fríggjadagur 29. apríl 2011síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 49 · 29. apríl 2011
20
VIKUSKIFTI
Tann 26. apríl í 1986 sprongdist ein reaktorur á einum kjarnorkuverki
16 kilometrar uttan fyri Tjernobyl í Ukraina. Geislavirkna útlátið
kundi mátast um meginpartin av Evropa og í Japan og Kanada. Ósemja er
um, hvussu nógv fólk doyðu av vanlukkuni. Í minsta lagi 56 fólk doyðu
beinanvegin, túsundtals fólk hava fingið krabbamein av geislavirkna
útlátinum, og milliónir fingu heilsutrupulleikar eftir vanlukkuna
Tjernobyl
skakaði
allan heimin
kjarnorkuvanlukka
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Tann 27. apríl í 1986 undraðust starvs
menn á kjarnorkuverkinum í Forsmark
í Svøríki á, at geislavirknið á klæðum
teirra var økt munandi. Beinanvegin
fóru teir at kanna, um ein leki var á
verkinum, men teir funnu ongan leka,
og so kom teimum til hugs, at lekin
kanska stavaði frá einum verki í Sovjet
samveldinum. Rætt høvdu teir. Kl. 01.23
dagin fyri var ein av teimum fýra
reaktorunum á kjarnuorkuverkinum í
Tjernobyl farin í luftina, og geislavirkna
útlátið stóð sum eitt sjálvlýsandi skýggj
upp úr verkinum, greiddu sjónarváttar
seinni frá. Marran, sum mong høvdu
óttast, var vorðin veruleiki. Eitt effektivt
kjarnorkuverk, sum stóð fyri einum
tíggjundaparti av streymveitingini í
Ukraina, var umskapað til eina vanda
mikla kjarnorkubumbu.
Kjarnorkuverkini í heiminum eru
fá í tali, millum 400 og 500. Í mong ár
hevur verið umrøtt, um kjarnorka er ein
forsvarligur háttur at framleiða orku,
serliga tí vandin fyri vanlukkum er so
stórur. Forsprákararnir fyri kjarnorku
vísa júst á, at kjarnorkan er effektiv, og
tað er hon eisini, tá ongin vandi er á ferð.
Men mótstøðufólkini ímóti kjarnorkuni
hava heilt síðan sekstiárini sagt, at váðin
við kjarnorkuverkunum er alt ov stórur.
Tá tann fjórði reaktorurin í Tjernobyl
fór í luftina, fingu mótstøðufólkini
rætt, og mótstøðan ímóti kjarnorku
kring heimin vaks munandi. Tá so
jarðskjálvtin í Japan 11. mars í ár
hevði við sær, at verkið í Fukushima
fekk álvarsligar trupulleikar, var tað
bara enn ein váttan fyri mong um, at
kjarnorka er vandamiklari fíggindi enn
góður vinur.
Verður sammett við, hvussu fá
kjarnorkuverkini eru, og hvussu stórar
vanlukkurnar í Tjernobyl og Fukushima
vóru, er viðkomandi at seta spurningin,
um tað er vert at taka tann váðan, sum
tað er at reka eitt kjarnorkuverk. Fólk
hava nú upplivað, at sama hvussu neyvar
trygdarmannagongdirnar á kjarnorku
verkum eru, kann tann ringast hugsandi
støðan íkoma, og avleiðingarnar kunnu
gerast vanlukkuligar í túsundtals
geislavirkin ár. Haraftrat eru skaðarnir,
ið standast av eini kjarnorkuspronging,
bæði lúnskir og ósjónligir, tí hvør kann
við vissu siga, hvussu tilburðirnir av
krabbameini taka seg upp, eftir at
geislavirkna útlátið hevur gjørt um
seg millum tey, ið vóru ov sein at flyta
burtur eftir eina vanlukku? Ongin kann
siga hetta við vissu.
Vanlukkan í Tjernobyl hevur verið
umstrídd øll tey 25 árini, ið eru gingin,
síðan reaktorurin har fór í luftina. Púra
vist er, at starvsmenn á verkinum
vóru í ferð við at gera eina roynd
við fjórða reaktorinum, tá ein damp
spronging hevði við sær, at reaktorurin
sprongdist. Nógv bendir eisini á, at
starvsmenninir ikki reiðiliga vistu,
hvussu stórur vandi var á ferð, og at
teir tí kanska vóru í góðari trúgv, tá
teir gjørdu royndina. Um hetta verður
enn kjakast. Ein kanningarnevnd hevur
givið starvsmonnunum ábyrgdina av
vanlukkuni, men ein onnur hevur sagt,
at verkið var ikki nóg trygt. Um av
leiðingarnar av vanlukkuni verður eisini
nógv kjakast. Ein kanning nevnir, at 56
fólk doyðu beinleiðis av vanlukkuni, og
at 4.000 av teimum 600.000, ið vóru við
til at rudda upp, eru deyð ella fara at
doyggja av krabbameini.
Ein týsk kanning staðfesti í 2006, at
fleiri enn 10.000 fólk dragast við krabba
mein orsakað av Tjernobyl-vanlukkuni,
og 50.000 tilburðir aftrat fara at gera
um seg. Ukrainski heilsumálaráðharrin
segði sama ár, at fleiri ein 2,4 milliónir
ukrainar, teirra millum 428.000 børn,
hava heilsutrupulleikar orsakað av
vanlukkuni. Felagsskapurin hjá teimum
600.000 fólkunum, sum vóru við til at
rudda upp og flyta fólk burtur, hevur
sagt, at 10 prosent av teimum 600.000
eru deyð, og at 165.000 í dag bera
brek av vanlukkuni. Sum tað sæst, er
stórt ósamsvar millum tølini, men at
vanlukkan hevur havt umfatandi av
leiðingar við sær og framhaldandi fer
at kosta mannalív, er ongin ivi um, og
staðfestast kann tí, at kjarnorka drepur
bæði skjótt og ógvuliga spakuliga, tá alt
gongur galið.
Tá sprongingin hevði verið á verk
inum í Tjernobyl, varð beinanvegin
farið undir at bøta skaðan, og leiðarin
á verkinum, Alexander Akimov, og
hansara fólk fóru at pumpa vatn inn
í reaktorin fyri at køla hann niður.
Ongin teirra var í trygdarbúna, og teir
flestu starvsmenninir, teirra millum
Akimov sjálvur, doyðu 2-3 vikur eftir
vanlukkuna. Stutt eftir vanlukkuna
komu brandmenn á staðið at sløkkja
eldarnar. Teirra leiðari var Vladimir
Parvik. Brandmenninir fingu onki at
vita um geislavirkna vandan, og tá
eldurin var sløktur fýra tímar eftir
sprongingina, vóru brandmenninir illa
strálaðir. Parvik doyði longu 9. mai í
1986. Ein av brandmonnunum segði,
áðrenn hann doyði, at hann hevði
metallsmakk í munninum og kendi tað
sum, at hann var stungin við ótejlandi
nálum í andlitið.
Harðast rakt av Tjernobyl-vanlukk
uni vóru Hvítarussland, Ukraina og
Russland, men geislavirkið útlát varð
eisini mátað í Eysturríki, Svøríki,
Finnlandi, Noregi, Bulgaria, Sveis,
Grikkalandi, Slovenia, Italia og Moldova.
Ættin dagarnar eftir vanlukkuna og
regnælini høvdu avgerandi ávirkan
á, hvagar geislavirkna útlátið fór. Ein
kanning hevur víst, at deyðstíttleikin í
Svøríki er øktur síðan Tjernobyl-van
lukkuna. Hvussu ávirkanin er aðra
staðni, kann ivaleyst líka nógv gitast
um sum sigast við vissu, men at kjarn
orkuverk dálka og kunnu hótta livandi
verur, er Sellafield-verkið í Onglandi
eisini dømi um. Lekar vóru á Sellafield-
verkinum bæði í 1994 og 1997, og útlátið
kundi staðfestast við Noregs strendur
og í ávísum førum eisini í plantum og
djórum í Kattegat.