hósdagur 22. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 14 - 22. januar 2004
Nr. 14 - 22. januar 2004
23
Eysturoyar valdømi
fær hesuferð tveir
eykavaldar í og við at
Bill Justinussen
kemur afturat - men
Kári »Post« situr sera
leysur so leingi
fínteljingarnar ikki
hava konfirmerað
hann
VALIÐ 2004
Búi Tyril
Eysturoyggin fær, við fyri-
varni móti fínteljingum,
tveir eykavaldar tinglimir í
hesum valskeiði, ístaðin
fyri seks sum talið var val-
skeiðið
frammanundan.
Hetta merkir at landsins
breiðast umboðaða valdømi
styrknar úr seks upp í sjey
tinglimir.
Tann sjeyndi tingmaðurin
í Eysturoy verður í hesum
valskeiði Bill Justinussen
(Miðflokkurin) við 205 at-
kvøðum; hin eykavaldi er
Kári
»Post«
Højgaard
(Sjálvstýrisflokkurin) við
226 atkvøðum, sum soleið-
is er afturvaldur. Teir um-
dømisvaldu fyri eystur-
oynna eru annars, sorterað
eftir persónligum atkvøð-
um, toppskorarin Torbjørn
»Tobbi« Jacobsen (Tjóð-
veldisflokkurin) við 465 at-
kvøðum, Andreas Petersen
(Javnaðarflokkurin)
við
450 atkvøðum, Jógvan á
Lakjuni (Fólkaflokkurin)
við 409 atkvøðum, Alfred
Olsen (Sambandsflokkur-
in) við 393 atkvøðum,
Edmund Joensen (Sam-
bandsflokkurin) við 383 at-
kvøðum.
Sum skilst eru tó enn ikki
allar súður syftar. Margin-
alarnir eru nevniliga smáir
hvat viðvíkur tí eykavalda
hjá Sjálvstýrisflokkinum;
skuldi fínteljingin givið
allarminsta útslag tann
negativa vegin so kann
Suðursteymoy ístaðin fáa
Sjálvstýris tinglimin.
Tað var soleiðis spenn-
ingur inn í tað allar síðsta
um tingmanningina hjá
Eysturoynni, og er tað enn.
– Hetta er ringt fyri nerv-
arnar, viðmerkti Kári P.
Højgaard.
– Men eg má siga at bæði
Eysturoyggin og Sjálvstýr-
isflokkurin fingu eitt gott
val.
– Nú fáa vit so at síggja
hvørjar møguleikar vit fáa
at vera við í komandi lands-
stýri; vit hava drúgvar
royndir í landsstýrisarbeiði
og vóna at sleppa upp í part
eisini hesuferð.
Hjá Bill Justinussen var
sum vera man veitsla í nátt.
Saman við ætt, vinum og
kenningum savnaðust still-
arar og veljarar saman í
stórum tali í húsunum hjá
hjá Bill Justinusen á Glyvr-
um.
– Hetta var ein stórur
sigur fyri Miðflokkin so
væl sum Eysturoynna, stað-
festi ein fróur Bill Justin-
ussen aftan á at valúrslitið
stóð greitt.
– Vit kunnu fáa eina
sterka støðu og vónandi
høvi til stóra ávirkan.
Breiðasta valdømi vann ein mann afturat
Veitslurómur heima hjá Bill
Justinussen
Foto: Maria Olsen
Heima hjá Kára P. Højgaard. Standandi til vinstru Dánial
Petur »Piddi« Hansen, valevni hjá sjálvstýrisflokkinum, fekk
103 persónligar atkvøður
Foto: Maria Olsen
Tað sigst at í Eysturoy
hevur meira enn
helvtin av landsins
vinnulívi heimstað -
tað politiska
landslagið váttar
eisini at so er.
LØGTINGSVALIÐ
Búi Tyril
Tað hevur leingi verið
alment kent at ein sera
stórur partur av tí føroyska
vinnulívinum er plantaður í
Eysturoy. Kanska finnast
fleiri frágreiðingar uppá
hví hetta er so; í øllum
førum staðfestir løgtings-
valið, sum eitt í røðini av
fleiri peikandi parametrum,
hesa
serligu
vinnulívs
mentan ið má sigast at hava
djúpar røtur her.
Tak valevnini og tinglim-
irnar fyri oynna, og hesi
tala sítt týðiliga mál.
– Eysturoyggin er jú
vinnulívsoyggin burturav,
viðmerkti Alfred Olsen,
umdømisvaldur fyri enn
eitt valskeið vegna Sam-
bandsflokkin.
– Munurin á okkum og
teimum í Havn er ofta júst
hetta at flestu tinglimir úr
Eysturoy hava støði í
vinnulívinum meðan tey í
Havn ofta hava eina aðra
bakgrund, til dømis í al-
mennari umsiting.
Uttan at vit hava gjørt
nakrar beinleiðis útrokn-
ingar viðvíkjandi hesum,
kennist
pástandurin
so
ótrúliga sannur.
Tað sama skínur ígjøgn-
um tá tú hoyrir Eysturoyar
politikarar orðbera seg,
uttan mun til hvønn flokk
teir hoyra til. Hjartamálini
umfata næstan altíð vinnu-
lívið – og tað er kanska ikki
so løgið. Tað sigst nevniliga
at langt yvir helvtin av tí
føroyska
vinnulívinum
hevur
heimstað
í
Eysturoynni.
Vinnulívsins oyggj
Eftir at talan fleiri
ferðir hevur verið um
tætta kapping millum
javnaðarmenninar í
Eysturoy, tykist Gøta
nú hava sett seg tungt
á sessin
JAVNAÐARFAGNAÐUR
Jonhard Hammer
Fer tað at eydnast Andriasi
Petersen í Gøtu at varðveita
sessin, sum hann hevur sit-
ið í síðsta valskeiðið. Ella
fer Dan R. Petersen í Fugla-
firði at fáa sessin aftur, sum
hann misti í 2002. Ella fer
tað loksins at eydnast Syl-
verius Jacobsen á Skála at
gerast javnaðartingmaður.
Hetta hava verið spurn-
ingar, sum ofta hava verið
at hoyrt millum javnaðar-
fólk í Eysturoy undan vali-
num.
Týskvøldið
varð
greitt, at Andreas Petersen í
Gøtu framvegis er ting-
maður fyri Javnaðarflokkin
í Eysturoy. Javnaðarflokk-
urin í Eysturoy hevði eitt
gott val, og allir teir tríggir
omanfyri nevndu høvdu
høg atkvøðutøl. Sum vera
man fekk Sylverius Jacob-
sen mesta partin av sínum
atkvøðum á Skála og Dan
R. Petersen fekk mesta
partin av sínum atkvøðum í
Fuglafirði.
Andrias Petersen hevði
eitt framúr gott val, og hann
fekk væl fleiri atkvøður
ymsta staðni kring oynna,
enn hann áður hevur fingið.
Sambært Jóannesi Hansen
fekk hann fleiri atkvøður,
enn nakar nakrantíð áður
hevur fingið á javnaðar-
listanum í Eysturoy. Gamla
metið átti Jákup Fr. Øre-
gaard. Metið setti hann, tá
ið hann í 1974 fyri síðstu
ferð var uppstillaður.
Tá ið valúrslitið var greitt
týskvøldið savnaðist nógv
fólk at heilsa upp á og
fagna Andriasi Petersen.
Har
vóru
javnaðarfólk
ymsa staðni frá í oynni, og
har var ein rúgva av gøtu-
fólki, sum ikki øll hav a
givið til kennar, hvønn
politiskan lit tey hava.
Blíðskapurin var stórur, og
eina løtu slerdu tey ring og
dansaðu føroyskan dans.
Andreas hevði framúr val
Tað var telefonstormur á telefonina hjá Andrias Petersen valkvøldið
Lagið var sera gott á eysturoyingum valkvøldið. Fólk úr allari oynni savnaðust heima hjá Andriasi. Fýrverkarí varð sent og eisini varð farið upp á gólv og kvóðu gøtumenn »Í Gøtu ein dag«
C
M
Y
K
23
22