Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Okkara royndir eru, at vit hava spart eini 66% av útreiðslunum til ljós. Kartni Jacobsen, sløkki­ liðs­stjóri í Havn, staðfestir, at tað hevur loyst seg í ólukku­ mát hjá teimum at skifta van­ ligu ljósini á Sløkkistøðini út við orkusparandi ljós. Í Sosialinum mánadagin stað­festi Karl A. Olsen, borgar­stjóri í Vestmanna, at tað ber væl til hjá kommu­ num at spara eini 50% av Sev rokn­ing­ini til ljós. - Vit brúka alt ov nógva orku til ljós, tí vit hava so gamla tøkni og bara við at legg­ja um til meiri orku­spar­ andi ljós, ber væl til at spara eina helvt av orkunýtsluni. Hann sigur, at Sev er und­ ir hørðum trýsti fyri at byg­ g­ja út fyri at nøkta orku­tør­ v­in. - Men leggja vit um til meiri orkusparandi tøkni, ber til at minka orkutørvin mun­andi. Tað lættir eisini nógv um trýstið á Sev um at byggja út og tað er eisini ein stór sparing. Spara tveir triðingar Ein almennur stovnur, sum kann taka undir við hesum, er Sløkkistøðin í Havn. - Vit høvdu frætt um orku­sparandi ljós frá Ledfo og settu okkum fyri at gera nakr­ar royndir við teimum, sig­ur hann. - Í hesum sambandi skiftu tey øll ljósini í verkstaðnum, sum hoyrir til Sløkkistøðina, og settu orkusparandi ljós í ístaðin. Í sjálvadi Sløkkistøðini hava tey eisini skift ljósini í onkr­um rúmi og sett orku­ spar­andi ljós í. Hann sigur, at tey hava eisini sett orkusparandi ljós upp á plássinum uttanfyri støð­ina, har tey vaska bilar og fáast við annað. - Har verður ofta arbeitt í myrk­ri og fyri at fáa nóg gott arbeiðs­ljós, høvdu vit tveir ljós­kast­ar­ar, sum tilsamans vóru 3000 ella 4000 watt. - Nú hava vit sett orku­ spar­and ljós upp, sum ikki brúka meiri enn 90 watt. So tað er ein øgiliga stór sparing at vera farin frá eini nýtslu upp á 3000 ella 4000 watt, nið­ur á eina nýtslu upp á 90 watt, sigur Kartni Jacobsen. Hann sigur, at áðrenn tey skiftu lósini, mátaðu tey streym­nýtsluna. Og nú, tey hava sett orku­ spar­andi ljós í, hava tey aftur mát­að nýtsluna - Tað vísir seg, at orku­ nýtsl­an er minkað heilar tveir triðingar, sigur Kartni Jacob­sen. - Við hesum nýggju ljós­ unum brúka vit sostatt bara ein triðing av teirri orku, vit brúk­tu frammanundan til ljós, sigur sløkkiliðsstjórin. Halda longri Hann leggur afturat, at hesi nýgg­ju ljósini eru minst líka góð, sum tey gomlu. - Vit hava eisini fingið at vita, at hesi nýggju orku­ spar­andi ljósini halda nógvar ferð­ir longri enn tey vanligu. Tað er ein stórur fyri­mun­ ur fyri teir, tí tað er høgt til loft­ið hjá teimum og tí er tað fyri­tøka at skifta ljós so ofta, sum teir eru vanir. - Skulu vit hereftir bara skif­ta ljós tíggjunda hvørt ár ístað­in fyri at skifta hvørt ár, sum vit eru vanir við teimum gomlu ljósunum, er tað eisini ein stór sparing. Hann sigur, at ein annar stór­ur fyrimunur við hesum nýgg­ju ljósunum er, at tey tendr­að alt fyri eitt, har tey gomlu ljósini tendra so líð­ andi og har tað gongur ein løta, áðrenn tey lýsa við full­ ari styrki. Kartni Jacobsen sigur, at enn eru hesi nýggju ljósini so nýggj, at tey vita ikki reiði­ liga enn um tey halda alt tað, sum seljarin hevur lovað. Men hann staðfestir, at í sløkkiliðnum eru teir so mik­ ið væl nøgdir við tey nýggju ljós­ini, at tey ætla at gera fleiri royndir við teimum og sjálvur væntar hann, at hetta verður framtíðin á Sløkki­ støðini. Áki Bertholdsen - Í nógvum førum eru tað bara nakrir mánaðir at spara íløgurnar inn aftur. Tróndur Djurhuus er nevndarformaður í Led­fo, sum eru farnir at gera orkusparandi ljós til vinnu­lív á sjógvi og landi og til privatbrúk. Talan er ikki um van­ ligu spariperurnar, sum fá­ast í handlunum. Talan er um dioduljós, sum eru gjørd í USA, fyri tað mesta og sett saman í Kina. Í hesum sambandi hev­ur Ledfo havt tætt sam­starv við fiskiskip og al­men­nar myndugleikar á landi um at menna ljós, sum spara nógva orku, men sum eisini skulu tola ­veð­u­r og vind, sjórok og rull og sum sostatt skulu hal­da nógvar ferðir longri enn vanlig ljós. - Endamálið er at bygg­ ja upp eina føroyska vin­ nu, har vitanin og menn­ ing­in er í Føroyum, men har ljósini verða gjørd uttan­lands. Tróndur Djurhuus sig­ ur, at higartil hava roynd­ ir­nar verið sera góðar. - Serliga umborð á fiski­skip­um hava ljósini roynst væl, tí tey hava víst seg at halda nógvar ferðir longri enn ljósini, tey eru von við, samstundis sum at talan er um nógv betri ljós. Men nevnd­a­r­for­mað­ u­r­in staðfestir, at tað er ikki bara haldførið, sum teir hava lagt seg eftir, tí endamálið er eisini at spara. Higartil eru roynd­ir­ nar, at verða tey nýggj Led­fo ljósin sett í ístaðin fyri tey gomlu ljósini, er orku­spar­ingin eini 50%- 60%. Samstundis telur tað so eisini við, at hesi ljósini halda 10 -12 ferðir so leingi, sum vanlig ljós. - At tú sleppur undan at kostnaðinum og arbeiðnum at skifta ljós so ofta, er eisini ein stór spar­ing. Men Tróndur Djur­ huus sigur, at tey hava eisini royndir av, at ali­ fyri­tøkur hava havt eina orku­sparing upp á yvir 95%. Talan var um alivirki, sum tók eina stóra og dýra ljóskipan upp á 1000 watt burtur og setti eina skip­ an upp, sum lýsti minst líka væl, ella enntá betri, men sum bara var 50 watt. Síðani hevur orku­ nýtsl­an bara verið 5% av tí, hon var frammanundan. Hann hevur eisini dømi um stór virki, sum krev­ja nógv ljós, har tey hava sett Ledfo ljós upp. - Tey eru samd um talan er um eitt nógv betri arbeiðsljós, men hesi nýggju ljósini brúka so lítið av streymi, at tey hava kuta 93% av streym­ rokn­ing­ini til ljós. Tróndur Djurhuus sigur, at er talan um virki, stovn­ar, kommunur, ella onnur, sum brúka rætti­ liga nógv ljós, verður íløg­ an at skifta til Ledfo ljós, spard aftur upp á nakrar mán­að­ir. Spara 95% ORKUSPARING Í nógvum før­ um tekur tað bara nakrar fáar mán­að­ir at spara íløguna í orku­spar­andi ljós, aftur Spara 66% av Sev rokningini til ljós STÓR SPARING Síðani vit skiftu perurnar út, hava vit spart tveir triðingar av Sev rokningini til ljós, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í Havn Onkrar fyritøkur hava spart yvir 90% Ein síðuvinningur av at skif­ta til orkusparandi ljós, er, at Co2 útlátið mink­ar munandi. Leif Mohr, sum um­ boð­ar Ledfo ljós­ini í Føroyum, hevur gjørt eina leyðsliga út­rokn­ ing fyri Miðlahúsið, sum vísur, at fekk ein lut­fals­liga lítil fyritøka sum Miðlahúsið sær Led­fo Ljós, hevði streym­nýtslan farið nið­ur í helvt og at Co2 út­lát­ið hevði minkað 1,2 tons. 1,2 tons Útreiðslurnar til ljós eru minkaðar tveir triðingar, samstundis sum at nýggju ljósini halda 10 ferðir leingi, sum tey gomlu - Við nýggju ljósunum er orkunýtslan til ljós á Sløkkistøðini í Havn bara ein triðing av tí, hon var frammanundan, sigur stjóri