mikudagur 27. apríl 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað eru ójavnar meiningar um
lýsingina hjá Okkara bryggja
ríi á leikbúnunum hjá HB.
Christian Andreasen, forseti
í
Fótbóltssambandinum,
segði við Rás2 og Sosialin, at
hann fór saman við nevndini
í FSF at hyggja upp á málið,
meðan Jón Hestoy, formaður
í Svimjisambandinum, segði,
at tað hevði ikki komið upp
á tal innan hansara samband
at loyvt slíkum lýsingum.
ÍSF-forsetin, Petur Elias
Petersen, hevur hinvegin valt
at tulka reglurnar í »Stevnu
mið um rúsdrekka og ítrótt«
soleiðis, at av tí at Okkara er
eitt lítið og nýtt bryggjarí, er
tað í lagi at lýsa við logo’inum
hjá fyritøkuni.
Hann segði við Rás2 í gjár,
at hann ikki kann taka støðu
til ein hypotetiskan spurning
um, hvørt hann hevði við-
mælt einari lýsing frá Tuborg
ella Carlsberg.
Fyri at kasta meiri við
á bálið hevur Petur Elias
Petersen undan páskum giv
ið Neistanum grønt ljós at
brúka sama Okkara-logo á
búnunum hjá mansliðinum í
sambandi við FM finaludyst
irnar.
Men ÍSF-forsetin segði eis
ini við Rás2 i gjár, at hann fór
at taka málið upp í stjórnini.
– Málið er so nógv blást
upp í miðlunum, at tað er
rættast at vit taka tað upp á
fyrstkomandi stjórnarfundi,
segði Petur Elias Petersen.
Men sum skiltist á ÍSF-
forsetanum kann talan væl
blíva um at linka reglurnar
soleiðis, at tað fór at gerast
púra greitt, at slík logo sum
Okkara saktans kunnu brúk
ast sum lýsingar á leikbúnum
undir ÍSF.
Tá verður so spurningurin,
um pengarnir telja meira enn
fyrilitið fyri børn og ung,
sum hava leikararnar sum
sínar fyrimyndir.
Taka »Okkara-
málið« upp á
stjórnarfundi
Øllýsingar á leikarabúnum eru á veg at gerast góðkendar
av ÍSF, men Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, sigur nú, at
málið verður tikið upp á fyrstkomandi stjórnarfundi
Tulkingin av reglunum í »Stevnumið um rúsdrekka og ítrótt« er sambært Petur Elias Petersen
hon, at eitt lítið logo (hjá Okkara) hevur tálmandi ávirkan – og minni enn einki logo...
Leo Poulsen
Tað er greitt, at semja er
ikki í ÍSF um tulkingina
hjá
formanninum
í
sambandi við øllýsingina
hjá Okkara á HB- og
Neistaleikbúnunum.
Tað hevur formaðurin
í
Svimjisambandinum
greitt boðað frá.
Hinvegin vilja undan
farnu
ÍSF-forsetarnir
ikki gera viðmerkingar
til málið.
Sølvi Reinert Hansen,
ið sat undan Petur Elias
Petersen, sigur, at málið
ongan tíð var uppi at
venda í hansara for
setatíð, og tí veit hann
ikki, hvørja støðu hann
hevði tikið.
Hann heldur tað ikki
geva
nakra
meining,
at hann nú boðar frá,
hvørja støðu hann í
givnum føri hevði havt
til eitt slíkt mál.
Heldur ikki Heðin
Mortensen, ið sat sum
ÍSF-forseti í út við 30
ár – og eisini var forseti,
tá umrødda stevnumið
varð orðað og samtykt –
vil blanda seg í aktuella
málið.
Tað mest áhugaverda
er kortini, hvat restin av
stjórnini í ÍSF heldur
um tulkingina hjá for
setanum, og tað fæst
greiði á tá næsti stjórnar
fundur verður einaferð í
komandi mánað.
Fyrrverandi
bossar onga
viðmerking
Hvørki Sølvi Reinert Hansen
ella Heðin Mortensen hava
hug at gera viðmerkingar til
tulkingina hjá sitandi ÍSF-
forseta um rúsdrekka og ítrótt
Til FM-dystirnar hevði mansliðið hjá
Neistanum gjørt avtalu við Okkara
bryggjarí um lýsing á leikbúnanum