Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 29. apríl 2011 · Nr. 49 Sosialurin Í morgin, 30. apríl, fyllir gitt­ ar­leikarin, sangarin, tóna­ skaldið og yrkjarin, Stan­ley Samuelsen, seksti. Stanley er føddur í Før­ oy­um, men hevur búð í Dan­ mark síðani 1970 – og síðani 1986 í Birkerød. Umframt at verða kendur sum gittarleikari í serflokki – og ógvuliga respekteraður av øðrum tónleikarum – er hann eisini kendur fyri sínar mildu og melodiøsu tulk­ ingar av serliga eldri fólks­ ligum føroyskum yrkjarum. Eitt nú er lagið hjá honum til framúr kærleiksyrkingina »Um eg kundi kvøðið« av einum av okkara matastu skøldum, Janusi Djurhuus, vorðin klassikari, og tað er ikki óvanligt, at hann verð­ur sungin av øllum teim­um 10.000 fólkunum til felagssangin á ólavsøku framm­an fyri løgtinginum. Abbi Stanley var Føroya fyrsti løgmaður í nýggjari tíð, Andras Samuelsen. Samuelsen-familjan hev­ ur fostrað fleiri kór­sang­arar og fólk við yrkjaraevnum, og tað er á hesi lívsleið, ið Stanley Samuelsen hevur brúkt nógvar av sínum talent­um. Hann fekk sín fyrsta gittara sum 12 ára gamal og hevði sína fyrstu live-fram­ førslu í 1964 við píka­tráðs­ bólkinum Silly Boys, sum við sínum coverversionum av Elvis, Beatles og fleiri varð kosið sum Føroya besta píkatráðsbólkur í 1970. Í Danmark hevur Stanley spælt í ymsum bólkum og sum studiotónleikari. Hann hevur spælt saman við Nis P. Jørgensen í Den Udødelige Duo sum spældi nógv fyri donsku fakfelagsrørsluna frá tíðini við Anker Jørgensen til Poul Nyrup Rasmussen sum forsætisráðharrum. Den Udødelige Duo varð heiðrað við kulturprísinum hjá LO i 1992. Síðani 1986 hevur hann gjørt tónleik til eldri og nýggj­ari føroyskar yrkingar eitt nú eftir Janus Djurhuus, Jóannes Patursson, Poul F. Joensen, Hans Andreas Djurhuus, Andras Samuelsen og Christian Matras. Í 2008 varð hann á ólav­ søku heiðraður við Lista­ virðis­løn Miðlahúsins. Stanley Samuelsen hev­ ur givið út tríggjar solo­út­ gávur umframt eina fløgu við Trio Acoustica, og í hes­um mánaðinum gevur hann út eina nýggja fløgu á donskum, hvørs heitið er »Alle Hjertets Sange«. Tónleikin hevur Stanley sjálvur komponerað, og aftur kunnu vit av røttum siga, at gittarspælið er visitkortið hjá Stanley. Harafturat er strúkikvartettin Doria við. Og tað eru aftur teir góðu fólksligu føroysku yrkj­ ararnir, sum eru umsettir til danskt við hjálp frá Gunnari Hoydal, umframt tríggjar av yrkingunum hjá Stanley sjálvum. Stanley Samuelsen held­ ur dagin samn við sín­um nærm­astu í einum lítl­um primi­tivum húsi nær­indis skógi og strond í Norður­ sælandi, har hann skal vera í tríggjar vikur og gera nýggjar føroyskar sangir. Men øll tey, sum fegin vilja heiðra Stanley, eru væl­komin í Føroyahúsið á Vesterbrogade 17 í Keyp­ mannahavn, har hann held­ ur føðingardagin 29. apríl frá klokkan 16 - 19. T Ó R S H A V N A R K O M M U N A 9.- 15. MAI Les meira um umhvørvisvikuna á www.torshavn.fo Stanley Samuelsen seksti ANDLÁT Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaða mamma, vermamma, omma og systir Hella Olsen Tórshavn andaðist á Ríkissjúkrahúsinum mikudagin 27. apríl, 62 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum leygardagin 30. apríl kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin 1. mai kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Niels Juel, Liljan og Randia