mikudagur 27. apríl 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Uppleggið hevur verið týðiligt, tá
sandoyingar hava spælt millum
teir bestu í føroyskum fótbólti.
Tað snýr seg um at sláa manngarð
á brotsteigarleiðini, tá mótstøðu
menninir eru á bóltinum. Stríðs
hugurin hevur oftast verið góður.
Eingin himprast at tveita seg í
nærdystirnar og krøkja bóltin til
sín. Tað riggaði somikið væl í fjør,
at B71 skavaði sær 23 stig saman og
varðveitti sætið í bestu deildini.
Tað hevur verið fullkomiliga
øðrvísi
fyrstu
landskappingar
dystirnar í ár. Verjumúrurin er
fullkomiliga rapaður. KÍ, B36, HB
og Víkingur hava skotið 18 mál í
alt móti sandoyingum. Keðiliga
byrjanin fyri B71 hevur eisini havt
við sær, at Sigfríður Clementsen,
fótbóltsviðmerkjari, hevur greiða
støðu.
– Sandoyingar fáa tað sera
trupult. Tað skulu kollveltandi
broytingar til, um liðið skal sleppa
undan niðurflyting, sigur hann.
At stríðast fyri at sleppa undan
niðurflyting hevur verið leikluturin
hjá sandoyingum í fremstu røð
seinastu nógvu árini.
Símin er burtur
Tað hava verið nakrar skiftingar
í
spælarahópinum
hjá
Piotr
Krakowski í vetur. Símin Hansen
og Mikkaj Hentze er ikki partar
av hópinum. Tijani Mohammed,
Joseph Bassene og Símun Rógvi
Hansen eru komnir afturat hóp
inum.
Tað er serliga saknur í Símini
Hansen, sum gekk undan hjá
sandoyingum í fjør. Hann hevur
sjálvsagt ikki skava 23 stig saman
einsamallur. Hansara eginleikar
sum fótbóltsspælari, og ikki minst
at blæsa lív í viðspælararnar,
eru hinvegin nógv saknaðar inni í
Dal.
Tað er eingin, sum hevur tikið
á seg tann leiklutin higartil. Tað er
tørvur á einum undangongumanni,
sum treiskast eftir bóltinum, sama
um B71 er á odda ella aftan fyri við
tveimum málum.
Tað ber eisini illa til at savna
allar spælararnar saman til venj
ingar. Sandoyingar hava eisini
verið noyddir at fyrireika seg á
graslíkisvøllinum við Eysturskúlan
í Havn. Fleiri av spælarunum búgva
í høvuðsstaðnum, og tað verður
strævið hjá teimum at venja á
Sandoynni.
Vøllurin er skiftur
Tá tað stundaði til kappingarbyrjan
varð vøllurin skiftur á Sandi. Tað
var neyðugt, um felagið framvegis
skuldi spæla sínar heimadystir á
heimavølli. Tað var á gamla gras
líkinum,
at
sandoyingar
hava
skavað flestu stigini saman. Spurn
ingurin er, um B71 fara at standa
seg eins væl á nýggja gralíkinum,
sum minnir um hinar vøllirnar í
landinum. B71 spældi mánadagin á
nýggja graslíkinum fyri fyrstu ferð.
Tað hilnaðist illa.
Víkingur bukaði sandoyingarnar.
Gestirnir fingu seks mál, og heima
liðið fekk einki. B71 formáddi sær
ikki nógv. Teir ljósabláu vóru av
gjørdir í nærdystunum, teir vóru
skjótari á bóltinum, og teir fluttu
væl fyri hvør øðrum.
Kaj Leo í Bartalsstovu var trí
faldur málskjútti. Hanus Jacobsen,
Bárður J. Hansen og Finnur Justin
ussen skutu hini málini.
Hugburðsbroyting
Stríðshugurin hjá sandoyingum
var bjargingin í fjør. Tað eydnaðist
at bróta niður spælið hjá mótstøðu
monnunum. Tað hevur ikki hilnast
higartil. Mótstøðuliðini hava havt
lætt spæl, og spælararnir hjá Piotr
Krakowski hava ikki verið eins
raskir at runnið eftir bóltinum.
Tað er neyðugt við hugburðs
broyting, um kappingarárið hjá B71
skal hilnast eins væl og í fjør.
uni@sosialurin.fo
Verjumúrurin er rapaður
Fótbóltur Mótstøðuliðini hava skotið 18 mál í fýra landskappingardystinum móti sandoyingum í
hesum kappingarárinum. Tað er líkt til, at B71 fær tað sera trupult í hesum kappingarárinum
Uni Holm Johannesen
– Tað riggar væl at spæla okkum
ígjøgnum, og vit enda flestu
álopini við einum máli. Eg eri
væl nøgdur við okkara álopsspæl
hesaferð.
Tað sigur Jógvan Martin
Olsen. Venjarin hjá Víkingi er
sera væl nøgdur við álopsspæli
hesaferð.
– Tað eydnast at fáa sand
oyingarnar at renna aftaná
okkum, og tað er hugaligt, sigur
hann.
Víkingur hevur nú skavað
sær sjey stig saman í alt.
uni@sosialurin.fo
Flott fót-
bóltsspæl
Fótbóltur Jógvan Martin Olsen,
venjari hjá Víkingi, er væl nøgdur
við fótbóltsspælið, Víkingur
legði fyri dagin hesaferð
Sorl!
B71 tapti hesa ferð 6-0 fyri Víkingi. 18 mál eru farin ígjøgnum í bara fýra landskappingardystum
Mynd: Álvur Haraldsen
B71
0
Víkingur
6
Spurningurin er, um B71
fara at standa seg eins væl á
nýggja gralíkinum, sum minnir
um hinar vøllirnar í landinum