mánadagur 2. mai 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Christian Høgni Jacobsen hevur
verið millum bestu spælarnar í
føroysku landskappingini seinastu
árini. Hann er einstaklingur sum
fáur. Málsøkin og dugir at senda
avgerandi avleveringina. Mótstøðu
menninir hava oftast torført við at
krøkja bóltin frá honum.
KÍ var omaná í steðginum.
Kristoffur Jakobsen hevði syrgt
fyri, at klaksvíkingur vóru á
sigurskós. Tá fór Christian Høgni
Jacobsen upp í ferð.
Málini
Seinna umfarið var ikki gamalt, tá
framherjin fekk bóltin fyri føturnar.
Hann hevði sneitt fleiri mótstøðu
menn av, tá Rudolf Eliasen setti
fót fyri honum. Christian Høgni
fór um koll, og dómarin floytaði
fyri brotssparki. Hann var sjálvur
tryggur frá brotssparkblettinum.
Fimm minuttir fyri leiklok fór
hann aftur til stroks. Hann hevði
bóltin í høgra borði, tá Sørmund
Kalsø, KÍ, gjørdi fríspark móti
honum. Christian Høgni Jacobsen
var fyrstur á frísparksinnlegginum,
og úr stuttari fjarstøðu stýrdi hann
bóltinum í netið.
Lagt bragdliga fyri
NSÍ hevur 10 stig fyri fyrstu fimm
landskappingardystirnar.
Tann
úrtøkan er sera góð, tá hugsað
verður um, at runavíkingar hava
framvegis ikki spælt móti báðum
niðastu liðunum. Dystirnir móti
HB, Víkingi, B68, EB/Streymi og KÍ
hava givið 10 stig, og tað er avgjørt
nøktandi fyri runavíkingar.
uni@sosialurin.fo
Christian Høgni var bestur
Fótbóltur Christian Høgni Jacobsen var undangongumaður, tá
runavíkingar vunnu sær trý stig kærkomin stig í Klaksvík
KÍ
1
NSÍ
2
Christian Høgni Jacobsen átti høvuðsleiklutin, tá runavíkingar vunnu sær trý kærkomin stig í Klaksvík
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍ var omaná í steðginum. Kristoffur
Jakobsen hevði syrgt fyri, at klaksvíkingur
vóru á sigurskós. Tá fór Christian Høgni
Jacobsen upp í ferð
Klaksvískingar taptu fyri fyrstu
ferð í landskappingini í ár, móti
Jústinus R. Hansen og NSÍ
Mynd: Álvur haraldsen