fríggjadagur 29. apríl 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49
Sosialurin
Nú skal tað bera til at taka
gjald frá teimum bilum, sum
parkera í mitt í bygdum øki.
Tað heldur Tórshavnar
Býráð.
Tórshavnar Býráð hevur
leingi arbeitt við at broyta
parkeringsviðurskiftini
í Havn og ein ætlan, sum
hevur verið frammi er at
taka gjald frá bilum, sum
parkera innanfyri ávís mørk
í býnum.
Men hetta hevur komm
unan ikki havt loyvi til, tí
tað forðar ferðslulógin fyri.
Hinvegin hevur Tórs
havnar Býráð ikki slept
ætlanini og tí var umsit
ingin hjá Tórshavnar Bý
ráð herfyri á fundi við
Innlendismálaráðið og við
Fútan um málið.
- Á tí fundinum varð av
talað, at Tórshavnar Komm
una skuldi senda Innlendis
málaráðnum eina formliga
áheitan um at broyta
ferðslulógina so at hon
kundi fáa heimild til at
taka gjald frá bilum, sum
parkera innan fyri ávís
mørk,
sigur
Ingibjørg
Berg, Kommunustjóri í
Tórshavnar Kommunu.
Hon
sigur,
at
síðani
er
málið
lagt
upp
á
hendurnar
á
Kommunusamskipan Før
oya, KSF, har Tórshavnar
kommuna og seks aðrar
kommunur, eru limir.
K o m m u n u s t j ó r i n
sigur,
at
umsitingin
hjá
Tórshavnar
Býráð
heldur, at tað er rættast,
at KSF leggur málið fyri
Innlendismálaráðið.
Eyðun
Christiansen,
aðalskrivari í KSF, sigur,
at beint nú er málið til
løgfrøðiliga
viðgerð,
men hann væntar, at tað
verður sent Innlendis
málaráðnum í hesi vikuni.
Hinvegin leggur Ingibjørg
Berg dent á, at enn er ongin
avgerð tikin um at seta
gjaldsparkering í gildi í
Havn.
Kortini hevur málið verið
viðgjørt, men tað er ongin
meining at viðgera tað
víðari, fyrrenn kommunan
veit, um hon yvirhøvur fær
heimild til at seta tað í verk,
leggur hon afturat.
Av tí, at viðgerðin er
komin so stutt, er heldur
ongin avgerð tikin um, hvar
í býnum, møgulig gjaldspar
kering verður sett í verk, og
tað fyriliggur heldur einki
um, hvat tað skal kosta at
parkera.
Samstundis sum Tórshavnar leitar eftir nýggjum
parkeringsplássum í miðbýnum í Havn, er tað eisini
greitt, at nú verður eiini tíðaravmarkað parkering á
stórum parkeringsplássum, har tað fyrr hevur verið
óavmarkað parkering.
Onki fyriliggur um tíðaravmarking á
parkeringsplássinum á Glasheyggi ella í Frúðutrøð.
Men ein av fyrstu døgunum verða skelti sett upp
sum vísa, at á Skálatrøð verður hereftir bara loyvt at
parkera í átta tímar.
Hetta fer at gera, at tað framvegis ber til hjá fólki
at seta bilin frá sær á Skálatrøð ímeðan tey eru til
arbeiðis, og tað ber eisini til hjá fólki, sum búgva
nærhendis, at brúka Skálatrøð til parkeringspláss,
sigur Heðin Mortensen.
Higartil hevur óavmarkað parkering eisini verið
á Svínaryggi, men nú verður í mesta lagi loyvt at
parkera har í fýra tímar.
Tað merkir, at har fer ikki at bera væl til hjá fólki at
seta bilin ein heilan arbeiðsdag.
Tórshavnar Býráð heldur, at tað er neyðugt at gera
hesar avmarkingar fyri at fáa ein javnan streym av
bilum oman í miðbýin.
Hinvegin verður forðað fyri, at parkeringsøkini verða
”misbrúkt” til langtíðarparkering.
- Tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at
parkeringsplássið á Skálatrøð hevur verið brúkt
til langtíðarparkering – og tað skal takast heilt
bókstaviliga.
- Tað hevur ikki verið óvanligt, at fólk hava havt bilin
standandi á Skálatrøð í fleiri vikur ímeðan tey eru
uttanlands og ferðast, ella eru til skips.
Tað er ein stór forðing fyri fólki, sum ætla at parkera
í Skálatrøð ímeðan tey eru til arbeiðis ella hava
drúgv ørindi í miðbýnum.
Heðin Mortensen sigur, at tað gav at bíta, tá ið
skoytibreytin skuldi setast upp á Skálatrøð.
Tá stóðu einir 20 bilar í vegin og tað gekk ómetaliga
tórført at finna fram til eigararnar.
Men tað vísti seg, at talan var um eigarar úr øllum
landinum, sum høvdu sett bilin á Skálatrøð ímeðan
teir vóru uttanlands í feriu ella í ørindum, ella vóru
til skips.
Úrslitið er, at vit máttu sleipa 20 bilar burtur,
áðrenn vit fingu sett skoytibreytina upp, sigur Heðin
Mortensen.
Hann vísir hinvegin á, er tørvur á langtíðarparkering,
ber til at seta bilin í Gundadali ella á onkrum
plássi uttanfyri miðbýin.
20 BILAR
Vilja fáa loyvi
at krevja gjald
fyri parkering
T Ó R S H A V N A R K O M M U N A
skil(a)vinna
Les meira um umhvørvisvikuna á
www.torshavn.fo
9 . - 1 5 . M A I 2 0 1 1