Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 14 - 22. januar 2004 Nr. 14 - 22. januar 2004 27 Hin stuttligi flokkurin virkaði eisini sum avleiðari fyri proteststemmurnar. Heldur enn at fara til sambandsflokkin ella javn- aðarflokkin, valdu nøkur prosent í staðin Jóhan. Javnleiksigurin hjá tjóð- veldinum kann sigast við orðunum: "vilt tú heldur hava alt hetta (og so rems- aðu tey upp ítøkilig úrslit og mál)... ella lægri skatt á grønar keks?". Hevur Høgni Hoydal eis- ini skilt, at tað skal ganga so líðandi omaneftir sjálv- stýrisánni, so kann hann enn sleppa undan at enda sum Ellintur Patursson og Finnbogi Ísakson, undan- farnu formenninir, sum ongantíð blivu politiskir føroyameistarar. Lítil Fynd í Skal nakar forklára seg í dag, er tað Fynd. Eg eri ikki matematikari, men antin er okkurt galið við vektingini hjá Fynd, ella er veljarin ótrúliga besnissaður og svarar taktiskt... ella kanska veljarin bara umbestammar seg. Í øllum førum eru tær Fynd’ugu eygleiðingarnar um, hvat, hví og hvussu veljarin ger, ikki heilt eftir- farandi. Mítt egna git er, at velj- arin veruliga var hugaður fyri sambandinum, men so hvørt sum bæði uppstilling, spælið á politiska vøllinum og rakstarrópini skuffaðu, gingu fólk í seg sjálvi og fóru aftur í tey áskoðar- plássini, haðani tey komu. Veljarin í Vágum t.d. savnar seg, tá til stykkis kemur um tey mest sann- líku valevnini í teimum trimum stóru bygdunum – og skuldi sambands- flokkurin fáa bæði stigini í Vágum, kravdust onnur fólk. So einfalt er tað. Fantasktiskt kvøld Sum ein av Føroya størstu val-fjepparum, hevði eg sjálvur ein fínan dag. Heima hjá ‘sviger’ løgdu vit riv í ovnin og savnaðu skyldfólk saman. Síðani fór eg niðan í Norðulandahúsið vegna Tinghelluna og fekk eitt prát við leikarnar á ymsu liðunum. Sum rætt og rímiligt er, fór eg at frittast, hvussu stemningurin var á borgini hjá tjóðveldinum. Jú, har var gott lag. Høgni Hoydal mátti brúka megafon fyri at hoyrast í múgvuni, og dans- urin gekk so lystiliga. Mangastaðni í Havn og kring alt landið var eisini opið hús, bæði hjá valdum og vrakaðum. Føroyingar eru serstakt fólk eisini á tí økinum: ein og hvør tykist vælkomin allastaðni! Onk- ur segði fyri mær, at mong høvdu leita sær niðan til Jenis í Sóljugøtu – til ein sterkan temunn. Eitt uppskot havi eg tó til nývalda tingið: tá næstan 100% av øllum veljarum fara á val og sita uppi út á náttina at bíða eftir lands- úrslitinum – kundu tit so ikki gjørt dagin eftir val til hálvan frídag? Samgongumøguleikar Ein klókur maður segði einaferð, at veljarnir bara eru frælsir eina ferð fjórða hvør ár (ella oftari her hjá okkum) – tá teir fara á val. Tingmenn eru somuleiðis bert frælsir fjórða hvørt ár – tá teir skipa samgongu. Vit fara sjálvsagt at hyggja nærri at samgongum í komandi Tinghellum. Men, longu nú kunnu vit siga, at valúrslitið er sum steypa- finalan – ein dystur avger úrslitið. Afturímóti er sam- gonguskipan sum lands- kappingin – fleiri úrslit samanløgd geva endaligu støðuna. Hyggja vit aftur til valið í 1980, so vann sambands- flokkurin valið og fór frá 5 uppá 8 tingmenn. Hóast tað, so endurskipaðu hinir stóru flokkarnir ACE-sam- gonguna uttanum sam- bandið. Tilsvarandi í dag vildi verið ein ABC-sam- gonga, helst við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni. So sjálvt við sjálvmálinum hjá Lisbeth kunnu sam- bandið og javnaðurin vinna landskappingina, um Høgni tapir samgongudystin. Alt bendi á sigur til ‘F.S. Heimastýri’, men til endans taptu samríkisflokkarnir 1- 0 uppá sjálvmál, sum Lisbeth L. Petersen gjørdi í valsendingun- um TINGHELLAN/VAL Kári á Rógvi Ongin fótbóltsdystur kann rúma tað drama og tær lagnur sum eitt valkvøld. Tað var sum at síggja eitt lið óvæntað tapa ein trygg- an heimadyst at síggja sambandsborðið í Norður- landhúsinum. Hóast hann sjálvur helt málið hjá sam- bandinum reint, var Kaj Leo Johannesen ikki nakar fegin maður. Liðformað- urin hjá honum hevði nevniliga sett bóltin trygt í netið – tað skeiva netið. Halleluja Miðflokkurin vann tað, sum sambandið misti. Uppá boðskapin um, at "tað eru ikki okur, sum stýra hjulinum" fekk Jenis av Rana ein síðumann í ting- inum. Tað var tann tíðin, tá teir kristiligu flokkarnir fingu 4 mans á ting, men minkaðu so niður í tann eina og vóru á markinum at rúka út. Men miðflokkinum eydnaðist miðvíst at byggja eitt nýtt lið. Hetta gjørdu tey við at sleppa sær uppí samgongu, markera seg týðiliga uppá kjarnumálini sum fosturtøku og nei til samkynt parlag, og vera báðu megin tjóðskapar- gjónna við samstundis at vilja hava størri sjálvstýri og størri blokk. Samfelagshjulið Millum størstu persónlig stemmuslúkar gjørdist Jó- han Dalsgaard í Kollafirði (sum er systkinabarn mítt, halda tit ikki vit líkjast?). Teir báðir Jóhan og Rubek Lillå, vístu seg at vera mill- um teir gløggastu eygleið- ararnar til hetta valið. Eg vóni vit síggja teir aftur, um ikki sum valevni, so sum alternativ til Øssur Winth- ereig og Jógvan Mørkøre. Analysan við samfelags- hjulinum var fantastisk, og er tí endurgivin her í blað- num. Veljarin segði kortini við teir báðar, at so stuttligt var tað heldur ikki. Sum flokk- ur bleiv Hin stuttligi for stuttur. Sum valevni fekk Jóhan Dalsgaard tó fleiri atkvøður enn nógvir av teimum, ið valdir vórðu – skipanin hjá teimum gomlu flokkunum bjargaði... teim- um gomlu flokkunum. Fólkaflokkurin Fólkaflokkurin mátti tola, at tveir politiskir ludo- prikkar hjá honum vórðu slignir út í farna valskeiði. Hesir fingu báðir globus á valinum fyrradagin. Bæði Jørgen Niclasen og ikki minst Anfinn Kalsberg, løgmaður, gjørdust pínsla- váttar í egnu valdømum sínum. Lokali veljarin upp- livdi, at teirra menn høvdu roynt sítt besta, men vórðu steinaðir fyri mál, sum teir ikki høvdu ávirkan á nú, tí tey so ella so lógu afturi í fortíðini. Aðrastaðni, serliga í Suð- urstreymi, misti fólka- flokkurin uppá tað politiska reinføri. Veljarin í Havn hevur ikki sama treytalesa tokka til Anfinn sum tann í Klaksvík, og í bakklók- skapi kundu fólkafloksfólk nú kanska ynskt, at ‘skjót journalistin’ førdi til, at Anfinn lat onkran annan koma framat – og fram- vegis skoraði í Norðoyggj- um. Hvør hesin annar eina- ferð skal vera fingu vit eitt gott boð uppá í gjár. Bjarni Djurholm hevur lagt seg á odda í úttøkudystunum hjá lista A. Sambandið Við hemmiligum vallyft- um, prosentrokning sum tá Adolf Hansen var á døgum, við at gloyma, hvat stóð í valskránni, við skúlagentu- briksli, boðskapi um góða pensjón til studentarnar á Kambsdali og øðrum fadesum tapti Lisbeth L. Petersen henda dystin eftir at hava verið á odda við 10 tinglimum í meiningakann- ingum. Seinast val var, fekk sam- bandflokkurin eitt gott úr- slit uppá at vera ímóti full- veldisgongdini. Orsaka av, at hinir taptu, vann sam- bandið. Hesuferð royndi sambandsflokkurin seg við einum uppleggi, sum skuldi vinna teimum sigurin. Veljarin tyktist tó meiri upptikin av, hvussu væl- ferðin skal virka enn at fáa loyniligan skattalætta. Umframt liðformann- inum, sum skuldi havt tikið sær eitt taktiskt forkølilsi, var eisini galið við upp- stillingini. Sambandsflokk- urin megnar at savna velj- arar í kanningum, men tá føroyingar velja persónar líka nógv sum flokkar, má ein flokkur vísa á nøkur valevni, sum øll hesi pro- sent í kanningunum kunnu fara til. Í Vágum, í Suðri, í Norðoyggjum og í Suður- streymi skuldi sambands- flokkurin havt skorað, men uppstillaða liðið var ov veikt. Sambandsflokkurin hev- ur eisini eftir danskari fyri- mynd valt ikki at gera tað stóra í andstøðu, men held- ur bíða eftir sigrinum, og síðani stýra landinum. Boðið hjá lista B uppá framtíðina gjørdist ov jánkasligt. Javnaðurin Aftur á hesum sinni gjørd- ist tað ógjørligt hjá javn- aðarflokkinum at sameina samband og sjálvstýri. Javnaðarflokkurin hevur tað ótrúðliga trupult, so leingi veljarar hansara eru ósamdir um, hvønn veg tað skal ganga í sjálvstýris- málinum. Samanumtikið vardi flokkurin tó borg, og um hann gevur veljaranum og ynski hansara um eina framhaldandi, hóvliga sjálvtýristilgongd ans, kunnu vælferðarspurningar koma meira fram á øðrum sinni. Jóannes Eidesgaard per- sónliga var politiskt reins- aður og kann saktans gerast vinnari í endaspælinum. Sjálvstýrið Tað er líkt til, at sjálvstýris- flokkinum kortini fer at unnast at uppliva 100-ára dagin í 2006. Men, ringt er tó meta um, hvar sjálv- stýrisveljarin er, tá veljara- kanningar verða gjørdar. Kanska eru teir so gamlir, at teir náa ikki at taka telefonina, kanska hoyra teir ikki telefonina í egn- ingarskúrðinum ella til útróðrar. Eisini hjá sjálvstýrinum var uppstillingin ov veik. Malan Johansen gjørdi eina øgiliga debut á politiska vøllinum, men manglaði onkran at sentra til í Suð- urstreymi. Í Norðoyggjum skal okkurt gerast í yngru deildunum, um ikki sjálvstýrið skal enda sum tað reina old-boys. Tjóðveldið Hóast hansara lið bert fekk javnleik, var Høgni Hoydal móttikin í tjóðveldisleguni, sum hevði hann skorað ímóti Týsklandi. Saman við Jóannes Eidesgaard kláraði Høgni Hoydal seg best av teimum seriøsu formonn- unum í valstríðnum. Veljarin skilur ikki rætti- liga, hví Høgni altíð vil vera við, at tíðin at taka seg úr danska ríkinum er júst nú. Men veljarin hugsaði seg helst um, tá útlit vóru fyri eini ‘Heimastýri Classic’ samgongu. Sjálvmál! Samfelagshjólið Analysa lænt frá Johan í Kollafirði A – Fólkaflokkurin – vildi hava hjólið at mala so skjótt sum gjørligt. B – Sambandsflokkurin – vildi mála hjólið reytt og hvítt og fáa onkran annan at koyra ferð. C – Javnaðarflokkurin – vildi kasta lasso á tey, sum duttu av hjólinum, og lata tey hanga afturúr. D – Sjálvstýrisflokkurin – var blivin í ørviti inni í hjulinum. E – Tjóðveldisflokkurin – vildi hava okkara egna hjól. H – Miðflokkurin – visti, at tað ikki eru okur sum stýra hjólinum. K – Hin Stuttligi Flokkurin – vildi seta ein kepp í hjólið. C M Y K 27 26