Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Áðrenn Marjus Dam boðiði frá, at hann ikki stillar upp­ aft­ur, hava onnur tingfólk boð­að frá tí sama. Tórbjørn Jacobsen úr Tjóð­veldi hev­ur boð­að frá, at hann ikki still­ar upp­aftur. Hann er vorð­in havn­ar­fúti í Rún­a­vík­ar Havn - og hann gevst í pol­i­tikki. Hann kom fyrstu ferð á ting sum vara­ mað­ur fyri Sign­ar á Brúnni, tá full­veld­is­sam­gong­an varð skipað í mai 1998. Anfinn Kallsberg hevur sagt ting­sess­in frá sær, og hann still­ar ikki uppaftur. hann hev­ur sitið á tingið síð­ ani løg­tings­valið í 1980. Jóannes Eidesgaard hevur eis­ini boðað frá, at hann ikki still­ar upp. Hann hevur verið vald­ur á ting síðani valið í 1990. Andreas Petersen hevur eis­ini boðað frá, at hann ikki still­ar upp, hann varð valdur á ting í 2002 og afturvaldur í 2004. Hann fall á valinum í 2008, men hevur sæti sum var­amaður. Katrin Dahl Jakobsen still­ar heldur ikki uppaftur. Hon varð fyrstu ferð vald í 1998. Honn fall í 2002, men varð aft­ur­vald í 2008. Tað var helst ov naivt at vænta sær, at stjórn­arskipanar­nevndin fór at koma til eina ein­mælta semju, nú arbeiðið í fyrst Grund­lóg­ar­nevndini, seinni Stjórn­ar­skip­an­ar­nevnd­ini nærk­ast end­a­num og skal leggj­ast fyri ting­ið og seinni til fólka­at­kvøðu. Tó so hava fleiri glottar verið, tí tað sjáld­sama er hent, at allir flokk­ ar hava so at siga drig­ið somu línu í rætt­i­liga stór­an mun. Men tað skuldi kanska støkka – og tað var júst tað, sum hendi við breiðu semjuni. Fyrst boð­aðu smáu flokk­arnir frá, at teir ikki vildu vera við, og nú hevur Tjóð­ veldi sagt tað sama, tó at annað um­ boðið hjá Tjóðveldinum, tann prag­ mat­iski ting­mað­ur­in Sjúrð­ur Skaale, er part­ur av meir­i­lut­a­num, sum telur umb­oð úr fimm av sjey flokkum á tingi – og átta av 11 nevnd­ar­limum. Mót­partur hans­ara er Høgni Hoy­ dal, sum gev­ur Lars Løk­ke Ras­mus­ sen skuld­ina, tí hann skal hava syndr­ að ar­beið­ið í nevndini. Stríðið stendur um, at tað stendur í upp­skot­i­num, at vit skulu virða sátt­ mál­ar og av­tal­ur, sum eru gjørd­ar framm­an­und­an – og so­leið­is eis­ini heim­a­stýr­is­lóg­ina. Sambært Hans Paula Strøm, nevnd­ar­for­manni, so er hetta júst ein orð­ing, sum var við í upp­skot­i­num hjá upp­run­a­ligu Grund­lóg­ar­nevnd­ini. Sjúrður Skaale sigur eisini í við­ merk­ing í dag, at tað er bein­leið­is skeivt, sum Høgni Hoydal segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at fulla semj­an varð skeikl­að, tí Lars Løkke Ras­mus­sen legði uppí. Sambært Sjúrði Skaale, so var tað ikki var full semja um mál­ið, tá tað varð lagt fram til við­gerð­ar í fjør. Ein flokk­ur boð­aði greitt frá, at hann var í­móti, og fleiri nevnd­ar­lim­ir gjørdu greitt, at teir ynsktu á­vís­ar broyt­ing­ar gjørd­ar í víðari við­gerðini. Tað er sera áhugavert, at um­boð­ini hjá Tjóð­veldi í stjórn­ar­skip­an­ar­nevnd­ ini hava so yms­ar hugs­an­ir. Spurn­ing­ ur­in er so bara, um Sjúð­ur Skaale er við at mála seg inn í ein krók í Tjóð­ veld­i­num, eins og Ják­up í Jákups­ stovu gjørdi í Javn­að­ar­flokk­i­num í 1946, ella um partar av Tjóð­veld­i­num veru­liga vilja hava eina prag­mat­iska loysn á hes­um máli, sum hevur ó­rógv­ að før­oysk­an pol­i­tikk í væl meiri enn hundrað ár. Eyð­sæð er, at Tjóðveldi – um flokk­ ur­in vil hava á­vir­k­an ­í før­oysk­um pol­i­tikki – má flyta seg og føra prag­ mat­isk­an pol­i­tikk. Flokk­ur­in hev­ur sein­astu 13 ár­ini ver­ið ein av teim­um stóru flokk­u­num. Men Høgni Hoy­dal og hans­ara vong­ur má síggja í eyg­u­ ni, at loys­ing­ar­sinn­aði part­ur­in av før­ oy­ingum so at siga bara er at finna í veljarafjøldini hjá Tjóð­veld­i­num. Politikararnir skylda fólkinum eina loysn, sum skal røkka. Fáið tí hetta mál­ið av­greitt og til fólka­at­ kvøðu sum skjótast. Okkum nýtist ikki politikarar at tulka støðuna hjá fólkinum. Tí tá fólkið hev­ur talað, so vita vit, hvat fólk­ið í Føroyum í dag heldur um rík­is­rætt­ar­ligu støðuna! Fróðskaparsetur Føroya hev­ur miku­kvøld­ið kunn­in­ g­ar­til­tak í Miðlahúsinum. Um ein lítlan mánað, tann 1. juni, er freistin at søkja inn á Fróð­skap­ar­set­ur Føroya í ár, og í tí sam­bandi hevur Setr­ið kunn­ing­ar­til­ tak í Miðla­hús­i­num miku­ kvøld­ið ­kl. 19.30. Har verður møg­u­leiki at fáa nærri innlit í tær útbúgvingar, sum Setr­ið bjóðar út til lesandi. Um­boð fyri all­ar út­búgv­ ing­ar­nar fara at siga frá og møg­u­leiki verð­ur fyri at seta spurn­ing­ar. Før­oya Lær­ar­a­skúli, Sjúkr­a­ røkt­ar­frøð­i­skúli Før­oya og Søgu- og Sam­fel­ags­deild­in taka nýggj les­andi inn til bach­e­lor­lest­ur á hvørj­um ári. Før­oy­a­máls­deild­in tek­ ur nýggj les­andi til bæði hjá­nám í før­oysk­um og BA lest­ur í før­oysk­um í 2011. Nátt­úr­u­vís­ind­a­deild­in tek­ur nýggj les­andi inn til bache­ lor­lest­ur ann­aðhvørt ár. Ár­ ið 2011 verð­ur ikki tik­ið upp á Nátt­úr­u­vís­ind­a­d­eild­ini. Um­framt kunn­ing­i­na um lesn­að á Setr­i­num fer Guð­rið Hans­dótt­ir eis­ ini at syngja og spæla. Rás2 send­ir beinleiðis frá til­ tak­i­num. Setrið kunnar í Miðla­hús­i­num Skuldi tað røkka ella støkka? Marjus Dam, tingmaður fyri Sam­bands­flokk­in, boð­aði í gjár frá, at hann ikki still­ar upp­aft­ur til næsta løg­tings­ val. Or­søk­in er, at hann fer at røkja komm­un­u­lækn­a­starv­ ið, sum hann hevur aftur at tingarbeiðinum, fulla tíð. Marjus Dam varð fyrstu ferð vald­ur á ting í 1998. Hann varð aft­ur­vald­ur í 2002 og í 2004, men fall í 2008. Hann hev­ur kort­ini havt sæti á tingi, síð­ani ABC samgongan varð skip­að í september 2008 sum var­a­maður. Tá vágafólk sendu síni upp­skot til list­an hjá Sam­ bands­flokk­i­num, tá varð Marj­us Dam teirra umboð. Upp­still­ing­ar­fund­ur­in í Vág­ um vrak­aði Rósu Sam­u­el­ sen, sum kort­ini kom upp á list­an gjøgn­um sam­bands­fel­ ag­ið í Havn. Rósa Samu­elsen varð vald á ting, með­an Marj­ us fall. Kort­ini fekk Marjus Dam sæti á tingi, tá Rósa Samu­el­sen fór í lands­stýr­ið. Lagn­unn­ar spei­semi, kundu vit sagt... Marj­us Dam vísir í skrivi til miðl­ar­nar á ymiskt gott, sum er hent hesi árini, hann hev­ur ver­ið á tingi - og á ym­ iskt ringt. Tað allar ring­asta held­ur hann vera, at løg­tin­gið hevur kastað fýra milli­ard­ir krón­ur aft­ur til Dan­mark­ar - peng­ar, sum Marj­us Dam held­ur kundu verið nýtt­ir inn­an skúla og sos­i­ala øk­ið og skapt var­andi loysnir. Marjus vil heldur vera lækni Seks finna sjálvi hurðina Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stjórnarskipanarnevndin, sum nú tykist vera komin und­ir land við álitinum um stjórn­ar­skip­an Fø­r­oya, hev­ ur havt 12 fund­ir í ár. Av hes­ um hev­ur løg­tings­mað­ur­in Jen­is av Rana út­merk­að seg við at vera burt­ur­stadd­ur hvønn tann einasta fund. Honum á baki at møta illa upp koma Kári á Rógvi, for­mað­ur Sjálv­stýr­isf­loks­ ins og Ják­up Mikk­els­en úr Fólka­flokk­i­num, sum ikki hava møtt á fimm fundum. Tosað hevur verið um breiða semju, men hon fæst valla, tá menn ikki møta til a­rbeið­is Jenis skulkar hvønn fund Latið fólkið siga sína hugs­ an um loysing ella samband Snýr seg ikki um persónar Sjúrður skaale kjak á síðu 12 Tunnilin stórt fram­ stig Annika Olsen kjak á síðu 15