fríggjadagur 29. apríl 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Hjálparfelagsskapurin
Ki
wanis skipar í mai mánaði
undir eitt tiltak at stuðla
sinnisveikum í Føroyum.
Seldir verða lyiklar, sum
kunnu brúkast sum húslykil,
verða teir skornir til hjá fyr
itøkum, sum gera úthurðs
lyklar.
Kiwanis sóknast í hesum
sambandi eftir fólki, sum
vilja hjálpa at selja lyklarnar
– tað kann verða alt frá ítr
óttarfeløgum til pensjónst
afeløg, ella onnur, sum vilja
hjálpa. Fyri høvnn lykil verða
goldnar 15 krónur.
Áhugað kunnu venda sær
til vi-ei@olivant.fo ella ringja
á 226008 ella 219399. Eisini ber
til at senda
umsókn til
Eirik Ing
varsson,
Norðskál
avegur 36,
460 Norð
skála.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað ljóðaði fyrr í vikuni, at sokall
aða makrelsamgongan var í vanda,
tí at Kaj Leo Johannesen ætlaði at
seta Johan Dahl sum landsstýris
mann í fiskivinnumálum.
Tó at Tjóðveldi ikki alment hev
ur boðað frá, at flokkurin ikki vil
góðtaka Johan Dahl sum fiskimál
aráðharra, so hevur næstformaður
floksins beinleiðis sagt tað. Men
tað sum tykist enn meira løgið er,
at eini boð, sum Kaj Leo Johanne
sen sendir til tingfólk síni á kvøldi,
longu klokkan sjey morgunin eftir
eru almenn í útvarpi. Tað vil siga, at
Kaj Leo Johannesen hevur onkran
svíkjara í flokkinum – at hann ikki
hevur tamarhald á tingbólkinum, at
floksdisiplinin ikki er í lagi. Ikki tí,
soleiðis er skilið í øllum flokkum.
Men tað sum annars er farið
fram, síðani Fólkaflokkurin fór úr
samgonguni, er rættiliga áhugavert.
Tað er tekin um, at politikararnir
hava lært nakað, at løgmaður og
landsstýrið í heila tikið framvegis
sita við valdið. Fyri bara fáum árum
síðani hevði hetta verið heilt óhugs
andi, tí vanliga var tað hitt fremsta
málið hjá eini andstøðu fyri alt í
verðini at fáa sitandi samgongu frá,
kosta hvat tað kosta vildi. Her hava
fleiri flokkar víst virðing, og serliga
er tað Tjóðveldi, sum hevur drigið
longsta stráið í so máta.
Og tá hetta verður sagt, so verð
ur tað einans hugsað um tað prin
sippiella í tí, at tveir samgonguflokk
ar og ein andstøðuflokkur gera eina
langtíðar avtalu – í hesum føri um
makrelin – sum skal halda fram um
hetta valskeiðið. Hetta ber boð um,
at ein nýggjur arbeiðsháttur er við
at koma fram í føroyskum politikki,
sum bara kann verða gagnligur.
Hinvegin so vísir hendan semja
týðuliga, at mótpolanir í tjóðskapar
stríðinum, Samband og Tjóðveldi,
eru við at nærkast, við Javnaðar
flokkinum sum millumliði. Hendan
samgongan er ikki roynd áður, men
nógv tekin eru í sól og mána um, at
hetta verður samgogan eftir valið.
Spurningurin er so, hvør skal leiða
eina slíka. Í Tjóðveldi eru tey so
von við ikki at fáa løgmanssessin,
so um Tjóðveldi ikki verður mun
andi størri enn Sambandsflokkur
in, so má flokkurin – traditionen
tro – finna seg í aftur at verða forbí
gingin. Tað var helst Fólkaflokkurin
sum tryggjaði Kaj Leo Johannesen
løgmanssessin í 2008 – fyri at revsa
Jóannes Eidesgaard.
Soleiðis kunnu vit rokna við, at
Kaj Leo Johannesen heldur fram
sum løgmaður, meðan Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldi býta tey
tungu málsøkini.
Høvuðsmálið hjá hesi samgongu
má so vera grundleggjandi broyting
ar og langtíðarplanlegging, meðan
tjóðskaparmálið – sum tað plagar
– bíðar eftir frægari tíðum...
Tjóðskaparmálið bíðar
so eftir frægari tíðum
Fólkaflokkurin í Norðoyggj
um fær uttan iva trupul
leikar við at fylla stóra holið
eftir stóra atkvøðuslúkin,
Anfinn Kallsberg, sum ikki
stillar uppaftur til næsta
løgtingsval. Og tað sær út til
at líkjast einum sjálvmáli, at
flokkurin ikki stillar Gunvá
við Keldu, borgarstjóra, upp.
Sjálv sigur hon, at starv
ið sum borgarstjóri er so
krevjandi, men hetta kann í
besta lagið vera ein vánalig
umbering.
Politikkur snýr seg um
at fáa ávirkan, og vilt tú
hava ávirkan, so stillar tú
tey fólkini upp, sum kunnu
roknast við at fáa flestar at
kvøður. Gunvá við Keldu er
ein teirra.
Og
er
borgarstjór
astarvið veruliga so
krevjandi, so kann
hon leggja løgtings
sessin frá sær eina
tíð.
Hvør
maður
hevði ikki gjørt tað?
Eingin sigur, at hon er
borgarstjóri, tá næsta ár
er farið, tí tá hevur verið
kommunuval.
Ikki takstiskt – og
politiskt ókorrekt – at
ein sterk kvinna í ein
um hóttum flokki ikki er
á listanum. Spurn
ingurin er so,
um talan
er
um
eina ov
v a r n a
kvinnu,
e l l a
hetta er
floksins
vilji...?
Tað er sjálvmál at
Gunvá ikki er við
makrelur skapti samgongu
Fyrr vóru tað næmingarnir
í Hoydølum, sum gjørdu
uppreistur. Nú er tað leiðsl
an, sum vísir rebelskan hug
burð.
Uttan iva hevur Mikkjal
Helmsdal, rektari, ein trupul
leika við parkeringini.
Men í vanligum oyrum
ljóðar tað beinleiðis klikkað,
at ein næmingur verður burt
urvístur, tí at hann hevur
brotið lokalu parkeringsregl
arnar hjá skúlanum.
Parkeringstrupulleikarnir
eru ikki nýggir. Teir vóru eis
ini fyri 10 árum síðani, fyri 20
árum síðani og fyri 30 árum
síðani. Skúlans leiðsla hevur
javnan gjørt vart við hetta,
men tað er tosað fyri deyv
um oyrum, tí einki – absolutt
einki – er gjørt við trupul
leikan yvirhøvur. Parkerings
viðurskiftini eru tey somu,
sum tey vóru, tá skúlin varð
bygdur í sekstiárunum.
Mikkjal Helmsdal hevur
bara flutt trupulleikan niðan
til grannarnar omanfyri. Har
parkera næmingar, mangan
skilaleyst, við Føroya mest
trafikeraða veg. Næming
arnir skulu tvørtur um veg
in, har 8.310 bilar sambært
Landsverki koyra dagliga.
Økið kring Studentaskúlan
er ríkiliga stórt, og eingin
trupulleiki er at gera eitt fyri
bilsparkeringspláss á fløtuni,
sum kann takast burtur í
2015, tá skúlin flytir. Men har
er bara eingin vilji til at gera
nakað.
Tápuligar avgerðir, ella
vantandi avgerðir, kunnu
sjálvandi fáa býttar avleið
ingar. Hetta málið er eitt
skúladømi
uppá,
hvussu
býttisliga ein skúlaleiðsla,
eitt mentamálaráð, eitt býráð
og eitt Landsverk - sum ikki
duga at tosa saman, loysa ein
trupulleika.
Onkur má for ólukkan
sláa nevan í borðið...
Sligið klikk í Hoydølum...
Kiwanis lykil til sinnisveik
Vel meg
tú sleppur
undan MVG
Sjúrður Skaale
kjak á síðu 17
Silo:
Føroya
salt
Helgi Eidesgaard og
Hans Kols Mortensen
kjak á síðu 10