mikudagur 4. mai 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
14
Sosialurin
Kjak
Ljómandi glæmur í fjølmiðlaskugging fyri Føroyar
Landsorkestrið í
Vesturkirkjuni
Mariumessukvøld, 25. mars,
tóktist okkurt serligt at
fara fram í Vesturkirkjuni,
eg kom har framvið. Fór tí
at forvitnast, hvat ið mundi
vera, og tá eg kagaði innar í
kirkjurúmið, møtti mær ein
stórfingin sjón: altarsgáttin
var øll avtakin við tónleikar
um, eitt so fjølmikið orkest
ur, sum neyvan hevur verið
at síggja har áður. Skilti tá,
at hetta var nýggja Lands
orkestrið,
65-manna
har
moniorkestur við úrvaldum
spælarum víða úr landinum.
Hevði lisið og hoyrt um
hetta tiltak, og í mínum
hugaheimi sæð fyri mær í
hesum úrvalsliði so mong
kend andlit eitt nú frá árligu
Musikkstevnunum; men tey,
sum har sótu, vóru at kalla
øll musikkskúlaungdómar, og
tey tilkomnu vóru - við fáum
undantøkum – lærarar teirra
í Musikkskúlaskipanini. Ein
glæsilig og vónrík fragd fyri
eygað!
Og so dagin eftir at sita
uppi á kirkjusvalanum og
eygleiða og lata tónleika
brúsið spæla seg inn í sál
og sansir, tað gjørdist ein av
minniligastu løtum mínum
haðan av kirkjuloftinum.
Berharður Wilkinson.
Savnandi miðdepilin, hann,
sum hevði allar træðrir út til
teir ymsu ljóðførisbólkarnar
í sínum kønu hondum, var
Bernharður Wilkinson. Enn
einaferð kundi tú sanna, at
tað, at hesin hálvi sumbingur
nú er at meta sum heilur
føringur, ið við sínum breiða
kunnleika og professionella
førleika leggur sál og orku í
at menna føriskt tónleikalív
og lyfta tað upp móti altjóða
støði, tað er størsta hepni,
sum okkara tónleikaheimi
hevur verið fyri.
Hvørt mansbarn í landi
num man kenna og fegnast
um Bernharð Wilkinson frá
árligu nýggjárskonsertunum,
sum støðugt eru vaksandi
í dygd og innihaldi. Men
Benny, sum vit nevna hann,
er eisini virdur uttanlands.
Soleiðis hevur hann stjórn
að symfoniorkestrum í býum
sum Paris, Sofia og Santa
Pætursborg, og sum orkest
urleiðari havt undir sínum
hondum kendar solistar sum
Christian Lindberg, Manuela
Barrueco
og
teir
gitnu
Swingle Singers. Sum solo
floytuspælari hevur hann
við Reykjavíkar Blásikvintett
ferðast um allan heim og
eisini spælt inn fleiri CD-
diskar. Í hesum døgum vísa
íslendingar Bernharði tann
sóma, at teir hava kosið hann
sum tann fyrsta orkestur
leiðaran at hava servenj
ingar við íslendska symfon
iorkestrinum
í
nýggja,
stásisliga Konserthúsinum
í Reykjavík, sum nú verður
tikið í nýtslu.
Onki endurljóð
í bløðunum
Havi fyrr í umtalu fýlst á,
at okkara fjølmiðlar vísa
seriøsum tónleikatiltøkum
so lítlan ans. Men við hetta
høvið, tá ið sekstifimm spæl
arar valdir út millum tvífalt
fleiri áhugaðar úr Vági, av
Tvøroyri, úr Tórshavn, Vág
um og Vestmanna, av Oyri,
Norðskála,
Strondum
og
av
Toftum,
úr
Runavík,
Fuglafirði og úr Klaksvík
vóru savnaðir til sína fyrstu
almennu framførslu var kort
ini at vænta, at bløðini fóru at
kvaklast við. Men gakk! – har
sást onki lívgandi endurljóð
á prenti eftir konsertina.
Konsert í Reykjavík
Eftir hesa fyrstu roynd á palli
gjørdi føriska Landsorkestrið
konsertferð til Íslands og
hevði
m.a.
framførslu
í
Reykjavík. Fekk aftaná at
vita, at Kjartan Oskarsson,
sum í sínari tíð var við til at
leggja lunnar undir førisku
musikkskúlaskipanina, sum
sjálvur telist millum fremstu
klarinettspælarar í Íslandi, og
sum tey mongu seinnu árini
hevur verið stjóri á Tónlist
arháskúlanum í Reykjavík,
var at síggja millum áhoyr
arnar í býráðshøllini við
Tjörnina. Sendi honum tá
teldubræv og spurdi, hvat ís
lendsk tónlistarfólk mundu
halda um nýggja føriska
tónleikatiltakið. Svarið kom
stutt eftir, og orðaljóðið var
hetta:
“Góði Ólavur.
Rætt er tað, eg var á konsert
ini hjá blásiorkestri Benna.
Eg var sera hugtikin av
hesum orkestri og hesum
tiltaki. Orkestrið spældi av
bera væl og við miklari spæl
igleði. Mær tókti tað undrun
arvert at hoyra, hvussu væl
tað hevur gingið at byggja
hetta ljómlið upp hóast stutta
venjingartíð. Eg eri vísur í,
at við miðvísum framhaldi
kann tað í Føroyum skapast
eitt blásiorkestur, sum væl
og virðiliga tolir samanburð
við onnur slík orkestur úti í
Europa.
Í orkestrinum eru fleiri
sera dugnaligir einstaklingar,
sum eg tíverri ikki veit,
hvussu teir eita. Vil fegin
nevna gentu, sum spældi á
floytu og piccolofloytu (hon
eitur Marta Torkilsdóttir),
gentu, sum spældu sera vak
urt nakrar klarinettsoloir
(Billa Sandoy er navnið), men
fyrst og fremst ungan drong
(Rúni Hentze), sum spældi 1.
trompet og fleiri solopartar
avbera væl. Sjálvandi er ikki
neyðugt at taka fram, at
Benny stjórnandi stóð seg
við miklari sannføring.
Vil fegin ynskja føringum
tillukku við hesum ljómliði,
og tað frøddi meg serstakliga
í orkestrinum at síggja nakr
ar av mínum gomlu næm
ingum.
Við kvøðu til tykkum øll
Kjartan ”
Dugnaligir og ídnir
musikklærarar.
At nýggja Landsorkestrið
eftir bert lítlum ári kundi
náa slíkt støði og tykist
hava vónríka framtíð fyri
sær, er ikki minst okkara
mongu dugnaligu musikk
skúlalærarafólkum fyri at
takka. Ikki bert gera tey sítt
gerandisliga dagsverk til lít
ar, men mong av teimum
átaka sær sjálvboðin og utt
an samsýning at skipa fyri
eyka tiltøkum føriskum tón
leikalívi til frama, ið hava
uppiborið meira almennan
ans, enn tey fáa.
Soleiðis skipaðu musikk
skúlafólkini í víðkaðum vik
uskifti í september í fjør fyri
tiltaki, sum tey kallaðu Fram
Rás 2010, har nakað av tí
framkomnasta í føroyskum
tónleikalívi var at hoyra.
Bløðini og kringvarpið, sum
annars eru beinasom og fús,
tá ið nakað við festivaldámi
er á vási, lótu í hesum ser
iøsa føri lítið og onki við seg
koma. Setti mær tí fyri at
seta saman okkurt við serlig
um atliti til tey ungu og teirra
tátt í konsertrøðini. Fyri nú
ikki aftur at vaða runt í tí
sama, sum tá eins og nú var
aðalendamálið við skriving
ini, loyvi eg mær her bein
leiðis at endurprenta stubba
burtur úr tí tá skrivaða:
“Kringvarpið - bløðini
Útvarpið fyllir tað mesta av
sínari senditíð við tónleiki;
men hjá teim mongu, sum
hava tónleik sum týðandi
lívsinnihald, er lítið kveikj
andi at hoyra. Heldur hinveg
in er hetta eintáttaða tónleik
asjarrið nátt sum dag týnandi
fyri almennu tilvitanina um
tónleikadygd.
Ynskiligt er at fáa í lag eina
objektiva, breiða viðgerð um,
hvussu hendan listargrein,
sum meira enn nøkur hev
ur beinleiðis ávirkan á sál
arlív og tilveru, fær betri
sømdir í okkara kringvarpi.
Her verður ikki hugsað um
popp ella klassiskt, men um
meira fjølbroytni og víðari
sjónarring.
Í bløðunum verður ikki
so lítið skrivað um tónleik.
At samtíðin, tað sum í løtuni
er mest frammi á pallum,
og sum lættliga livir millum
fólk, fær rúmar ræsur, er væl
skiljandi – tað er jú eisini
slíkt, sum selir bløðini best.
Men ikki er tað ein nøktandi
mentanarligur
hugburður,
um ikki slíkt, sum krevur
meira, - og sum frá líður
eisini gevur meira - verður
drigið betur fram í almenna
ljósið. Summarfestivalir og
poppkonsertir víða hvar eru
sanniliga í høvuðsheiti av
tí góða, og gleðiligt er tað,
at tónleikur nú meira enn
nakrantíð er nakað, sum
ungdómurin tekur til sín.
Av hesum sprettur eisini ný
skapan, har íbornu talentini
koma fram sum ongantíð
fyrr. Men verða tey evnaríku
ikki stuðlað og hildin til at
gera meira burtur úr sínum
vøggugávum – tað veri seg til
tað skapandi eins væl og til
tað íðkandi – so laðar hesin
fjølmiðlaligi hávi ov lítið
uppundir til eitt framkomið
tónleikalív.”
Áhoyrararrómur,
men ongin fjølmiðla
undirtøka
Lítlan mánaða eftir “FramRás
2010” var aftur tiltak í Vestur
kirkjuni, sum musikklærarar
innan okkara symfoniork
estur skipaðu fyri. Aðalverkið
var “Árstíðirnar” eftir Vivaldi.
Tað serstaka her var, at teir
fýra solistarnir, sum hvør í
sínum lag umboðaðu tær fýra
árstíðirnar Várið, Summarið,
Heystið og Veturin, vóru før
ingar ella av føriskum upp
runa. Teir tríggir Øssur Bæk,
Rúni Bæk og Rune Sørensen
virka allir sum professionellir
musikarar í útheimi, meðan
tann fjórði, Sámal Petersen,
hevur valt heimalendið og
eigur sum fióllærari sín stóra
lut í tí góða støði, sum stroks
pælið hevur á Frúutrøð.
Undrunarvert tókti mær, at
Sámal, hóast tær avmarkaðu
avbjóðingar, sum okkara lítla
tónleikaumhvørvi hevur at
veita, ikki bert hevur varð
veitt, men heldur hevur ment
sín spæliførleika og stóð seg
so væl í samstarvi við hinar
úrmælingarnar. *
Eftir hendan inngangandi
aðaltátt á konsertskránni
trinu allir strúkarar symfon
iorkestursins fram á pall, og
mær kylir enn í holdið minnið
um tann orkesturljóm, vit tá
fingu at uppliva við úrvald
um perlum fyri strúkior
kestur. Hetta var ikki øsandi
tónleikur borin uppi av for
sterkara og slagverki, men
innilig og sterk tónlist, sum
hevur tolað aldarslit, og sum
enn fyllir sinnið hjá leikandi
sum lurtandi. Áhoyrararó
murin aftaná – eins og í Vest
urkirkjuni umtalaða leyg
ardag herfyri – vildi ongan
enda taka, og so væl lýst sum
hendan serstaka konsert
hevði verið, mundu mong
av teim fyrireikandi og teim
luttakandi aftaná vænta at
finna onkur fagnandi orð
eisini á prenti.
Men í bløðunum var aftur
eiðasørt – har stóð onki. Og
hví tað? Nei, fjølmiðlafólkini
hava frí eftir lokna arbeiðs
tíð fríggjadag, verður sagt, og
tey fara treyðugt fjølmiðlaør
indir frá húsum í vikuskifti
num. Og tó er tað jú so, at fólk
sita alspent við útvarpstólini
bæði leygardagar og sunnu
dagar og lofta frásøgnum
frá kringvarpsfólkum um
ítróttagongdir
víða
hvar,
og fyrst í viku eru bløðini á
tremur um kappingar, sum
hava verið í vikuskiftinum.
Tú kanst ikki samanbera
tónleik við ítrótt, man mang
ur siga. Persónliga havi eg
áhuga fyri báðum, men vit
eiga at gera okkum greitt, at
meðan ítróttaligt virksemi
og stóri ítróttaáhugin meira
hoyrir teim ungu árunum
til, so ber tónleikur í sær
møguleika til lívsvirðir, ið
kunnu varðveitast heilt upp
í ellisár.
* Tað eru innan musikk
skúlaskipanina fleiri enn
Sámal, ið væl kundu vunnið
sær professionellan vinnuveg
uttanlands, men hava valt at
arbeiða við føriskum børnum
og ungdómi. Tað kann tí ikki
ov mikið endurtakast, hvussu
umráðandi tað er, at okkara
musikkskúlalærarar í sínari
arbeiðsskipan fáa høvi til at
virka eisini sum útinnandi
musikarar. Hetta er eisini
besta tilelving til, at gávurík
ungfólk kjósa sær tónleikin
sum lívsleið, og at føriskir
tónleikarar eftir útbúgving
ikki “velja Førjar frá”, men
venda
aftur
til
støðuga
menning av tónleikinum í
heimlandinum.
Ólavur Hátún