hósdagur 22. januar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 14 - 22. januar 2004
Nr. 14 - 22. januar 2004
21
Heidi koppaði Nikláa
– Eg eri púra ovfarin
av hesum úrslitinum,
sigur nývaldi tinglim-
urin fyri Tjóðveldis-
flokkin í Norður-
streymoy, Heidi Pet-
ersen. Hetta er fyrstu
ferð hon stillar upp til
løgtingið
VAL
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Tjóðveldisflokkurin megn-
aði at vinna tann næst valda
tinglimin úr Norðurstreym-
oyar valdømi. Tað gjørdist
kanska heldur óvæntað
Heidi Petersen, sum er bú-
sitandi í Vestmanna.
Hon fekk 203 persónligar
atkvøður og vann tí á
Nikláa Petersen úr Kolla-
firði, sum hevur sitið á tingi
fyri Tjóðveldisflokkin und-
anfarna valskeið. Niklári
fekk hesuferð 171 persón-
ligar atkvøður afturímóti
225 við seinasta val.
Ikki óvæntað var Sam-
bandsflokkurin
størsti
flokkur við 663 atkvøðum,
og Bárður Nielsen var tann
stóri atkvøðuslúkurin við
357 persónligum atkvøð-
um.
Heidi Petersen hevur
ongantíð áður stilla upp til
løgtingsval, men møguliga
var hetta til hennara fyri-
mun. Hon er tó mest glað
fyri úrslitið hjá flokkinum.
– Útlitini hjá okkum vóru
jú so ring í veljarakanning-
unum undan valinum. Vit
høvdu fyrireikað okkum til
at fáa seks tinglimir, men
nú endaðu vit sum størsti
flokkur á tingi, sigur Heidi
Petersen.
Um tað at hon koppaði
Nikláa
Petersen
sigur
Heidi, at slíkt altíð kann
henda í politikki. Blaðið
royndi at fáa eina viðmerk-
ing frá Nikláa, men tað
eydnaðist ikki.
Ikki ókend í politikki
Hóast
Heidi
Petersen
ongantíð áður hevur stilla
upp til løgtingið, so er hon
als ikki ókend í Tjóðveldis-
flokkinum.
Hon
hevur
seinastu tvey árini sitið sum
formaður í aðalstjórn floks-
ins og sum formaður í
Norðurstreymoyar
Tjóð-
veldisfelag. Hon kennir tú
flokkin innanífrá og veit,
hvussu flokkurin virkar.
Eisini var hon í 1988 við
til at stovna tann tiltikna
kvinnulistan, sum hevur
havt valdið í Vestmanna í
nógv ár. Hon sat í bygda-
ráðnum frá 1988-92, tá hon
tók seg úr kommunalpolit-
ikki.
Spurd hvørji mál hon fer
at arbeiða fyri lokalt í kom-
andi valskeiði, sigur Heidi
Petersen, at flokkurin ikki
hevur lovað nakað gylt val-
lyfti í valstríðnum, men
Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna er nakað, sum liggur
henni á hjarta.
– Projekteringin fyri ein-
um nýggjum skúla skal
vera liðug í oktober, og hes-
um ætlanunum fer man at
hava eitt vakið eyga við,
sigur Heidi Petersen.
Tann breiða
samgongan
Heidi Petersen hevur eitt
ynski um eina breiða sam-
gongu, sum so má vera
ímillum
Fólkaflokkin,
Javnaðarflokkin og Tjóð-
veldisflokkin.
– Tað er ringt at siga, men
ein breið samgonga hevði
verið ynskiligt, men vit
mugu ikki útiloka nakran
møguleika sigur Heidi Pet-
ersen, sum samstundis vil
takka øllum, ið stuðlaðu
Tjóðveldisflokkinum
og
eisini teimum, ið góvu
henni persónligan stuðul á
valinum.
Annars er Heidi Petersen
upprunaliga úr Kvívík, men
hon hevur búð í Vestmanna
í 20 ár. Hon fekk prógv á
Føroya Læraraskúla í 1985
og hevur starvast sum
lærari í Vestmanna. Hon er
44 ára gomul og er gift við
Tummas Christophersen.
Tey eiga fýra børn og tvey
ommu- og abbabørn.
Heidi Petersen er nývald fyri
Tjóðveldisflokkin í
Norðurstreymoy
Hendrik Old gjørdist
ov stuttur og fall, eftir
at hava sitið sum
løgtingsmaður fyri
Suðuroynna síðani
1984. Men hetta kom
ikki óvart á, tí hann
roknaði við hesum
eftir úrsltið við
seinasta val og eftir
ábendingar seinnu
dagarnar
LØGTINGSVALIÐ
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í Suðuroynni gjørdtist tætt
millum
valevnini,
og
Hendrik Old fall á javnað-
arlistanum, meðan Sverri
Midjord tók sessin. Sverri
fekk enntá fleiri atkvøður á
Tvøroyri, enn formaður
floksins. Sostatt eru bæði
umboðini á javnaðarlistan-
um úr norðaru helvt av
Suðuroynni.
Hendrik Old fall og
kappingin í syðru helvt av
Suðuroyni við Mikkjal
Sørensen gjørdi, at báðir
gjørdust ov stuttir og fall
sessurin tí til Tvøroyrar.
Hendrik sigur, at hann
var bangin fyri, at hetta fór
at henda. Hann hevði úr-
slitð frá seinasta vali í hug-
anum. Tá vóru bert eini 2
atkvøður
á
munni
á
Hendrik og Sverra.
Men Hendrik fegnast um
stóru framgongdina, sum
hann hevði hesaferð og
nevnir, at tær 50 atkvøður-
nar, hann fekk í Sumba
vísa, at har atkvøddu tey
eftir at fáa umboð í syðru
helvt.
Hendrik fekk 291 a-
tkvøður og Mikkjal Søren-
sen 253. Hendrik hevði
framgongd,
men
hann
fryktaði tó fyri úrslitinum,
tí ymsar ábendingar hava
verið seinnu dagarnar, so
hetta kom ikki óvart á, sig-
ur hann.
Tó nevnir hann, at um
Javnaðarflokkurin fer í
samgongu, so fer Jóannes
Eidesgaard í Tinganes og so
er Hendrik Old næstur á
listanum og innan ting-
gáttina.
Tjóðveldisflokkurin
megnaði at vinna
ein sera tepran sigur
á Fólkaflokkinum á
Sandoynni, meðan
Javnaðarflokkurin
vann tryggan sigur
VAL
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Tann stóri spurningurin í
Sandoyar valdømi var,
hvør fór at fáa tann næst
valda mannin. Tað fór at
standa ímillum Tjóðveld-
isflokkin og Fólkaflokkin,
sum royndi at endurvinna
tingsessin. Eingin ivi var
hinvegin um, at Javnaðar-
flokkurin við Gerhard
Lognberg úr Skopun fór
at vinna.
Endin var, at Tjóð-
veldisflokkurin og Páll á
Reynatúgvu drógu longra
stráið við 25 atkvøðum
frammanfyri Fólkaflokk-
in.
– Tjóðveldisfólk í oynni
hava gjørt eitt sera stórt
arbeiði fyri at tryggja
flokkinum
tann
eina
mannin í hesum valdøm-
inum, sigur ein fegin Páll
á Reynatúgvu, sum varð
valdur fyri triðju ferð.
Tann stóra veljarakann-
ingin, sum Sosialurin og
Fynd gjørdu í samstarvi
við Føroya Tele gjørdu
fyri valið, vísti, at Tjóð-
veldisflokkurin fór at
missa mannin í Sand-
oynni.
– Veljarakanningin var
góð fyri okkara viðkom-
andi, tí hon vísti, at tað
var sera tætt um tann
síðsta mannin, og tað hev-
ur virkað til okkara fyri-
mun, er metingin hjá Páll
á Reynatúgvu.
Polarisering
Á Sandoy vísti tað seg, at
skopuningar stóðu mann-
sterkir um borgarstjóran
Gerhard, og sandingar
gjørdu manngarð um Páll
á Reynatúgvu. Tað er
mangan soleiðis, at skop-
uningar royna at tryggja
sær tann eina mannin,
meðan sandingar royna
tað sama.
Samlaða úrslitið var
annars, at Javnaðarflokk-
urin fekk 326 atkvøður,
Tjóðveldisflokkurin 284
og Fólkaflokkurin 259.
Eingin
broyting á
Sandoynni
Eg var bangin fyri tí
Ofta skal lítið til at
gera av, hvør kemur á
ting og hvør fellur. Í
Suðuroynni gjørdu
fýra atkvøður munin
VAL
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Suðuroyggin
verður
onkutíð søgd at verða eitt
valdømi,
har
atkvøður
verða fluttar, so tað kann
gera mun.
Fýra atkvøður á muni
millum Hendrik Old og
Sverra Midjord gjørdu, at
Sverri kom inn og Hendrik
fall.
Syðra helvt býtti í stóran
mun javnaðaratkvøðurnar í
tvey,
nenviliga
millum
Hendrik Old, Vágur, og
Mikkjal Sørensen, Porkeri.
Hóast framgongd hjá báð-
um, so hervði hetta við sær,
at ov lítið bleiv hjá báðum,
eisini hjá tingmanninum
Old. Ístaðin lá Sverri Mid-
jord, Tvøroyri, frammanfyri
í persónligum atkvøðum og
varð sostatt valdur. Sverri
Midjord fekk 295 atkvøður,
Hendrik Old 291 og Mikkj-
al Sørensen 253.
Sostatt fall javnaðarting-
maðurin í syðru helvt og
javnaðarlistin á Tvøroyri
fekk ístaðin tveir valdar.
Fýra atkvøður gjørdu munin
Løgtingsvalið 2004
upptók eysturoyingar
líka nógv sum føroy-
ingar annars og vit
hittu veljarar, val-
nevndarfólk og val-
evni á Skálafjørð-
inum, í Gøtu og í
Fuglafirði
VALIÐ 2004
Búi Tyril
Í Runavík varð Ítróttarhøll-
in brúkt til valhølir og hon
fungeraði væl sum vanligt.
Alt gekk skjótt og smidliga
fyri seg undir leiðslu av
Leivi Højgaard, sum er for-
maður í valnevndini har.
– Av 1806 sum høvdu
valrætt greiddu 1624 at-
kvøðu, kundi Leivur Høj-
gaard upplýsa.
– Við øðrum orðum var
luttøkan 89,9 prosent og tað
var eitt sindur betri ein við
seinasta val.
Í Gøtu vitjaðu vit eitt av
valevnunum hjá Fólka-
flokkinum, Hannu Jensen,
nakað áðrenn tað endaliga
valúrslitið fyrilá. Har var
lív í og nógvir gestir og
Hanna fekk fitt av atkvøð-
um eisini, hóast hon ikki
røkk inn um tinggátt: 100
persónligar.
– Næstu ferð verður
kanska betri, helt hon
skemtingarsamt fyri.
Í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði hildu tjóðveldis-
fólk kafé og valvøku við
stórskíggja. Tær kensluligu
bylgjurnar gingu sum vera
man í takt við ta stigvísu
upprokningina av valúrslit-
inum. Tá av tornaði var
hýrurin góður, eisini á val-
evnunum Andrea Eldevig
ið fekk 81 persónligar at-
kvøður og Jón Tyril ið fyri
fyrstu ferð stillaði upp og
fekk 55 atkvøður.
– Snekkjan hjá Tobba í
Norðurlandahúsinum fekk
lív aftur í fólkið, helt onkur
fyri.
Beint tá kom ein annar
fuglfirðingur
framvið,
nevniliga Jógvan á Lakjuni
sum við sínum 409 persón-
ligu atkvøðum varð aftur-
valdur inn á ting fyri Fólka-
flokkin.
-– Eg eri takksamur fyri
álitið, viðmerkti Jógvan á
Lakjuni; hann hevði sum
vera eisini opið hús til seint
út á náttina.
Og soleiðis var lagið yvir
tað mesta av tí politiska
landslagnum. Alla staðni
har vit komu var hýrurin
yvirhøvur góður.
Tilsamans 6879 fólk í
Eysturoy greiddu atkvøðu
og hetta merkir at vallut-
tøkan her var 91,9 prosent.
Valhýrurin var góður
Jógvan á Lakjuni, afturvaldur fyri Fólkaflokkin
Foto: Maria Olsen
Andrea Eldevig og Jón Tyril, valevni fyri Tjóðveldisflokkin
Foto: Maria Olsen
Leivur Højgaard, formaður í valnevndini, á odda fyri uppteljingini í Runavík
Foto: Maria Olsen
Alfred Olsen, til høgru varð afturvaldur fyri sambandsflokkin: hann kom inn í 1998 og avloysti
tá hálvbeiggjan Jógvan Ingvard, til vinstru, sum umboðaði sambandsflokkin í løgtinginum frá
1970-1998. Alfred og Jógvan Ingvard eru synir til Jens Christian Olsen, sála, ið sat á tingi frá 1940
til sín doyggjandi dag í 1963, við undantak av trimum árum. Í miðjuni einkjan eftir Jens
Christian, Hildur
Foto: Maria Olsen
Hanna Jensen, valevni fyri Fólkaflokkin
Foto: Maria Olsen
C
M
Y
K
21
20