Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50 Sosialurin Áki Bertholdsen Kommunurnar kring land­ ið eiga at útvega fólki bíliga orku, akkurát sum tær frammaundan útvega teim­ um reint vatn. Tað heldur Karl A. Olsen, borgar­stjóri í Vestmanna. Hann sigur, at Sev, sum kom­mun­ur­nar eiga, er komið í dýrastu neyð av tí, at oljan er blivin so dýr. Tað førdi til stóra prís­ hækk­ing á nýggjárinum og fer uttan iva at føra til enn fleiri príshækkingar í næst­ um. Men borgarstjórin í Vest­ man­na staðfestir, at heldur enn at byggja út og kola olju upp hjá Sev, eiga vit at seta spar­ingar í verk fyri at min­ ka um orkunýtsluna. Í hesum sambandi heldur hann, at kommunurnar eiga at gera meiri við at útvega fólki bíliga orku. - Kommunurnar eiga í størri mun at útvega borgar­ unum berghita og aðra var­ andi orku, heldur hann. Hann vísir á, at Tórs­havn­ ar Kommuna hevur eina fjarhitaskipan og hann held­ ur, at hetta er ein leistur, sum fleiri kommunur eiga at taka til sín. Lættari Hann sigur, at merkir borg­ar­ um eina sparing, tí hann fær minni brúk fyri olju, verður tað lættari at góðtaka, at prís­ur­in á streymi hækkar. - Vit brúka alt ov nógvan pen­ing til olju at hita hús við, legg­ur hann afturat. Karl A. Olsen sigur, at hetta verður ikki ein út­reiðs­ la hjá kommununum, tí tær taka sjálvsagt gjald frá fólki fyri orkuna, soleiðis, at tað verður nóg mikið fyri íløgu­ na og til at halda hana og end­ur­nýggja hana fyri. - Hetta er ein tænasta til borg­ar­an,­ akkurát sum tað er ein tænasta at útvega teim­ um reint vatn, ein bátahyl ella ein barnagarð, heldur borgar­stjórin í Vestmanna. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen - Tað ber væl til at spara minst 50% av Sev rokningini burt­ur. Tað staðfestir Karl A. Olsen Borgarstjóri í Vest­ man­na. Streymurin er nú blivin so dýr­ur, at hann er ein kleppur um hálsin á húskjum, kom­ mu­num, fyritøkum og virkj­ um, sum brúka nógvan streym. Tí liggur stórt trýst á Sev um at byggja varandi orku­ keldur út fyri at sleppa und­ an oljuni, sum nú er so dýr, at hon er við at forkoma Sev. Men borgarstjórin í Vest­ man­na heldur, at ein góður máti at hjálpa Sev, er við at seta sparingar í verk ístaðin fyri at krevja fleiri út­bygg­ ing­ar. Heldur enn at byggja út í stór­um stíli, ber tað ístaðin til at spara streym. - Tað hevði lætt munandi um trýstið á Sev um at bygg­ ja út fyri at sleppa undan olju­ni og fyri at nøkta ein al­ samt veksandi tørv. Niður í helvt Og hann staðfestir, at kom­ mu­nur­nar brúka eini 10% av streym­i­num, sum Sev ger. - Nógv tað mesta av olju­ nýtslu­ni fer til ljós av ymsum slagi. Hann hugsar um gøtuljós, ljós á havnarløgum og ljós í kommu­nal­um bygningum. - Við lutfalsligum smáum íløg­um ber til at spara minst helv­t­ina av streymnýtsluni burt­ur, so at parturin hjá kom­mun­unum av fram­ leiðsl­u­ni hjá Sev minkar nið­ ur í 5%. Karl A. Olsen sigur, at hetta kann gerast við nýggj­ ari tøkni og við nýggjum per­ um og øðrum tiltøkum, legg­ ur hann afturat. - Vit brúka alt ov nógva orku, tí vit hava gamla tøkni. Tað kann verða dýrt at leggja um til nýggja tøkni, men tað er ein íløga, sum sparir seg inn aftur upp á rættiliga stut­ ta tíð. - Í summum førum er spar­ing­in so stór, at tað t ekur bara mánaðir at spara íløgu­na inn aftur, heldur enn nøkur ár, leggur hann aftur­at. aki@sosialurin.fo Sparing - Tað er dýrt hjá Sev av byggja út, men vit kunnu sum onki seta sparingar í verk, sum føra við sær, at tað ikki verður neyðugt hjá Sev at byggja so nógv út, sigur borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen Kuta minst 50% av Sev rokningini STREYMPRÍSIR Tað er onki fyri at spara minst helvtina av streymrokningi burtur, staðfestir borgarstjórin í Vestmanna Kommunurnar skulu hjálpa fólki at spara ORKUSPARING Kommunurnar eiga sjálvar at bora hol til berghita ella at seta vindmyllur upp fyri at útvega borgarunum bíligari orku 50.000 krónur Vestmanna Kommuna er eitt gott dømi um, hvussu nógv­an streym tað ber til at spara við at leggja um til nýggja tøkni og við øðr­ um íløgum. Í Vestmanna hava tey gjørt nógv burtur úr at gera skúlan til ein grønan skúla og ein stórur partur av tí arbeiðnum hevur ver­ið at seta tiltøk í verk fyri at spara streym. Ì hesum sambandi ha­ va tey skift ljósini í skúla­ num og á økinum rund­an um skúlan og sett orku­ spar­an­di perur í. Samstundis hava tey sett klokku á luftskifti, so at motorararnir ikki gan­ ga alla tíðina. Úrslitið av øllum hes­ um tiltøkum er, at bara skúl­in í Vestmanna sparir góð­ar 50.000 krónur um ár­ið í streymi. Í summum førum tekur tað bara nakrar mánaðir at spara íløguna inn aftur