Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48 12 Sosialurin Kjak Nýggja reyða gongan Nýggj sosialistisk um­for­ deil­ingsskipan ávegis, sum landsstýrið og stuð­uls­flokk­ arnir fara at kjøl­seta. Um dagarnar skiltust polit­isku vøtnini. Av­gjalds­ flokk­ar­nir standa saman um at skatta høv­uðs­vinnuna enn meira og samstundis fara frá gjørd­um avtalum. Í ár varð lagdur nýggjur 2,5% tilfeingisskattur á høv­ uðs- og alivinnuna um­framt, at øll inntøkutrygdin bleiv flutt úr landskassanum til mann­ingar og reiðarar at gjalda. Samanlagt einar 50 mio kr í meirinntøku til landskassan fyri 2011, sum vinnan rindar. Fyri at fáa vinnuna at góð­ taka fyribils til­feing­is­skattin, varð semja gjørd við partarnar í fjør um, at í ár skuldi endalig til­feingisskattaskipan gerast, sum skuldi koma ístaðin fyri eykaskattin. Nýggja fram­tíð­ ar­skipanin skuldi fáa virknað frá 2012. Henda ætlaða um­legg­ing var søgulig, og var hon fyrsta stigið at gera høv­uðs­vinnuna leysa av øll­um almennum stuðli, har vinnan framyvir skuldi virka undir nýggjum sta­bilum lógarkarmum, har hon kundi arbeiða utt­an polit­ iska íblandan. Skip­an, sum vit t.d. kenna í ali­vinnuni. Lyftisbrot Men hesum lyfti er man so lopin frá við eittans endamáli. T.e. skjótast at fáa meira pen­ ing til hækkandi almenna rakstrarkostnaðin. Hetta tryggja sosialistisku og eisini so­kallaði nýggi "liberali" flokk­ ur­in á tingi. At skatta seg til vælferð­ ina verður sum at gera und­ir seg. Tað fløvar eina løtu, men sum frálíður verður bæði kaldari og man rami rókurin eisini fara at ríva í (politisku) næsunum. Hetta er júst sami poli­tikk­ urin, sum var hild­in verða gott latín í Dan­mark sjeytiárunum undir reyðu stjórnini hjá Ank­ er Jørgensen, tá al­menna hús­ arhaldið í stór­um vantaði pen­ ing til væl­ferðar­tæn­ast­urnar. Tá vóru m.a. hyggju­ráð­ini, at øll skuldu rinda skatt fyri ar­beiði, sum tey gjørdu sjálvi. Ella sagt øðr­vísi, tað borgarar spardu í løn til onnur, skuldu teir sjálvir verða skattaðir av. Ja, sjálvt har húsmóðurin bak­aði síni egnu breyð, skuldi í prinsippinum verða skatt­ skyld­ugt. Hetta var solidari­ tetur (les sosial­isma), varð sagt. Neyð­ugt var at skatta seg til væl­ferð­ina. Rættartrygdin Nú reyða gongan ad hoc um eitt vikuskifti gjørdist samd um at skatta fyri at reka tað al­menna, ella sagt øðrvísi - at um­fordeila við, kundi annars verið hóskandi at spurt um rættartrygdina í hesi atgerð. Tí eru øll javn­sett fyri lógini? Sambært tí, sum komið er undan kavi, so sleppa summi undan at rinda til­ feingisskatt vísandi til søgu­lig rættindi, onnur skulu gjalda sjálvt um tey ófor­skylt hava mist veiðu­rættindi í EU- og norskum sjógvi og uppaftur onnur kunnu sleppa fram­ at, rinda tey polit­iskt ásett krónugjald pr. kg. Og fyri at gera forvirringin full­komn­an, so verða eisini nøk­ur túsund tons boðin út alment, har bæði menn og strá­menn munnu fara at liggja fram­við? Og at enda kunnu vit vit spyrja, hví eru tað bara 2 lond, sum halda at ætlaða skipanin er brúkilig? Í Est­landi, har allur flotin fór á heysin, tá skipanin fór at virka, og í Russ­landi, har meginparturin av flot­an­ um er endaður á kines­isk­um hondum aftaná, at teirra til­ feingis­skipan fekk virknað. Íslendingar sóu vandan og ásettu eitt symbolskt til­ feingisgjald, sum ikki darvaði flotan. Teir valdu ætlaðu leið­ ina hjá ABC-samgonguni sum var. Skipan, sum gav stabilar karmar og sum ikki gjørdist partur av sosialistiskum um­ for­deilingspolitikki, sum lands­stýrið við teirra stuðlum nú ætla at kjølseta. Edmund Joensen løgtings og fólkatingsmaður Nú er brúk fyri blokkpolitikki Hetta er, tá politiskir flokkar finna saman um eina polit­ iska ætlan, og síðani fara til løgtingsval sum ein samlaður politiskur blokkur. Blokkpolitikkur er nevnd­ ur sum ein møguleiki í Før­ oyum. Í øðrum londum er hetta ein grundleggjandi ar­beiðs­ máti í politisku skipanini. Vit kenna hann eitt nú av Christiansborg, og har virkar skipanin sum heild væl. Í ára­ vís hevur verið talað um tann bláa og tann reyða blokkin, ið politiskt standa yvir av hvørjum øðrum við hvør sín­ari yvirskipaðu politisku ætlan. Her heima brúka vit tó ikki blokkpolitikk enn. Í Før­oy­um fer hvør flokkur í sínum lag til val uppá sína egnu ætlan ella valskrá. Og við sínum egnu vallyftum. Sjúrður Skaale, ting­mað­ ur, setti herfyri gongd í orða­ skiftið um blokkpolitikk. Posi­tivt við slíkum upp­legg­ um til orðaskifti. Høvuðs­sjónarmiðið hjá ting­mann­in­um var í inni­ haldi, at føroyski veljarin veit ikki, hvønn politikk hann fær eftir eitt løgtingsval. Tí ikki fyrr enn eftir valið verður politiski blokkurin – ein samgonga – skipaður. Sam­ gonguni nýtist ikki at taka atlit til tað, ið hin einstaki flokk­urin er farin til val uppá. Flestu munnu vera samd um, at hetta er órímiligt yvir fyri veljarunum. Øvugti tankin má væl saktans vera, at við blokk­poli­ tikki veit veljarin rættiliga neyvt, hvønn politikk hann kann vænta sær eftir eitt løgtingsval. Politisk náði frá Tjóðveldi Tankin um blokkpolitikk er áhugaverdur - ikki minst í teirri politisku støðu, sum Føroyar eru í júst nú. Fólkaflokkurin hevði hvørki rygg ella nervar til at stýra landinum í einari trupl­ari tíð. Hann rýmdi úr Tinganesi og klamsaði við hurðini. Vildi hava nýval. Legði upp til eitt taktiskt show. Tíbetur gjøridt tað ikki veruleikin. Minnilutastýri er sett í verk, og tað verður í løtuni grundað á vælvild – onkur hevði kanska sagt náði – frá Tjóðveldi. Hetta tykist heldur veikt og óstabilt. Vit hava aftur og aft­ur hoyrt útmeldingar frá for­ mann­in­um og tingmonnum í Tjóðveldi um, at flokk­urin stuðlar ikki minni­luta­stjórn­ ini longur enn, at ein skipan fyri makrelinum er gjørd. Tingformaðurin úr Tjóð­ veldi er eisini farin at spæla við vøddunum. Tørvur á blokkpolitikki Samgongan við Sam­bands­ flokkin og Javnaðarflokkin, sum vísir seg at hava rímiligt stev, leypur stein av steini. Øll vita, at tá er vandi fyri at detta í ánna. Ongin hondføst avtala er við Tjóðveldi ella aðrar flokkar. Frítt slag er á øllum frontum. Ongin hevur bundið seg at verja samgonguna ímóti at fáa ein meiriluta í Løgtinginum ímóti sær. Hetta er heldur óstabilt og fer ikki at halda í longdini. At liva upp á lánta tíð frá Tjóðveldi er alt annað enn ynskiligt. Ongin veit, nær tann flokkurin hálar stikkið úr politisku kontaktini. Her er tað, at blokk­poli­ tikkur kemur inn í myndina. Sambandsflokkurin og Javn­aðarflokkurin sam­ starva rímiliga væl, og flokk­ arnir kunnu helst semjast um at taka mest týðandi tøkini fyri Føroya land. Her tykist vera grundarlag fyri einum politiskum makkaraskapi frameftir. Flokkarnir kunnu byggja støðið undir einum politiskum blokki. Hesir báðir flokkar duga at smíða politiska blokk­in saman og at bjóða øðr­um flokkum samstarv – í sam­ gongu ella sum sam­starvs­ flokkar hjá einum blokki. Kanska eru flokkar sum Miðflokkurin, Sjálvstýris­ flokk­urin, og Framsókn mest upplagdir at samstarva við. Hetta veldst alt um sam­ ráðingar og politiskt hegni. Og um hvørjar interessur og politisk ynski, flokkarnir hvør sær hava. Smíða blokk beinanvegin Hetta er ein spennandi møgu­ leiki fyri at røkka úrslitum og við góðum útlitum fyri at menna politiska umhvørvið. Mær tykir, at hesin polit­ iski blokkur eigur at verða savnaður og smíðaður longu nú. Nakað av tíð er eftir til komandi løgtingsval, og tíðina kunnu hesir flokkar brúka til at fremja nøkur reform­mál og til at leggja politiska grundarlagið – ar­ beiðs­ætlanina – undir blokk­ inum. Arbeiða fyri búskapar- og fólkavøkstri Í Fólkatinginum forhandla tey í løtuni um eina sonevnda 2020-ætlan. Tvørtur um floks­politisk mørk men við bláa blokkinum hjá stjórnini á odda. Ein nýggjur politiskur blokkur í Føroyum kundi hósk­andi tikið henda tráð upp. Lagt høvuðslinjurnar fyri politikkin komandi tvey valskeiðini ella so. Hvat kundi so stevnumiðið verið? Tann politiska ætl­ anin? Jú, tað týdningarmesta í føroyskum politikki í dag er at arbeiða fyri stabili­teti og at brúka allar kreft­ir og møguleikar til at skapa bú­ skaparvøkstur, fólka­vøkstur og at tryggja væl­ferð­ina á einum ávísum støði. Bæði búskapur og fólkatal í Føroyum eru stagnerað, og tað er sera sera vandamikið. Uttan stabilan búskapar­ vøkstur og støðugan fólka­ vøkstur er vandi fyri, at Før­oyar kunnu gerast ein saman­renning av einum forminnissavni og ellisheimi, har ið ung, vælútbúgvin og fram­fýsin fólk ikki støð­ast. Har tey spennandi arbeiðs­ plássini verða burtur. Har trivnaðurin og vælferðin hvørva. Í slíkum landi er framtíðin døpur. Men vit hava framvegis møguleikan at gera tað rætta fyri land okkara. At skipa ein politiskan blokk og eitt landsstýri, sum fram um alt vil arbeiða fyri stabiliteti og virka fyri búskaparvøkstri, fólkavøkstri og vælferð. Nú er brúk fyri blokkpoli­ tikki. Heldur enn at leypa stein av steini eiga Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin beinanveg at leggja lunnar undir ein stabilan blokk av politiskum flokkum, sum í felag kunnu fara til løgtingsval við tí fyri eyga at skapa alneyðugan búskaparvøkstur, fólkavøkstur, vælferð og stabilitet Bjarni Djurholm løgtingsmaður www.djurholm.fo Sambadsflokkurin og Javn­aða­r­flokk­ur­in sam­ starva rím­u­liga væl, og flokk­ar­nir kunnu helst semj­ast um at taka mest týðandi tøkini