mikudagur 27. apríl 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 27. apríl 2011 · Nr. 48
Sosialurin
Kjak
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Strongd – hvørs ábyrgd?
Ógvuliga ójavnt er, hvørja
hjálp og hvønn stuðul fólk
sum gerast strongd fáa á ar
beiðsplássi
sínum.
Nøkur
arbeiðspláss hava leiðarar
sum megna væl at fyribyrgja,
at starvsfólk gerast strongd
og evna væl at hjálpa strongd
um starvsfólkum at koma
fyri seg aftur. Aðrastaðni
verður strongdin bagatelli
sera og fólk fáa at vita, at tey
bara ’skulu taka seg saman’ –
onnur uppliva bert tøgn. Tyk
ist ójavnt, hvussu væl leiðarar
og arbeiðspláss sum heild
eru ílatin til tess at hjálpa
strongda starvsfelaganum.
Gagnligt
kundi
verið,
um vit í Føroyum høvdu
ein alment orðaðan starvs
fólkapolitikk, tá talan er um
strongd. Hetta hevði gagn
að starvsfólkum sum heild,
álitisfólkum, leiðarum – ja,
øllum. Eisini átti tað almenna
gingið á odda og verið ein
fyrimynd, tá tað snúði seg
um ein skynsaman starvs
fólkapolitikk – eisini í mun
til strongd.
Sjúka vegna strongd tyk
ist at vera ein vaksandi av
bjóðing – eisini í Føroyum.
Hetta hevur sera álvarsligar
fylgjur bæði fyri tann sum
gerst sjúkur av strongd, av
varðandi teirra, arbeiðspláss
ið og samfelagið. Persónliga,
fakliga og fíggjarliga.
Strongd ger hin einstaka
sjúkan – men avbjóðingin
at fyribyrgja strongd og at
hjálpa tí strongda at koma
fyri seg aftur eiga vit at loysa
í felag.
Hagtølini eru ikki á ein
um máli, men greitt er, at
í Europu gerast alsamt
fleiri sjúkrameldað vegna
strongd. Tølini eru fleirfald
að seinastu 20 árini. Nakrir
granskarar meina, at strongd
er næstvanligasta orsøkin til
at fólk eru sjúk – næst aftaná
pínu í rygginum. Í granna
landi verður mett, at ein
triðingur av allari sjúkrafrá
veru er vegna strongd. Fólk
eru, sum hava verið sjúk
styttri og longri tíðarskeið
– og eisini hava fleiri fingið
fyritíðarpensjón
vegna
strongd.
Vit kenna neyvan talið í
Føroyum. Men um talið er
hitt sama í Føroyum, verð
ur ein stórur partur av teim
60
milliónum
krónunum
sum verða goldnar í sjúkra
dagpeningi rindaðar vegna
strongd. Kanska ein stórur
partur av hesari upphæddini
kundi verið spardur, um vit
høvdu eitt nú ein vælorðaðan
og implementeraðan starvs
fólkapolitikk, tá talan er
um strongd og at fyribyrgja
strongd. Hetta hevði spart
landinum hópin av peningi,
men enn meiri umráðandi er,
at lívsgóðskan hjá mongum
hevði batnað.
Fleiri leiðarar og álitisfólk
hava víst á, at teir sakna ein
slíkan politikk – tí tað hevði
gjørt slík mál so nógv lættari
at handfarið á rættan hátt um
mannagongdir vóru. Á sama
hátt
sum
mannagongdir
eru, tá talan er um at seta
fólk ella at handfara støður
har fólk hava trupulleikar
av alkoholi. Tá hava vit
fastar
mannagongdir
og
ein politikk á økinum, men
við strongd er øðrvísi. Tað
merkir eisini, at starvsfólk
sum fáa trupulleikar av
strongd ikki hava somu
rættindi ella fáa nóg góða
hjálp – tí eingin politikkur er
á økinum. Hálpin gerst alt ov
tilvildarlig – um nøkur fæst.
Veit væl at starvsfólka
politikkurin ikki fær strongd
ina at hvørva, men um tað
í almenna starvsfólkapoli
tikkinum verður orðaður
ein politikkur sum snýr seg
um strongd, er tað ein góð
byrjan. Og staðfest verður tá,
at almennir arbeiðsgevarar
ikki lata eyguni aftur fyri
hesari avbjóðing.
Starvsfólkapolitikkurin
bleiv fluttur frá løgmanni til
landsstýrismannin í fíggjar
málum í 2003. Tí verður
spurningurin settur fíggjar
málaráðharranum.
1. Heldur
fíggjarmálaráð
harrin, at tíðin er bugvin
til at vit fáa ein alment orð
aðan starvsfólkapolitikk,
tá talan er um strongd?
2. Verður arbeitt við einum
slíkum?
3. Hvørjar eru mannagongd
irnar, um vit skulu hava
ein slíkan?
4. Hvat átti innihaldið verið
í høvusðheitum í einum
slíkum politikki?
Oddmar á Steig
Sunn sál í sunnum likami
Lat meg siga beinavegin, at
eg eri ikki limur í nøkrum
politiskum flokki, so hetta er
mín persónliga sannføring, ið
eg beri fram her.
Eg havi verið fólkaskúla
lærari í 38 ár - og havi eftir
førimuni roynt at lýsa vandar
við rúsdrekka - heilt frá 1.
flokki til og við 10. flokki.
Og eg eri organiseraður frá
haldsmaður.
Havi íðkað ítrótt: Fót
bólt, hondbólt, flogbólt, fim
leik og svimjing allar mínar
barna-, ungdóms- og mann
dómsdagar. havi verið við
í 1961-62 at endurstovna
Sørvágs
Ítróttarfelag
(SÍ)
og var formaður til 1965, tá
ið eg flutti úr Sørvági. Tók
dómaraprógv í 1965 saman
við Andreas á Lava Olsen og
Torbjørn Mikkelsen, sála - og
dømi nógvan fótbólt í eini 10
ár. Eg royndi at ávirka spæl
ararnar at halda seg burtur
frá rúsdrekka - og eg haldi,
tað eydnaðist rættiliga væl í
Sørvági - serliga tá eg saman
við øðrum var við til at stovna
eitt ungdóms- og Blákross
felag.
Eg má siga, at eg eri sera
keddur og vónbrotin, at eitt
fótbóltsfelag er farið at gera
»reklamu« fyri einum øl
bryggjaríi, ið ætlar sær at
bryggja sterkan løg (øl og
brennivín).
Kommunurnar
hava offrað nógvan pening
til reint og heilsugott vatn -
og so vilja okkara fólkavaldu
lóggevarar eitrað tað - sera
mótsigandi!
Ítróttarfólk eru fyrimyndir
hjá bæði gentum og dreingj
um - og tað skal ikki tann
djúpa sálarfrøðin til at skilja,
hvat tað kann føra til.
Serliga vónsvikin eri eg av
summum av okkara politik
arum. Eg vil nevna teir, ið
hava sagt frá, at teir ætla at
arbeiða fyri lóg (løgtingið)
at geva loyvi at bryggja
sterkan løg í Føroyum. Poul
Michelsen,
løgtingsmaður
og heilsølumaður. Kári av
Rógvi, doktari í jura - legði
sítt egna uppskot við hægri
promillumarki
í
ferðslu
lógini, so hann ikki varð tikin
av politinum, tá ið hann hevði
verið í føðingardegi og fór at
koyra bil. (Eg kom at hugsa
um Hans Engell, fyrrverandi
løgmálaráðharra, tá ið hann
breyt sína egnu lóg - og mátti
leggja frá sær bæði sum løg
málaráðharri og formaður
í konservativa flokkinum) -
Góði Kári, eg ynski ikki tær
somu lagnu. Og so er tað Bjørt
Samuelsen, løgtingslimur, ið
er sera íðin at geva loyvi at
bryggja sterkan løg í Føroy
um. Hana skilji eg als ikki.
Læra vit einki av søguni,
bæði í okkara egna landi ella
øðrum londum. Skulu vit
gera somu býttleikar, ið hini
londini hava so ómetaliga
ringar royndir av?
Vit búgva í einum lítlum
landi, har vit hoyra dagliga
um allar tær syrgiligu lagnur
orsakað av rúsdrekka og øðr
um eitrandi evnum.
Og um tit hugsa um at
bryggja sterkt øl og brennivín
sum vinnuveg, ið skal geva
arbeiðspláss - so ríða tit lágt
- tað er ein ússaligur, oyði
leggjandi og drepandi vinnu
vegur, ið oyðileggur bæði
einstaklingar, familjur og alt
samfelagið. Vit fáa nógvar
sjúklingar, dýrt heilsuverk
og eitt sjúkt avskeplað sam
felag.
Nei tit. Royni heldur av
øllum alvi at tálma sterkum
løgi, ið kemur úr útlondum,
tað hava tit myndugleika til -
og tá gagna tit landi og fólki
- alt annað er ábyrgdarleyst
- og kansa tíverri »dyrging«
eftir atkvøðum?
Vónandi gera tit tað, ið
rætt er.
Strongd ger hin einstaka
sjúkan – en avbjóðingin
at fyribyrgja strongd og
at hjálpa tí strongda at
koma fyri seg aftur eiga
vit at loysa í felag. Alsamt
fleiri verða sjúkrameldað
vegn strongd í Evropa