hósdagur 22. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 14 - 22. januar 2004
Nr. 14 - 22. januar 2004
19
Karsten Hansen
gjørdist vinnarin av
innahýsis dystinum í
Tjóðveldisflokkinum
í Norðoyggjum. Hann
dró longra stráðið í
kappingini við Heina
O. Heinesen, sum fall
eftir nærum 20 ár
sum tingmaður
ÚTSKIFTING
Eyðun Klakstein
Stóri stríðsmaðurin fyri út-
róðrarmonnum í Norð-
oyggjum fall á valinum
týsdagin.
Heini O. Heinesen, sum
hevur havt 20 virkin ár í
landspolitikki, mátti lúta
fyri fyrrverandi landsstýris-
manninum við fíggjarmál-
um, Karsten Hansen, tá ið
føroyingar settu krossarnar
fyrradagin.
Dysturin millum Karsten
og Heina gjørdist eyðsýntur
á seinasta valið, tá ið Kar-
sten hevði verið lands-
stýrismaður í fýra ár. Ta
ferðina gjørdi Karsten einki
við Heina, men hesaferð
bragdaði.
– Eg eri ótrúliga glaður
fyri valúrslitið. Flokkurin
stóð seg betur, enn tey
flestu høvdu roknað við, og
eg fekk eitt gott persónligt
val, sigur Karsten Hansen
– Øll roknaðu vit, at vit
fóru at verða teir stóru
tapararnir á valinum, men
fyri einaferð skyld vendi
tað rættan veg hjá okkum.
Eg fegnist um, at veljarar-
nir í Norðoyggjum hava
stuðlað mær so væl, men
vit mugu ikki gloyma tað
stóra arbeiðið, sum Heini
O. Heinesen hevur gjørt
fyri flokkin.
Vent á høvdið
Á løgtingsvalinum í 1998,
tá ið rættiligt fullveldisrák
var í føroyskum politikki
og Tjóðveldisflokkurn stóð
sterkur í myndini, hevði
Heini O. Heinesen eitt gott
persónligt val við 514
atkvøðum. Tá fekk Karsten
Hansen, sum framvegis var
ókendur í landspolitikki,
146 atkvøður.
Fýra ár seinni – í 2002 –
var munurin nógv mink-
aður. Heini fekk 329 at-
kvøður, meðan Karsten
bardi seg upp á 283. Eftir at
Karsten hevði verið í mið-
deplinum í føroyskum pol-
itikki, var spenningur um,
hvørt hann fór at taka sess-
in hjá Heina, men hann
snávaði.
Karsten helt fram sum
landsstýrismaður
við
fíggjarmálum, og nú hevur
hann fingið størri undir-
tøku enn nakrantíð.
Á valinum týsdagin leyp
Karsten upp í 303 atkvøður,
meðan Heini mist stívliga
hálvthundrað atkvøður og
endaði á 275 persónligum
atkvøðum. Harvið smey
Karsten sær fram um parta-
mannin í Norðoyggjum.
Nógv ár í politikki
Yrkisleiðin hjá Heina O.
Heinesen í politikki byrjaði
í 1962, tá ið hann sum 24
ára gamal varð valdur í
bygdaráðið í Kunoy, og
síðani 1977 hevur hann
verið bygdaráðsformaður.
Í 1984 kom Heini fyrstu
ferð í løgtingið, og har hev-
ur hann sitið síðani. Hann
hevur røkt nógvar álitis-
sessir, hóast hann ikki
hevur verið landsstýris-
maður. Hann hevur eitt nú
verið formaður í Tjóð-
veldisflokkinum og for-
maður í landsstýrismála-
nevndini og vinnunevndini
hjá løgtinginum.
Hetta er fyrstu ferð, at
Karsten Hansen er valdur í
løgtingið, men hann hevur
verið virkin politikari í
nógv ár. Hann hevur sitið í
býráðnum í Klaksvík og var
í nøkur ár varaborgarstjóri
hjá Jógvani við Keldu.
Karsten hevur seinastu
seks árini røkt starvið sum
landsstýrismaður við fíggj-
armálum, og tað hevur
rættiliga sett hann í and-
glettin í føroyskum polit-
ikki.
Karsten fram í oddan
Karsten Hansen hevur ver-
ið førdur nógv fram í val-
stríðnum hjá Tjóðveld-
isflokkinum,
samstundis
sum Heini O. Heinesen
hevur havt ein meira av-
markaðan leiklut.
Har ið Karsten ikki hevur
verið sjálvur við í kjaki,
hevur hann ofta verið
nevndur í kjakinum sum
landsstýrismaðurin, ið situr
tung á landskassanum, og
bæði formaðurin í Tjóð-
veldisflokkinum og onnur
hava støðugt nevnt Karsten
Hansen í valstríðnum.
– Eg havi havt hóming av,
at Tjóðveldisflokkurin hev-
ur brúkt meg nógv í val-
stríðnum, og hóast fólk við
góðari
útbúgving
hava
roynt at vent fíggjarpol-
itikkin og búskaparstøðuna
í landinum á høvdið, so
hava fólk ikki góðtikið tað.
Veljarin er ikki býttur, sigur
Karsten Hansen.
Hann dugir ikki at meta
um, hvørt tað verður broyt-
ing í tjóðveldisumboðanini
fyri Norðoyggjar, nú hann
er komin á ting.
– Eg havi tikið undir við
nógvum av sjónarmiðnum
hjá Heina, og tað er
umráðandi at vit hava eina
greiða støðu mótvegis okk-
ara høvuðsvinnu. Eg veit
ikki, um tað verður nøkur
broyting, nú eg skal í løg-
tingið fyri Heina, men fyrst
mugu vit síggja, hvat
kemur burturúr nú eftir
valið, og hvønn leiklut eg
og flokkurin skulu hava,
sigur Karsten Hansen.
Vit royndu at fáa eina
viðmerking frá Heina O.
Heinesen fyrrapartin í gjár,
men hann var ikki til at fáa
fatur á.
Karsten syfti Heina úr løgtinginum
Karsten Hansen smeyg sær
hesaferð fram um
partamannin Heina O.
Heinesen og vann harvið
innahýsis dystin um
løgtingssessin í Norðoyggjum
Fýra atkvøður millum Jógvan og Jákup
Tá endaliga úrslitið
úr norðoyggjum var
greitt, vóru einans
fýra atkvøður á muni
millum næsta og
triðja mannin hjá
Fólkaflokkinum.
Jógvan við Keldu fekk
198 atkvøður, og
Jákup Mikkelsen fekk
194
LØGTINGSVAL 2004
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– Mín støða er nakað serlig
í hesum førinum, tí eg eri
fallin tvær ferðir fyrr uppá
tvær atkvøður, men kortini
so haldi eg ikki, at eg eri
bangin fyri at detta út hesu-
ferð, sigur ein bjartskygdur,
men varin Jógvan við
Keldu.
Hann var næstvaldur á
lista A eftir Anfinn Kalls-
berg, sum setti met við
sínum 819 atkvøðum.
Jógvan hevði tó eina
afturgongd í atkvøðutali,
men tað heldur hann kemur
av, at Anfinn fekk so dygga
undirtøku.
– Tað eru fleiri orsøkir til,
at Anfinn fekk so dygga
undirtøku. Ein er, at hann
er ein kendur og dugnaligur
politikari, ein onnur er
viðferðin sum hann fekk av
hasi bókini og allar fylgj-
urnar og tað triðja er uttan
iva sympatiatkvøður, sum
hann hevur fingið av somu
orsøk. Og tað gekk so
millum annað út yvir meg á
hesum
valinum,
sigur
Jógvan við Keldu.
Tað hevur afturvaldi ting-
maður
Fólkafloksins
í
norðoyggjum
tó
ongar
trupulleikar av, og hann
fegnast sum vera man um,
at hann varð afturvaldur.
Tá prátið fellur inn á
møguligar samgongur, so
sigur hann, at møguleikar-
nir eru nógvir. Hann heldur
tó, at tað var hart framsett
av formonnunum í Tjóð-
veldisflokkinum og Javnað-
arflokkinum, tá teir á
formansrunduni beint eftir
valið søgdu, at hvørgin
flokkurin fer í samgongu
við Fólkaflokkin um ein
landsstýrismaður
ella
løgmaður
eitur Anfinn
Kallsberg.
– Tað er óklókt av
teimum at vera so avgjørdir
hasum viðvíkjandi, tí tá
avtornar, so kundi tað verð-
ið, at teir fara at bakka,
sigur Jógvan við Keldu,
tinglimur hjá Fólkaflokk-
inum í norðoyggjum.
Gott val
Triðji maður á listanum hjá
Fólkaflokkinum í norð-
oyggjum, Jákup Mikkelsen,
sigur, at hann er vælnøgdur
við persónliga úrslitið og
samlaða úrslitið hjá flokk-
inum, sum gekk fram í
norðoyggjum.
– Eg hevði varðhugan av,
at valið fór at verða gott
fyri flokkin, men persón-
liga er tað altíð trupult at
vita, hvussu tað fer at
ganga, sigur Jákup Mikkel-
sen, sum ikki heldur, at tað
er óhugsandi, at ein lands-
stýrissessur
hjá
Fólka-
flokkinum verður í norð-
oyggjum, um flokkurin
kemur í samgongu.
Jákup Mikkelsen hevur
onga aðra viðmerking til
tað, sum Høgni Hoydal og
Jóannes Eidesgaard søgdu
viðvíkjandi Anfinni og
samgongumøguleikunum
hjá Fólkaflokkinum enn, at
fólkið hevur talað, og at tað
átti at verðið virt.
Hóast landsúrslitið
fyri Sambandsflokkin
ikki var so gott, so
heldur toppskorarin í
norðoyggjum Bjørn
Kalsø ikki, at valið
kann kallast ein ósig-
ur fyri flokkin, tí
hann gekk knappar
100 atkvøður fram í
norðoyggjum
LØGTINGSVAL 2004
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Hóast Sambandsflokkurin
ikki fekk ein mann inn, so
var kortini talan um eitt
gott val hjá flokkinum í
norðoyggjum. Stóri at-
kvøðuslúkarin hjá flokkin-
um var Bjørn Kalsø, sum
fekk 192 atkvøður. Hetta er
fyrstu ferð, at Bjørn hevur
stillað upp til eitt løgtings-
val, og hann er bilsin av
stóru undirtøkuni, sum
hann fekk.
– Eg eri sera bilsin, tí eg
hevði væntað, at tað fór at
verða tættari milllum val-
evnini, sigur Bjørn.
Hann heldur, at hóast
landsúrslitið fyri flokkin
ikki var serliga gott, so sær
tað gott út fyri Sambands-
flokkin í norðoyggjum út
frá úrslitunum týskvøldið,
og tí skýrir hann ikki úr-
slitið sum ein reinan ósigur.
– Flokkurin gekk fram
við knapt 100 atkvøðum í
norðoyggjum, so tað er eitt
greitt tekin um, at her er
nakað at byggja víðari uppá
hernorðuri, sigur Bjørn
Kalsø.
Tosað varð annars um
áðrenn valið, at hann heilt
stóri atkvøðuslúkarin frá
løgtingsvalinum í 2002,
Magni Laksáfoss, helst fór
at fáa nógvar atkvøður aftur
hesuferð.
Men
Magni
Laksáfoss endaði við sín-
um 80 atkvøðum á triðja
plássi aftan fyri Bjørn og
John Kára Jacobsen.
Hetta heldur Bjørn kann
koma av, at Magni ikki býr
í norðoyggjum.
– Klaksvíkingar eru so
lokalir, so eg trúgvi, at tað
at Magni býr í Eysturoynni
hevur gjørt sítt til, at hann
gekk aftur, sigur Bjørn,
sum takkar fyri álitið, sum
hann persónliga og flokk-
urin fingu í norðoyggjum.
Hann dugir illa at siga,
hvør orsøkin er til, at hann
fekk so nógvar atkvøður,
men Bjørn er rímuliga
kendur í norðoyggjum frá
ítrótti, og so er hann
fólkaskúlalærari til dagligt.
– Eg veit ikki, hvat fólk
velja eftir, og eg havi ikki
gjørt so nógv við tað
persónliga valstríðið, men
havi sjálvandi fingið nakrar
møguleikar frá flokkinum í
til dømis í sjónvarpinum,
sigur Bjørn, sum viðgong-
ur, at góða úrslitið týs-
kvøldið hevur givið honum
blóð upp á tonnina.
Ongin ósigur
Bjørn Kalsø heldur ikki, at
løgtingsvalið var ein
fullkomin ósigur hjá
sambandsflokkinum, sum
fekk framgongd í hansara
valdømi, norðoyggjum
C
M
Y
K
19
18