mikudagur 4. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
12
Sosialurin
Kjak
Ítróttur er annað enn fótbóltur
Tá ið fótbóltur aftur stendur
fyri tørni, skal tað sjálvandi
verða ein fótbóltsHØLL í
Hoyvíkshaganum.
Býráðslimir
í
Havnar
kommunu eru farnir at kjak
ast í fjølmiðlunum um, hvar
ein møguligur fótbóltsvøllir
í Hoyvík skal vera. Eg fari at
koma við nøkrum viðmerk
ingum til kjakið, og annars at
endurtaka nakað av tí, sum
eg førdi fram í býráðnum
fyri góðum ári síðani um hesi
viðurskifti.
Í býráðnum, tá ið stað
seting av fótbóltsvølli enn
einaferð var til umrøðu,
gjørdi eg býráðslimum púra
greitt, at tað er heilt burt
urvið og kemur ikki upp á
tal at gera ein fótbóltsvøll í
Hoyvíkshagnum. Grundgev
ingarnar hjá mær vóru og
eru fleiri. Eitt er veðurlíkindi,
annað raðfesting av skatta
krónunum
og
javnbjóðis
ítróttartilboð til allar borg
arar í kommununi.
Tað er púra burtur við at
gera ein uttandura leikvøll
á eitt so ábært og harðbalið
stað, sum í Hoyvíkshaganum.
Staðið liggur ov høgt, og vind
urin er støðugur. Eina ferðina
í framtíðini, tá ið fótbóltur
aftur stendur fyri tørni,
tá er einasta og skilabesta
avgerðin at byggja eina fót
bóltshøll í Hoyvíkshaganum.
Eg førdi fram í býráðnum, at
nú eiga aðrar ítróttargreinar
at lívgast, og at rættast er
at byggja eina skoytihøll í
Hoyvíkshaganum.
Síðani
hevur
kommunan
havt
eina royndarskipan við eini
skoytibreyt
á
Skálatrøð,
sum hevur verið sera væl
vitjað. Næsta stigið eigur at
vera at fara undir at byggja
eina burðardygga skoytihøll í
Hoyvíkshaganum, sum brúk
ar streym frá varandi orku
keldum.
Men fyrstu raðfesting
eigur golfvøllurin á Glyvurs
nesi. Golf er í dag ein alsamt
vaksandi fólkakær ítróttar
grein, og ikki sum vit fyrr
kendu til, at tað bert var ein
ítróttar grein fyri nøkur fá
múgvandi fólk. Í dag spæla
alskyns fólk golf, og hevur
ítróttargreinin stóran áhuga
ímillum fólk, sum eru komin
nakað til árs, ella sum ikki
orka at íðka annan ítrótt
longur. Men golf er sanniliga
eisini ein ítróttargrein við
úrvals ítróttarfólki á høgum
støði og á jøvnum føti við
aðrar ítróttargreinar. Golf er
ein ítróttargrein, har tú fær
vælveru og náttúruuppliv
ingar í einum. Føroyar ynskja
aftur at gerast vertsland
fyri Oyggjaleikirnar, og er
hetta heldur ikki annað
enn rímiligt. Men ein av
treytunum er, at vit hava
ein golfvøll sum lýkur al
tjóða krøv. Ferðafólkið sum
kemur
av
ferðamanna
skipunum um sumrarnar
spyrja eftir golfvølli. Ein
golfvøllur á Glyvursnesi fer
ikki at eiga sín líka, útsýnið
er framúr, har eru seyðir,
harir, heiðafuglur, sjógvur,
sjófuglur og kópar – ja, hettar
kann av sonnum gerast ein
ótrúlig
náttúruuppliving
saman við golfspælinum.
Svimjihøllin í Gundadali
hevur verið ein sonn perla og
ein sólskynssøga, síðani hon
lat upp, men har er vorðið
ov trongt í dag. Tí tørva
borgarum eitt nýtt stað til
svimjarar og barnafamiljur.
Ein nýggja svimjihøll eigur
at verða bygd nærhendis
brennistøðini og verkinum
á Sundi, soleiðis at hon kann
verða rikin við varandi orku.
Hetta er ein sera stór íløga, og
ikki minni í rakstri, men hon
eigur eisini at verða raðfest
frammarlaga. At góðar og
nøktandi svimjiumstøður eru
uppá pláss, er ein dýrgripur
og eitt ómetaligt stórt íkast
til fólkaheilsuna og trivnaðin
annars.
At tað eisini verður tikið
hædd fyri tørvinum hjá úr
valsítróttini í sama umfari, er
ein sjálvfylgja nú á døgum.
Sjósvimjarar eru ein al
samt vaksandi fjøld, og hetta
eins og annar ítróttur er gott
fyri likam og sál. Svomið
verður í Hoyvík, í Sandagerði,
niðri á Bakka á Velbastað, í
Gomlurætt, í Kaldbak, har
eisini ein heitur pottur, er
og aðrastaðni við. Flestu sjó
svimjarnir munnu tó vera
savnaðir um Hoyvíkina sum
miðdepil fyri síni ítrótt. Sjó
svimjararnir ynskja sær eina
sauna, og gott hevði verið,
um onkur kom við uppskoti
um, hvussu slíkt kundi veðri
gjørt. Umráðandi er sjálvsagt
at tað verður rikið við var
andi orkukeldu.
Men trøini vaksa ikki inn
í himmalin. Av íløgum, sum
verða settar av til ítróttin tey
næstu árini, eigur dastið at
koma øðrum ítróttargreinum
til góða, heldur enn fótbólti.
Tað man neyvan vera nøkur
onnur kommuna í øllum
heiminum, sum hevur so
nógvar
fótbóltsvøllir
pr.
íbúgva,
sum
Tórshavnar
kommuna.
Gaman
í,
at
fótbóltsfeløgini og onnur
fótbóltsáhugaði ynskja sær
enn
betur
karmar.
Men
tað eru altso eisini nógvar
aðrar ítróttargreinar, sum
somuleiðis hava tørv á betri
kørmum. Og tað er skylda
kommunurnar at býta tær
skattakrónurnar, ið ætlaðar
eru ítróttinum, javnt ímillum
áhugabólkarnar.
At fótbóltur hevur fingið
so góða vælvild gjøgnum
árini í Tórshavnar kommunu,
er ivaleyst tí, at kommunan í
ovurhonds mát hevur verið
stýrd bert av tí eina kyninum.
At Fimi, fimleikarhøllin í
Gundadali, gjørdist veruleiki,
var tí at javnstøða var
galdandi í býráðnum, sum tók
við í 2005 – tá varð lógvatak
tikið, og avgjørt varð at nú
skuldi fimleikurin raðfestast
fremst;
ein
ítróttargrein
sum hevur størstu umboðan
millum
børn,
og
serliga
gentur. Avgerðin um Fimi er
eitt livandi dømi um, hvussu
týdningarmikið tað er, at tað
er javnstøða har avgerðirnar
verða tiknar og fjølbroytni
umboðað,
tí
tástani
fáa
vit bestu úrslitini bygd á
fólkaræðið.
Júst í hesum døgum, hós
kvøldið 5. mai í Norðurlanda
húsinum, skipar Ítróttarsam
band Føroya fyri ráðstevnu
um kvinnur í ítrótti. Hóast
hagtølini siga, at kynsbýtið av
limum í føroyskum ítrótti er
javnt, eru kvinnurnar undir
umboðaðar í formansessum
og nevndarsessum, ella við
øðrum orðum, har avgerð
irnar verða tiknar. Hetta er
tíverri ikki øðrvísi enn í før
oyska samfelagnum sum
heild.
Marin Katrina Frýdal
býráðslimir í Tórshavnar
býráð fyri Tjóðveldi
Golfvøll, nýggjan svimjihyl, skoytihøll, sauna til
sjósvimjarar, áðrenn fleiri fótbóltsvøllir.
Tak tað róliga,
Wivel!
Ein rættleiðing til Mikael Wivel
viðvíkjandi Helga Fossádal
og orðingini “sjey rak ár” í
sjónvarpssendingini Refleksjón.
Las um vikuskiftið heið
ursrøðuna hjá danska list
frøðinginum Mikael Wivel
til fráfarandi stjóran á
Listasavni Føroya, Helga
Fossádal. Røðan varð hild
in á almennari móttøku á
Listasavni Føroya fríggja
dagin, og ein reyður tráður í
røðuni er orðingin “sjey rak
ár”, sum undirritaði brúkti í
sjónvarpssendingini Reflek
sjón tann 10. apríl í einum
innslagi um nýggja stjóran,
Nils Ohrt.
Mikael Wivel vil vera
við, at mín orðing um “sjey
rak ár” sipaði til arbeiðið hjá
Helga Fossádal á Listasavni
Føroya. Tað gjørdi hon ikki.
Og tá Wivel víðari tosar
um “TV-journalistens ufor
skammede oplæg“ og “det
villige talerør for en lille,
forbitret fraktion”, má eg
koma við eini rættleiðing.
Orðingin sipaði einans til
tann objektiva veruleikan,
at føroysk myndlistafólk
ikki hava staðið saman um
Listasavn Føroya seinastu
sjey árini, og setningurin
ljóðaði soleiðis:
“Eftir sjey rak ár koma
sjey góð ár. Tað stendur í
øllum førum í halgubók.
Men spurningurin er, um
hesin maðurin (Nils Ohrt,
blðm.) kann savna
føroysk
listafólk
um
Listasavn
Føroya, sum fleiri av okkara
fremstu listafólkum hava
boykottað
seinastu
sjey
árini við teirri grundgeving,
at núverandi leiðslan vantar
listfakligar førleikar”.
Eg viðurkenni, at hesin
setningurin kann misskilj
ast og kundi verið øðrvísi
orðaður. Men eg vil við hes
um sláa fast, at orðingin á
ongan hátt sipaði til avrikið
hjá Helga Fossádal, men
einans til stríðið ímillum
føroysk myndlistafólk. Eg
havi ongan normativan
hugburð til hetta málið,
og tá eg havi viðgjørt tað,
eru allir partar slopnir til
orðanna (hóast fleiri hava
borið seg undan).
Sí t.d. kjak ímillum Ole
Wich og Kinnu Poulsen í
Refleksjón í apríl í fjør, kjak
ímillum Martin Næs og
Kinnu Poulsen í nýggjárs
sendingini Afturskin og
innslag í Refleksjón í februar
í fjør um listaverkið Bládýpi
hjá Tróndi Patursson við
Martini Næs sum gesti í
sjónvarpsstovuni.
Heini í Skorini
Tað er púra burt
urvið at gera ein
uttandura leikvøll
á eitt so ábært og
harðbalið stað, sum
í Hoyvíkshaganum.
Tað næsta, sum
skal gerast fyri
fótbóltin, er ein
fótbóltshøll
Heini í Skorini, vertur
í Refleksjón, heldur
at Mikael Wivel skal
taka tað róligt...