mikudagur 27. apríl 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
Sosialurin
Nøvn
Okkara ferð saman byrjaði
fyri eini fjórðingsøld síðan.
Hans Jákup av Skarði
stóð í læru sum bókabindari
í H.N. Jacobsens bókahandli
í teirri tíðini í seksti-árunum,
tá ið Bókahandilin umframt
at vera bókahandil eisini
hevði bæði prentsmiðju og
bókabinding. Tá ið lærutíðin
var av, arbeiddi hann í sínum
yrki bæði í Havn, í Danmark
og í Íslandi, til hann varð
settur fyrst í hálvt starv og
seinni í fulltíðarstarv sum
bókabindari á Føroya lands
bókasavni í 1986.
Nógv kundi verið at trivið
í at nevnt um Hans Jákup av
Skarði, nú lagnan vildi tað
soleiðis, at hann, alt ov tíð
liga, hevur lagt árarnar inn.
Fyri 1986 hevði Lands
bókasavnið ongan bókbind
araverkstað. Bøkurnar vórðu
sendar út av stovninum, og í
nógv ár út av landinum, til
innbindingar og til størri
umvælingar. Tað, sum Hans
Jákup í sínari tíð kom til á
Landsbókasavninum, kundi
ikki kallast ein verkstaður,
men í mesta lagi ein pappírs
knívur. Hóast hetta fór hann
undir
uppgávuna
við
tí
sama jaliga og dugnaliga og
trúfasta hugburðinum, sum
eyðkendi hann til tað sein
asta, ein hugburður sum,
hóast mótgongd, veruliga
kann halda lagnum uppi.
Hans Jákup er farin, men
eftir stendur ein verkstaður,
sum fer at minna okkum øll
á ein mann, sum ikki bara
dugdi sítt yrki til lítar, men
sum eisini hevði hugsjónir
fyri tí, hann arbeiddi við, og
sum haraftrat hevði stóra
virðing fyri øðrum yrkjum
og menniskjum.
Allar tær framsýningar,
Hans Jákup var við at gera
og seta upp fyri Landsbóka
savnið, standa í dag sum eitt
minni um ein stak hegnisligan
mann, sum, umframt at vera
ein dugnaligur handverkari,
eisini var listamaðurin á øki
num. Í orðsins sonnu merk
ing var tað hann, sum fekk
tingini at hanga saman, og
hansara nærlagni og áhugi
gjørdu, at framsýningar og
annað tilfar altíð var liðugt
til ásetta tíð.
Í ymiskum bókasavns
samanhangum gjørdu vit
nógvar ferðir saman, bæði
innanlands og onkra eisini
uttanlands. Nakrar teirra
minnist eg serliga væl. Eitt
nú ferðirnar til Reykjavíkar
í 1994, til Sandvíkar í 2002
og ikki um at tala ferðina á
Suðurlandið í 2007. Tað var
ein hugtakandi løta, tá ið vit á
stórari, almennari samkomu
í Reykjavík í 1994 handaðu tí
tá nýggja íslendska Lands
bókasavninum gávuna frá
føroyska systurstovninum:
eina gestabók í húsa, meist
arliga væl innbundna í
føroyskt roð, av einum av
okkara
avgjørt
fremstu
bókabindarum nakrantíð. Á
ferðini í Reykjavík var Hans
Jákup av Skarði boðin við
sum listamaður, hóast hann
als ikki vildi kennast við tað
heitið.
Gestabókin,
hann
gjørdi í hesum sambandi, fer
at minna okkum á, at Hans
Jákup harumframt dugdi at
fáa nógv burtur úr lítlum, eitt
satt listaverk sum hann so
hegnisliga greiddi úr hond
um í hollum samstarvi við
listamannin Bárð Jákupsson.
Minnisrík var eisini, frá somu
íslandsferð, løtan í kirkju
garðinum við Suðurgøtu í
Reykjavík, tá ið Hans Jákup
hevði funnið gravsteinin hjá
navnanum og abbanum úr
Sandvík. Abbasonurin gav
sær góðar stundir at hampa
um steinin og leiðið, sum var
tað ein bókadýrgripur, hann
hevði sett sær fyri at hjúkla
og væla um.
Hans Jákup var ikki bara
dugnaligur í sínum arbeiði,
hann var eisini heilur í øllum
tí, hann gjørdi, og hann spardi
ongantíð seg sjálvan. Í hesum
sambandi kundi eg eisini
nevnt ta ferðina, tá ið ein av
okkara
samstarvsfeløgum
datt og breyt beinið á starvs
fólkaútferð millum Borðuna
og Nólsoyarbygd. Hetta var
áðrenn fartelefonirnar vóru
uppfunnar, men Hans Jákupi
so líkt vantaðu honum held
ur ikki ráð ta løtuna. Búgvin
tók hann eina skjóta og rætta
avgerð, fekk ein av ungling
unum at renna við sær oman
í bygdina eftir hjálp – og løtu
seinni var tyrlan á veg.
Hans Jákup av Skarði var
ein framúr góður samstarvs
felagi. Alskur hansara til
málið og føroyska tjóðskapin
var ikki at fara skeivur av.
Hugburðurin til lívið og til
tað góða í menniskjanum var
so sterkur, at hetta merkti
eisini arbeiðslagið hjá okk
um øðrum, sum fingu ta
gleði at starvast saman við
honum. Hann lærdi okkum
nógv, uttan at tað var tað,
sum lá honum fremst í huga.
Virðing hansara fyri sínum
medmenniskjum og sansur
hansara fyri øllum tí prakt
iska, var tað, sum lærdi okk
um mest. Hann var ein av
hesum góðu fyrimyndunum,
sum eru so dýrabarar.
Nú Hans Jákup er farin
út á sína seinastu ferð, vil eg
takka honum fyri vinarlagið,
fyri trúfestið og fyri alt tað,
hann hevur avrikað sum
menniskja og sum fakfólk,
og eg vil takka honum fyri,
hvussu hann greiddi sín setn
ing úr hondum. Eg havi stóra
samkenslu við tykkum øllum,
sum nú hava mist so nógv, og
sum nú so sáran syrgja ein
góðan son, mann, pápa, abba,
beiggja og starvsfelaga.
Friður verður við minnin
um um vinmannin og ar
beiðsfelagan, Hans Jákup av
Skarði.
Martin Næs
Hans Jákup av Skarði,
bókabindari, farin
26. august 1946 – 21. apríl 2011
Minningarorð um
Unn Winstrøm
Fødd 18. august 1966 - Deyð 19. apríl 2011
Sorgarboð, at Unn ikki longur er millum okkum. Við
djúpari samkenslu leita tankarnir til familjuna. Til
mann og børn, sum hava sitið hjá teirra elskaðu konu
og mammu hennara seinastu stund her á fold. Til
mammuna og pápan, sum vildu latið alt, hevði onka
dótturin blivið frísk og røsk og kunnað upplivað síni
egnu børn vaksa til.
Á ungum árum leitaði Unn út í heim, og hon man
hava upplivað tað, sum fáum verður unt. Hon var
víða og upplivdi at búleikast og ferðast í mongum
fremmandum londum. Kortini valdi hon ein yrkadag
við teimum næru virðunum heima – at fjálga um
húskið – mannin, Michael og børnini, Christoffer og
Isabella.
Vinkonur frá barna- og ungdómsárunum í Før
oyum hevði Unn allatíðina - og góð vinkona var
hon. Flokkurin hittist dúgliga. Fyrstu árini eftir
Hoydalstíðina í bindiklubba í Keypmannahavn, og
síðani í árligum floksveitslum í Føroyum. Var Unn í
nánd, møtti hon altíð upp.
Vit í flokkinum minnast aftur á tíðina í Hoydølum,
har Unn altíð møtti við einum stórum, lívsjáttandi
brosi. Vit minnast aftur á fagra summardagin í
1986, tá mamman og pápin stákaðust í blómandi
urtagarðinum í Jónas Broncksgøtu, meðan vit sum
nýklaktar pisur nutu blíðskapin og stuttleikaðu okk
um í hugnaliga umhvørvinum.
Seinasta heilsanin frá Unn, móttikin nakrar
dagar undan jólum, liggur enn á telduni. Hon ynskir
okkum øllum í flokkinum og okkara familjum eini
gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Takk
fyri Unn!
At lívið kann slókna mitt á lívsleiðini, tað vita vit,
men vit skilja tað ikki - og kanska er best soleiðis.
Eftir eru minnini um Unn – so ljós og bjørt.
At børnini bæði skuldu missa mammu sína á
gáttini til vaksna lívið er so sárt. Tó eiga tey góð
minni um eina nærverandi mammu, sum hevur
lagt teimum gott í beinið. Okkara tankar eru hjá
foreldrum, beiggja, manni og børnum hjá Unn, sum
hava mist tað dýrabarasta, tey áttu. Vit taka aftur í
vøkru orðini hjá Michael: Unn var sjáldsom, eingin
var sum hon. Hon er nú í einum betri staði, sum
sømir seg henni. Hon var ein eingil á jørð, nú er hon
ein eingil í okkara hjørtum.
Flokkurin í Hoydølum