóðu til at missa. Og Anfinn Kalls- berg var sum vera man eisini ein glaður politikkari aftaná valið. – Eg havi tað øgiliga gott beint nú. Kanska eitt sindur móður, men eg eri ótrúliga glaður fyri úrslitið. Bæði fyri meg persónliga og fyri flokkin. Hóast tann velduga ágang móti mær og flokk- inum í seinastuni megna vit at halda skansan, sigur Anfinn Kallsberg. Nógvir møguleikar Anfinn Kallsberg vil ikki siga nakað um, hvønn flokkur hansara helst ynsk- ir at sleppa í samgongu við, og hann fjalir ikki, at har eru nógvir møguleikar. – Eg vil ikki siga nakað konkret um samgongu- møguleikar beint nú. Tað er givið, at har eru rættiliga nógvir møguleikar, um mann hyggur eftir tølunum. Bara hugflogið setir mark- ið. Bæði ein breið og ein smøl samgonga eru møgu- ligar, vísir Anfinn Kalls- berg á. Seg sjálvan í aðru røð Teir tríggir av hinum stóru flokkunum hava allir greitt meldað út, at teir fara ikki uppí eina samgonga, har Anfinn Kallsberg antin verður løgmaður ella lands- stýrismaður. Spurdur um, hann ella Fólkaflokkurin finna seg í hesum, sigur Anfinn Kallsberg, at hann er til reiðar at seta seg sjálvan til viks um neyðugt. – Tað mest avgerandi fyri Fólkaflokkin er at fáa okkara politik framdan í verki. Og tað ger mann bara, um mann kemur í samgongu. Persónsspurn- ingar koma í aðru røð, sigur ein avgjørdur Anfinn Kalls- berg at enda. Til viks um neyðugt Anfinn Kallsberg er til reiðar at seta seg sjálvan til viks um neyðugt Mynd: Jens Kristian Vang Flokkurin hevur ikki broytt støðu viðvíkjandi Anfinni Kallsberg. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14