Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 14 - 22. januar 2004 Nr. 14 - 22. januar 2004 17 Jenis av Rana kendi seg sum glaðasta mannin í heiminum, tá flokkur hansara hevði fingið tann hart tiltrongda ting- mannin afturat LØGTINGSVAL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo - Eg eri tann glaðasti mað- urin í heiminum. Soleiðis var støðan hjá Jenis av Rana, formanni í Miðflokkinum, valkvøldið. Vit vitjaðu hann heima, har hópin av vinfólki og stuðl- um vóru komin á gátt. Lag- ið var óføra gott, og tað var kanska ikki so undarligt. Miðflokkurin tvífaldaði sína tingmanning. Tað er kanska ikki so nógv at fara úr einum upp í tveir tingmenn, men fyri Jenis av Rana og Miðflokkinum er hetta næstan meira, enn teir - ja - kundu biðja um. - Miðflokkurin er nakað serstakt í føroyskum poli- tikki. Tað vita øll. Vit hava sæð í hesum valstríðnum at aðrir flokkar hava lagt seg uppat Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana. Tað sá annars ikki so ljóst út í veljarakanningunum undan valinum, men Jenis av Rana er ikki tann, sum leggur mest í veljarakann- ingar. - Hetta prógvar enn eina- ferð, hvussu eftirfarandi veljarakanningar eru. Tær geva eg einki fyri. Vit verða altíð illa stillaðir í teimum, men tá samanumtikið gongur nógv betur, og tað gjørdi tað eisini hesaferð, sigur Jenis av Rana. Breitt ikki betri Tann dagin hetta blaðið er dagfest, hevur tingfor- maðurin kallað saman til eitt umfar, har flokkarnir hvør í sínum lagi skulu peika á ein samráðingar- leiðara. Hvønn peika tit á sum samgonguleiðara? - Tað kann eg ikki siga nú. Tað hava vit ikki avgjørt enn. Miðflokkurin hevur áður stuðlað Anfinni Kallsberg, men tað er ikki einstýðandi við, at Miðflokkurin fer at peika á hann sum sam- gonguleiðara. Jenis av Rana sigur annars um støð- una við málinum um An- finn Kallsberg. - Skal málið um, hvat Anfinn Kallsberg gjørdi fyri tjúgum árum síðani, so eiga vit eisini at hyggja at fýrsunum, har Grein 19 nevndin kom til ta niður- støðu, at nógvir politikarar vóru sekir, men har valdi mann at leggja lok á, sigur Jenis av Rana. Nógv prát er um eina sokallaða breiða samgongu við trimum av teimum størru flokkunum. Men Jenis heldur, at hansara møguleikar ikki minkast stórvegis av hesum prátin- um. - Vit hava sæð, hvussu nógv tveir stórir flokkar megna at klandrast, og tað lystir meg at vita, hvussu nógv tríggir stórir fara at klandrast, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana metir Mið- flokkin hava stórar møgu- leikar at koma í eina sam- gongu. Hann vil kortini ikki siga nágreiniliga, hvørji teirra treytaleysu krøv verða, men nevnir nøkur viðurskifti. - Ein samgongu við Miðflokkinum skal verja tey kristnu virðini, vit mugu fara inn at bøta um familjupolitikkin og frælsisgongdin má halda fram, sigur Jenis av Rana. Valskipanin torskild Formaðurin í Miðflokkin- um sigur, at teir duga at síggja at verandi valskipan ikki riggar fult væl, men hann ivast í, um tað ber til at gera eina meira rættvísa skipan. - Verandi valskipan er so torskild, at sjálvt teir so- kallaðu serfrøðingarnir ikki hava fult greiðu á henni, sigur Jenis av Rana. Spurdur, hvørt Mið- flokkurin tekur undir við, at Føroyar skulu gerast eitt valstað, sigur Jenis, at flokkurin hevur tosað um hetta málið, og hann roknar ikki við, at tað verða tey í Miðflokkinum, sum fara at forða fyri hesum, tá vit vitjaðu heima hjá honum og familjuni seint týs- kvøldið. Hóast tað ikki eydnaðist Maluni Johansen, í fyrsta umfari, at vinna sæti á tingi fyri Sjálv- stýrisflokkin, er hon ómetaliga fegin um góðu undirtøkuna. Malan fekk eitt rimmar val við 212 persónligum atkvøðum í Suðurstreymi LØGTINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Nýggja valevnið hjá Sjálv- stýrisflokkinum, Malan Johansen, fekk eitt rimmar val í Suðurstreymi. Hetta er fyrstu ferð, hon stillar upp og við heili 212 persónlig- um atkvøðum, kann Malan Johansen av røttum kallast nýggja stjørnuskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum. – Eg eri øgiliga glað. Eg væntaði, um væl stóð til, at fáa eini 100 atkvøður, men at fáa 212, ja tað er heilt ótrúligt, sigur Malan Jo- hansen Spurd, um hví so nógvar atkvøður fullu í hennara lut, svarar Malan Johansen, at tað møguliga kemur av, at hon er kvinna. Hon leggur eisini dent á, at hon hevur fingið dyggan stuðul í flokkinum undir øllum valstríðnum Stillar upp aftur Malan Johansen vil als ikki útihýsa møguleikanum fyri, at hon stillar upp aftur komandi løgtingsval. Hon heldur, at Sjálvstýrisflokk- urin hevur góðar møgu- leikar at mennast og hon vil gjarna verða við í tí menn- ingini. Hon slær kortini fast, at hon ætlar ikki at stilla upp til býráðsvalið seinni í ár, tí tað er landspolitikkur, sum hevur hennara stóra áhuga. Møguligan tingsess Sjálvstýrisflokkurin fekk aftur hesaferð bert ein eykavaldan tingmann. Kappingin um úr hvørjum valdømið tinglimurin hjá Sjálvstýrisflokkinum skal fella er rættiliga tøtt. Í løt- uni stendur Kári P. Høj- gaard úr Eysturoyar val- dømi at fáa tingsessin, men Malan Johansen úr Suður- streymoyar valdømi er bert tvær atkvøður frá at gerast tingkvinna fyri flokkin. Ein fínteljing skal gerast og tá fáa vit endaliga at vita hvør sjálvstýrismaður ella kvinna fera at røkja ting- sessin hjá flokkinum Eg eri so glaður... Lagið var sera gott heima hjá Jenisi av Rana, tá valúrslitið var greitt. Nógv fólk stukku inn á gólvið, og øll vóru á einum máli um, at hetta var fantastiskt fyri Miðflokkin. Mynd: Jens Kristian Vang. Ein sólskinsøga Malan Johansen er nýggja stjørnuskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hon fekk eitt rimmar val við 212 persónligum atkvøðum í Suðurstreymi. Mynd: Jens K. Vang – Eg eri totalt blott- aður fyri nervum. Eg kann alt nú, sigur Johan í Kollafirði aftaná eitt langt og drúgt valstríð LØGTINGSVAL Kristian E. Andersen kristian@sosialurin.fo Johan í Kollafirði tykist eitt sindur troyttur, nú val- stríðið er av. Hann sigur, at kenslan er tann sama sum jólaaftan, tá allir jólafro- kostirnir eru lidnir, og mann hugsar, at hatta var tað og gleðir seg til at byrja uppá okkurt annað. Hóast hann ikki kom inn á ting, er hann væl nøgdur. – Eg havi tað púra okey. Kanska eitt sindur skuff- aður av, at eg ikki fekk 50% av atkvøðunum, men eg hevði ikki tímað inn al- líkavæl, sigur Johan í Kollafirði. Gjørt fýra ting Kollfirðingurin er sann- førdur um, at tað týdn- ingarmiklasta er nátt. Hann hevur fingið fólk at skilt sín boðskap. – Eg giti, at fólk, sum hava lurtað eftir mær, hava skilt mín boðskap og hava hugsað seg einaferð um afturat, áðrenn tey settu krossin. Eg havi gjørt fýra ting í valstríðnum. Eg havi fingið fólk at hugsa seg um. Eg havi fingið tey at valt meg. Eg havi brúkt humor. Og eg havi brúkt filosofi, greiðir ein errin Johan í Kollafirði frá. Spurdur um, hvat hann hevur lært, sigur hin stutt- ligi politikkarin, at nú kann hann alt. – Eg eri totalt blottaður fyri nervum. Eg kann alt nú. Tað er einki sum eg ikki tori, sigur Johan í Kolla- firði. Broytt valskipan Johan í Kollafirði vísir á, at ein rúgvu av fólki hava vent sær til hansara og sagt, at tey ynsktu, at mann hevði tvær atkvøður í part. So skuldi hann nokk fingið eina. Men kollfirðingurin hevur eitt uppaftur betri boð. – Eg haldi, at tað mest rættvísa í valskipanini hevði verið, at mann segði, hvønn mann ikki vildi velja, og so valdi mann restina, endar Johan í Kollafirði, sum eftir donsk- um mátistokki var komin inn á Fólkating. Har er sperrumarkið 2%. Hetta er púra okey Formaðurin í Sjálv- stýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, væntar, at tríggir av teimum stóru flokkunum koma í samgongu. Leikluturin hjá Sjálvstýrisflokkinum sum miðflokki er tískil avmarkaður LØGTINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Sjálvstýrisflokkurin var enn einaferð tætt við at fáa tveir tinglimir, men tá av- tornaði gjørdist teir ov stuttir og fingu bert tann eina tingmannin. Einans tvær atkvøður eru á muni millum Eysturoyar og Suðurstreymoyar valdømi og tískil er ikki endaliga av- gjørt, hvør eykavaldi ting- maðurin hjá Sjálvstýris- flokkinum verður. Í løtuni varðveitir Kári P. Højgaard sín tingsess, men nýggja valevnið hjá Sjálv- stýrisflokkinum, Malan Jo- hansen, er bert tvær at- kvøður frá at taka tingsess- in frá formanni Sjálvstýris- floksins. Ein fínteljing verður gjørd, áðrenn tað endaliga verður staðfest, hvør fer at røkja tingsessin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Norðoyggjar sviku Kári P. Højgaard er fegin um, at tað eydnaðist Sjálv- stýrisflokkinum at vinna sætið á tingi aftur men harmast samstundis um, at flokkurin ikki fekk tveir tinglimir, tí møguleikin var til staðar – Tað gekk minni gott í Norðoyggjum hjá okkum. Fólkaflokseffektin(stuðul til Anfinn Kallsberg, blðm) og hørð innanhýsis kapping í Tjóðveldisflokkinum í Norðoyggjum var við til at gera okkara úrslit verri, sigur formaðurin í Sjálv- stýrisflokkinum Tríflokka samgonga Kári P. Højgaard er ikki so bjartskygdur um sam- gongumøguleikar hjá Sjálvstýrisflokkunum. Hann heldur, at tað er mest sannlíkt, at ein trýflokka samgonga verður mannað eftir valið og tá verður ikki brúk fyri teimum smærru flokkunum. – Okkara leiklutur hesa- ferð er avmarkaður. Vit høvdu staðið munandi betri um vit høvdu fingið tveir mans, men nú stendur Miðflokkurin sterkari enn vit, sigur hann Kári P. Højgaard vil einki siga um, hvør samgonga er fremst í huganum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Til spurningin, hvørt Sjálv- stýrisflokkurin ætlar at stuðla Anfinni Kallsberg sum løgmansevni, svarar Kári P. Højgaard, at tað nærum líka mikið, hvørja støðu Sjálvstýrisflokkurin hevur, tí teirra rødd verður neyvan avgerandi um An- finn Kallsberg fer at halda fram sum løgmaður. – Eg haldi kortini tað er lítið sannlíkt, at for- ansrundan prógvaði, at bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkkurin ikki stuðla honum, sigur Kári P. Højgaard at enda. Okkara leiklutur er avmarkaður Johan í Kollafirði er nú blottaður fyri nervum Mynd: Jens Kristian Vang Formaður Sjálvstýrisfloksins er fegin um, at Sjálvstýrisflokkurin kom á ting men harmast samstundis um at teir ikki fingu tveir mans. Hann metir ikki, at Sjálvstýrisflokkurin hevur bestu fyritreytir at koma í samgonga, tí hann væntar eina stóra trý flokka samgongu. Mynd: Jens K. Vang C M Y K 17 16