Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 6 Sosialurin Áki Bertholdsen - Hetta er ómetaliga tórfør. So stutt tekur Páll á Reynatúgvu, nevndar­for­ maður í Sev, saman um støð­ una, nú felagsskapurn skal hava aðalfund fríggjadagin. Oljan er nú so dýr, at fíggj­ arætlanin hjá Sev er sprongd í fillur og tí skulu stór tiltøk takast fyri at fáa javnvág í aftur. Nevndarformaðurin sigur, sum oljuprísurin er nú, fara heilar 30 millónir at mangla í á fíggjarætlanini hjá Sev. Hendan risaupphædin skal finnast onkusvegna og tað verður fremsta upp­gáv­ an hjá Sev hesar næstu vik­ urnar. Fáar skrúvur Sev hevur ikki so nógvar skrúvur at snara í hesum sam­bandi. Antin má prísurin á streymi hækkast enn meiri, ella má Sev seta álvarsligar sparingar í verk. Tað ber eisini til at læna pen­ingin. Men talan kann eisini verða um eina samanrenning av hesum trimum. Undir øllum umstøð­um skulu allar útbygg­ingar­ætl­ anir endurskoðast. - Men tað er eitt tvíeggjað svørð, tí endamálið við teim­ um útbyggingum er nett­upp at gera Sev leysari av oljuni, sum er høvuðsorsøkina til tórføru støðuna hjá felags­ skapinum. - Tað er sum at pissa í buks fyri at halda seg heitan. Eykaaðalfundur Páll á Reynatúgvu sigur, at hann fer ikki at siga nakað um, hvat skal gerast. - Á seinasta aðalfundi vóru vit fyri hørðum atfnningum fyri at hava hækka prísin og tí at vit ikki skuldu havt sett sparingar í verk. Hann sigur, at tað hev­ ur nevndini í Sev ein læru­ peningi og tí fara tey at brúka aðalfundin til at kunna komm­unurnar, sum eiga Sev, frá støðuni og, hvussu útlitini verða. Ætlanin er so at kalla saman aftur til ein eyka aðalfund seinni í vár, har fíggjarliga støðan skal við­ gerast og har støða skal takast til, hvørji stig skulu takast. - Vit hava lært tað, at eig­ arin skal hava høvi til at taka støðu til, hvørji stig skulu takast. Páll á Reynatúgvu sigur, at leiðslan og nevndin hava sjálvandi sína áskoðan, hvørji stig eru neyðug at taka, men tað fær hann einki sagt um enn. Annars sigur nevndar­ for­maðurin, at Sev hevur gjørt sítt ítarsta fyri at seta sparingar í verk á stovn­ inum. Men hann staðfestir, at møguleikarnir at spara í rakstrinum eru avmarkaðar, tí nevnd og leiðsla í Sev vilja ikki seta veitingartrygdina í vanda. - Seta vit tiltøk í verk, sum fara at føra fleiri streymslit við sær rakar tað vinnulív og samfelag hart og vit hava sett okkum fyri, at tað skal ikki henda. - Nevndin og leiðsla eru samd um, at veitingartrygdin skal ikki skerjast, tí tað verður ein missur fyri samfelagið og tað duga vit ikki at síggja nakra meining í, leggur Páll á Reynatúgvu afturat. SEV noyðist at hækka prísin STREYMPRÍSIR Sev er í álvarsligum fíggjarligum trupulleikum og ein avleiðing kann vera, at prísurin á streymi má hækkast aftur longu nú í summar Ein spurningur, sum tek­ur seg upp í hesum sambandi, er 2um Sev skal taka lán til at fíggja hallið í ár við. Páll á Reynatúgvu staðfestir, at tekur Sev lán, verður tað felags­skapurin sjálvur, sum skal hefta fyri tað. Fyrr veðhildu bæði kommunurnar og landið fyri lánum, sum Sev tók, men tað gera tey ikki longur. Nevndarformaðurin í Sev hevur onga al­menna hugsan um hesi viðurskifti. Men hann staðfestir, at høvdu kommunurnar, og kanska landið, veð­hildið fyri einum láni til Sev, høvdu rentur og lánitreytir verðið mun­andi lagaligari, enn tey verða, skal Sev sjálvt standa við ábyrgdini. SEV er einsamalt Við ábyrdini Út av eggini Sev er í stórari, fíggjarligari neyð og nú skulu leiðslan, nevndin og kommunurnar gera av, hvørji stig skulu takast - Ein fyritøka kann ikki fíggja sín rakstur við at taka lán. Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, nevnd­ar­ formaður í Sev. - Tað er sum at pissa í buks fyri at halda hit­ anum, leggur hann aftur­ at. Nevnd, leiðsla og kommunurnar, sum eiga Sev, skulu taka heilt alvor­ ligar avgerðir í næstum. Sum støðan er nú, fara einar 30 milliónir at mangla í á oljukontuni hjá Sev. Frammanundan hevur Sev lagt eina fíggja­ rætlan, sum hevur eitt hall upp á 32 milliónir. So verður einki gjørt, verður hallið hjá felags­ skapinum 62 milli­ónir í ár. - Tað skal gjaldast so ella so, sigur Páll á Reynatúgvu. Í hesum sambandi er stórur vandi fyri, at ein partur av loysnini verður, at prísurin á streymi verður hækkaður aftur longu í summar. Páll á Reynatúgvu vil ikki siga, hvat nevnd og leiðsla í Sev fara at mæla til. Men Hákun Djurhus, stjóri í Sev, segði herfyri við Sosialin, at Hvørja ferð prísurin á streymi hækkar 10 oyru fyri hvørt kilowatt, gevur tað Sev 27 milliónir í kassan.s Men ein príshækking kann ikki verða sett í gildið fyrrenn árið er hálvrunnið og skal alt tað óvæntaða hallið upp á 30 milliónir, sum oljuprísurin hevur elvt til, takast inn aftur við hægri streymprísi, skal talan sostatt verða um eina príshækking upp heili á 20 oyru fyri hvørt kilowatt, umframt mvg, ella 25 oyru tilsamans. - Tað veldst alt um, hvat eigararnir, sum eru kommunurnar, siga, men tað veldst eisini um, hvat fíggingarstovnarnar siga, ásannar Hákun Djur­ huus. Hækkar prísurin 25 oyru fyri hvørt kilo­ watt, fer tað at geva hvørjum húsarhaldi eina eykarokning upp á 1000 krónur um árið. Hendan prís­hækk­ ing­in kemur so oman á hækk­ingini upp á 18,75 oyru fyri hvørt kilowatt, sum prísurin hækkaði á nýggjárinum. 20 oyru